Planet heiðrar føroyskan tónleik

Síðst í januar mánaði fara føroyski ungdómsportalurin Planet.fo og Sosialurin at lata heiðurslønir til føroyskan tónleik. Millum annað skulu ársins bólkur, ársins sangarar og ársins útgávur heiðrast við eini Planet.

Føroyskur tónleikur hevur tikið stór stig framá seinnu árini. Føroyskir tónleikarar eru virknir sum ongantíð áður  bæði heima og burturi  og alt fleiri ásannað týdningin, sum tónleikurin hevur í okkara samfelagi.
Tí er tað ikki meira enn rímiligt, at føroyska tónleikalívið fær tann heiður, sum tað hevur uppiborið.
Planet.fo og Sosialurin fara síðst í januar mánað næsta ár at lata føroyskum tónleiki heiðurslønir á stórfingnum tiltaki, sum verður hildið á Hotel Føroyum.
Virðislønir verða lætnar fyri bestu útgávu, besta bólk, besta sangara, bestu songkvinnu, besta útlendska bólk og besta nýggja bólk í 2005. Harafturat verður eisini ein serlig Planet-heiðursløn latin einum persóni, sum hevur avrikað nakað serligt í føroyskum tónleiki gjøgnum árini.
 
Dómsnevnd og almenningur gera av
Ein serlig dómsnevnd við fimm persónum fer at tilnevna bólkar og tónleikarar í teimum ymsu greinunum, og síðani verður atkvøtt um hesi uppskot.
Limirnir í dómsnevndini atkvøða hvør í sínum lagi, og teirra samlaðu atkvøður telja helmingin av úrslitinum.
Hin helmingin av úrslitinum skal almenningurin <st1:City w:st=&quot;on&quot;$?$end$!$<st1:place w:st=&quot;on&quot;$?$end$!$gera</st1:place$?$end$!$</st1:City$?$end$!$ av. Fólk fáa møguleikan at atkvøða umvegis sms, og síðani verða atkvøðurnar hjá fólki og dómsnevndini taldar saman til eitt endaligt úrslit, sum verður almannakunngjørt, á stórfingna Planet tiltakinum á Hotel Føroyum.<BR>Atkvøtt verður tó ikki um serligu Planet-heiðurslønina. Dómsnevndin tekur sjálv avgerð um hvør hevur uppiborið hendan heiður.
 
Planet handanin
Leygarkvøldið 28. januar verður Planet gallakvøld á Hotel Føroyum. Har verður góð buffet at fáa, og avdúkingarnar av, hvør hevur vunnið tær ymsu heiðurslønirnar. Eftir at heiðurslønirnar eru lætnar, verður afterparty við dansi.
Beint eftir nýggjár verða tey, sum eru tilnevnd í teimum ymsu greinunum, avdúkað, og tá fer eisini at bera til at atkvøða við sms.
Atkvøðugreiðslan endar hósdagin 26. januar 2006.
 
 
Planetir
Besta útgáva
Besti bólkur
Besti sangari
Besta songkvinna
Besti nýggi bólkur
Besti útlendski bólkur
Planet-heiðurslønin