Arbeitt verður við einari ætlann at stovna eitt áhugafelag fyri føroysk træseglskip á Sjómannadegnum í Klaksvík næsta vikuskiftið. Á samkomu, sum verður á Klaksvíkar Sjómansskúla leygardagin, fara manningar av seglskipunum Westward HO TN 54, Jóhonnu TG 326, Norðlýsið TN 24, Dragan KG 212, Anniku TN 1174 og Fram TN 2 at umrøða eitt uppskot um at stovna áhugafelagið ?Føroysk træseglskip?.
Á samkomuni er ætlanin at velja eina nevnd, sum skal fyrireika eina stovnanina, og tað arbeiði skal vera liðugt um eitt ár.
Fyrireikararnir siga, at varðveitingarhugurin er stórur, men at enn eru ongar skipanir í Føroyum, ið stuðlað slíkum arbeiði. Mangastaðni í Skandinaviu eru skipanir, ið skipa samstarv millum mynduleikar og tey, ið fáast við skipsvarðveiting av áhuga, hetta fyri at tryggja samfelagnum antikvariska dygd í sjálvbodna varðveitingararbeiðinum.
Tað er hetta, sum havt verður í huga, nú tað verður farið undir at fyrireika eitt felag fyri Føroysk Træseglskip, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi í dag.