Fiskivinna
Norges Fiskarlag er ikki nøgt við fiskiveiðiavtaluna, sum Føroyar og Noreg undirskrivaðu í síðstu viku.
Tað eru serliga reglurnar um atgongd at fiska svartkjaft og makrel hjá hvørjum øðrum, sum ónøgdin er um.
NTB veit at siga, at Norges Fiskarlag vísti sína ónøgd við at taka seg aftur úr norsku samráðingarnevndini, áðrenn avtalan fyri 2006 varð undirskrivað.
Ikki nøktandi
Norges Fiskarlag heldur, at Noreg átti at fingið eina nøktandi atgongd í føroyskum sjógvi at veiða svartkjaft á sama hátt, sum landið hevur rokkið mótvegis ES.
- Tilboðið úr Føroyum lá alla tíðina langt niðanfyri norska kravið, sigur felagið.
Avtalan snýr seg um, at norsk svartkjaftaskip í mesta lagi kunnu fiska 4% av síni strandalandskvotu í føroyskum sjógvi. Tað merkir, at um heildarveiðan av svartkjafti verður 1,5 miljónir tons, kunnu norðmenn fiska út við 60.000 tons í føroyskum sjógvi í ár.
Betri avtala
- Norges Fiskarlag fer framhaldandi at royna at fáa eina betri svartkjaftaavtalu í lag við Føroyar, sigur formaðurin, Reidar Nilsen við NTB.