Sunnumorgunin varð Hummer limosinan hjá byin.fo steðgað av løgregluni í Gøtudali. Hóast limosinan hevur verið í Føroyum í góðar tvær vikur, hava ánararnir ikki skrásett hana. Hon koyrdi við týskum nummarplátum, og hesar vóru síðan kliptar av.
Løgreglan fekk boðini um at taka pláturnar av limosinuni frá Akstovuni. Hetta tí hon var flutt inn í landið uttanum Toll og Skattstovuna og Aktstovuna. Hetta merkir, at hon hvørki var góðkend, tryggjað ella rindaði vegskatt ella onnur avgjøld.
Kanningar verða nú gjørdar í málinum fyri at plassera ábyrgdina. Ein bilførari koyrdi limosinuna, men tað er enn ikki greitt, um tað er hann, ið verður ábyrgdaður, ella um ábyrgdin liggur hjá teimum, ið hava
givið honum boð um at koyra, verður sagt av Løgreglustøðini.
Av Akstovuni verður sagt, karmurin fyri revsing í málum av hesum slag er frá sekt, hefti og upp til 2 ára fongsul, sambært § 25 í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m.









