Hetta var í apríl mánaði í 1946. Tað eru sostatt 56 ár síðani, at Sofus fór úr Føroyum. ?Tá sá alt ikki út sum nú. Alt er nógv broytt síðani. At kalla alt var fiskivinna, og hetta merkti nógv í nógvum býum [...] er Sofus føddur í 1929. Hann er giftur Nessie. Tey eiga fýra synir, sum búgva ymsastaðni. Sofus og konan eru búsitandi í Aberdeen. Sofus hevur búð á Skálafjørðinum, í Klaksvík og í Havn. Áðrenn hann fór [...] varnast tú skjótt, hvussu lætt Sofus fellur í prát við øll fólk, ið hann hittir. Vit ferðast við einari føroyskari býarmynd í Aberdeen. Dagligdagurin Nú eru ógvuliga fá føroysk fiskiskip í Aberdeen. Samskifti
úr Kollafirði. Pápi var Fritleif Johannesen, sonur Petur í Mattalág í Havn. Eg eri eisini fødd í Mattalág, men eri uppvaksin í »Barnabúðini« í Konradsbrekku. Hetta var barndómsheimið hjá rithøvundanum [...] Brynhild er av góðum bergi brotin. Abbi hennara, Petur í Mattalág, var ein av kendastu monnum í Havn. Tá ið hann doyði í 1928 skrivaði presturin Absalon Joensen millum annað: Med Peter gik en af Thorshavns [...] grannahús hjá okkum. Eg byrjaði í nunnuskúlanum, men ræddist so illa nunnurnar, at eg flutti oman í kommunuskúlan, har Poul Jensen var skúlastjóri. Eg gekk í skúla í sjey ár og fór úr skúlanum 14 ára
Eg eri vísur í, at tygara vitjan fer at eggja mongum ungum føroyingum at byrja at telva segði sparikassastjórin Bjarni Olsen í heilsan síni til talvkongan Kasparov á tíðindafundi í Havn mánadagin. Hann [...] vegin, ger, at eyguni verða venda móti Føroyum. Í hvussu er eyguni hjá teimum, sum hava áhuga fyri talvi. Vit hava brúk fyri, at Føroyar gerast meira kendar í útheiminum. Tað hevur størri týdning enn vit [...] við Garry Kasparov varð hildin í nýggju hølunum hjá Føroya Sparikassi, Yviri við Strond. Sparikassatjórin fegnaðist tí eisini um at kunna bjóða Garry Kasparov vælkomnan í Føroya Sparikassa. -Tað er ikki
undrast, er, hvussu stórliga umstøðurnar eisini hjá hesi ítróttargrein eru broyttar og batnaðar henda farna mansaldurin. Í dag eru talvfeløg í hvørjari sókn. Tá gekst striltið at manna lið í Havn at taka [...] føroyskir topptelvarar av bygd og úr bý í dag sleppa at royna seg í altjóða talv-OL kring knøttin, upplivdi tú tindin í føroyskum talvkynstri í kappingini millum bert tvey lið í øllum landinum inni á Hotel Vestmanna [...] hevur gingið í. Men framburður var í landinum. Hetta vóru Kennedy-árini. Álitið á framtíðina mátti avspeglast í altjóða klædnamóta. Vælferð og trivnaður. Nýbygdir línubátar og nakrir trolarar í hvørjum bæi
ferður er, at siglt verður í norska skergarðinum. Eisini verða ferðir gjørdar í okkara parti av Atlantshavinum. Tað var á eini slíkari ferð, at skipið legði at í Havn mikudagin í seinastu viku. Tað vóru eini [...] seg smá segl í mun til støddina á skipinum. Hetta er ein vansi í kappsiglingum, tá ið vindurin er í lakari lagi. Best liggur fyri við frískum vindi. Gunnhild var dekkari, og hon var umborð í 11 dagar og [...] til, at vit sluppu umborð, var tann, at vit vóru í fylgi við Gunnhild Dahl Niclasen, sum hevur verið manning umborð fyrr í summar. Hon er ættað úr Havn og Klaksvík, dóttir Onnu Thomsen og Andrass Dahl
hvørki vita, hvussu nógv olja og gass verða funnin, hvussu nógv føroysk arbeiðspláss verða í hesi vinnu, ella hvussu stórar almennu inntøkurnar verða. Tó er sannlíkt, at olja verður funnin í 2001 ella 2002 [...] Oljuhoyringini? í Útvarpshøllini í farnu viku helt bóndin í Stóru Dímun, Óla Jákup í Dímun eitt innlegg, sum vit prenta í fullum líki. Hann segði: - Tá eg varð spurdur um eg vildi vera við í hesum tiltakinum [...] oljan kann takast upp. Bara í hesi fasuni fáa § 10 og 11 í oljulóggávuni, sum sigur, at allar veitingar skulum føroyska havn ella flogvøll, stóran týdning fyri aktivitetin á landi í Føroyum. Nógvir spurningar
tey í huganum á jólum, sum ikki eiga nakran góðan og sum einki eiga at halda jól fyri. - Í Finnlandi kanst tú lata gávur og pengar inn anonymt, til dømis til Frelsunarherin, sum eins og KFUK í Havn heldur [...] børnunum er hetta ein rættiliga týdningarmikil siður og nógv hava eitt lítið fuglahús at seta út í kavan á jólum, har smáfuglarnir, sum eru nógvir í tali í Finnlandi, fáa ein góða bita, sigur Peter Turtschaninoff [...] búgva í býnum, eta skinku jólaaftan. Hetta er ein serlig skinka. Grísurin verður slaktaður síðst í november, hann verður hongdur upp í eina viku, skorin sundur og so verður skinkan við beini løgd í salt
skjótt, myndin var prentað í blaðnum, kundi Sosialurin boða David McDine frá, hvør familjan var. Fólk, sum eru ættað úr húsunum, settu seg í samband við blaðið, og í eini handavending vóru øll nøvnini komin [...] vinfólkini hjá pápanum í Føroyum. - Eg eri púrasta ovfarin, tí tað er so langt síðan, at pápi mín var í Føroyum. Tá ið eg sendi myndirnar upp til Sosialin, væntaði eg, at kanska eini tvey fólk í Føroyum vistu um [...] mín, sum var her í 1942 og 1943. Men nú síggi eg, at her er ein heilur hópur av fólki, sum veit um vinarbondini, sum knýtt vórðu í sínari tíð. Spurdur, hvussu ferðin til Føroya kom í lag, sigur David:
Føroyska flaggið var gjørt í Keypmannahavn í Danmark í 1919. Tað vóru teir tríggir føroysku studentarnir, vinmenninir, Jens Olivur Lisberg úr Fámjin, Janus Øssursson úr Havn og Pauli Dahl úr Vági, sum [...] upp, nógv fólk stóð á brúnnið, nú vóru góð ráð dýr, men áðrenn vit vita av, er onkur, ið heysar danska flaggið niður og okkara unga merki fer spakuli¬ga í húnar hátt, tá var onkur, ið fekk vátt í eyguni [...] flaggið. Teir vóru ávirkaðir av tjóðarfatanini, sum eftir fyrra heimskríggj var grundfest í friðarsáttmálanum í Versailles í 1919. Grundtankin var, at allar tjóðir skuldu hava frælsi at avgera síni egnu viðurskifti
Hann var føddur 1687 í Koltri og doyði í 1759. Hann var bóndi í Koltri og festi í 1731. Ein abbasonur hansara kallaðist eisini Niklas (1765-1832). Hesin varð kallaður kongurin í Koltri. Hann hevði dómsvald [...] stórur fyri ættarmótum í Føroyum. Bert hetta eina vikuskifti hittust fleiri enn 1.000 fólk til nevndu ættarmót. Á Koltursstevnuni vóru tey 450 fólk. Eini 150 av teimum vóru eisini úti í Koltri, hóast líkindini [...] ættir, sum vóru umboðaðar, vóru døturnar hjá Hanusi og Marionnu í Koltri: Elspa uttar í Stovu, f. 1818 Lisa í Skemmuni, f. 1819 Anna Katrina í Fjósi, f. 1823 Marin Fredrikka undir Kletti, f. 1825 Nicolina