Tað er ein sannroynd, at støðan hjá kvinnufótbóltinum í Føroyum ikki er tann besta. Fleiri av teimum stóru feløgunum í landinum, so sum HB, NSÍ og ÍF, sum annars í fleiri ár vóru við til at mynda kvinnufótbóltin her á landi, hava ikki longur nakað kvinnulið, tí ikki ber til at manna lið.
Einsporað kapping
Harumframt má staðfestast, at kappingin seinnu árini hevur verið rættuliga einsporað, tí at kvinnurnar hjá KÍ nú í fleiri ár hava verið fullkomiliga einaráðandi í føroyskum kvinnufótbólti.
Omanfyrinevndu veruleikar hava óivað verið við til at eggja upp undir, at FSF nú hevur kallað feløgini saman til fundar um støðuna hjá kvinnufótbóltinum.
Formaðurin í kvinnunevndini hjá Fótbóltssambandinum, Karl Vidtfeldt, fer at taka samanum farna kappingarár, og landsliðsvenjarin, Álvur Hansen, fer at tosa um komandi kappingarár.
Í skrivi til feløgini og fjølmiðlarnar sigur FSF, at høvuðsendamálið við fundinum er at fáa eitt orðaskifti um kvinnufótbóltin sum heild, og hvussu hann kann mennast.