Okkara rættur til altjóða samstarv

Jón Guttesen
Valevni Tjóðveldisflokksins á Fólkating
???????
Fullur limaskapur í norðurlandaráðnum er vágskálin har okkara sjálvsavgerðarrættur í altjóða høpi verður vigaður, har okkara førleiki og rættur til altjóða samstarv verða royndir og Tjóðveldisflokkurin stendur einsamallur og verjir borg.
Føroya løgting stóð saman um, at krevja fullan limaskap í norðurlandaráðnum. Vit skulu út í heim, vit vilja nærkast okkara brøðratjóðum, og vilja samstarv á jøvnum føti og uttan haft.
Tjóðveldisflokkurin hevur við Norðuratlandsbólkinum skapt stórstu virðing fyri søk føroyinga á Fólkatingi, og virksemi í Norðuratlandsbólkinum er skýrt verða stórsta nýbrot á fólkatingið, farnu setuna.
Og virðingin skapt fyri norðuratlandsbólkinum skal nýtast í strembanini eftir, at fáa virðing fyri Føroya Løgtingi og avgerðum tess.
Fullur limaskapur í norðurlandaráðnum er eisini vágskálin har Føroya Løgting verður viga. Tann sum einki krevur ? vinnur einki. Og ABC flokkarnir krevja ikki og vinna einki.
Tjóðveldisflokkurin vinnur støðugt og áhaldandi Føroyum frama á fólkatingi - eisini tá tað ræður um okkara rætt til altjóða samstarv.