Hann var útímóti vaksin, og eg um tannáringur. Hann var skrivstovumaður, eg ørindadrongur í heilsøluni hjá pápa. Vit spældu eisini í hornorkestrinum saman. So vit kendust væl.
Minnist ikki annað frá hesum dammspølum, enn at vit plagdu at vinna og tapa hvørt um annað.
So eitt kvøldið gjørdu vit av at telva. Dugdu gott og væl mannagongdina. Eg hevði lært hana sum skúladrongur niðri hjá Peri hjá Anfinni Debes, og Jákup úti í Nólsoy, har teir eisini leiktu fýrtalv, segði hann. Men tað var so trongligt á borðinum, at tú fekst neyvan flutt fyri talvfólki.
Fyrsta talvið okkara millum vann eg, hóast ikki stórt meir bitin av talvi enn av ludo. Men nøkur kvøld seinni vann Jákup ruddiliga og legði aftrat, at hann ongantíð aftur skuldi lúta fyri mær í talvi! Tá var jassurin farin at ganga í Havnar Telvingarfelag og var fallin fyri spælinum. Vit telvaðu neyvan nakrantíð aftur. Hann hevði tikið hægru leiðina og rann langt undan mær, sum hevði slept talvgøtuni og í mesta lagi sitið í talvi fimm ferðir síðan dystin móti Jákupi fyri yvir mansaldri síðan.
Eitt kalla tey at vera ludoman. Jákup var blivin "talvoman". Tosaði til tíðir um lítið annað. Móti vári 1962 kundi hann tó spyrja meg um Vestmanna, sum eg kendi líka væl frá ferðum norðuri hjá abba og ommu, sum hann kendi Nólsoy.
Orsøkin til forvitnið og spurnið var vitiliga, at Jákup hevði hug til, at Havnar Telvingarfelag tók dystin uppaftur móti Vestmanna um Wood-borðið eftir tvey ára steðg. Hann vandi óført um kvøldini og ringdi nógv til aðrar telvarar um dagin ? alt fyri at skapa stemning fyri einum páskatúri til Vestmannar.
Men striltið gekst. Talan var lutvíst um tilkomnar familjumenn, sum illa fingust heimanífrá frægastu høgtíðina til frið og veður á árinum. So, tá tað umsíður eydnaðist at skava seks luttakarar saman, mest ungir og gamlir dreingir, sýntist liðið hjá havnarmonnum at vera samansett av handahógvi. Minnist Jákup siga, at onkur sást ikki í Telvingarfelagnum heldur enn lundi á jólanátt. Men at telva dugdu teir.
Ferðin gekk um Kollafjørð. Ein tíma at sigla við mjólkarbátinum norður um Hólma, við Síðu og á Sjóvarbrúgv, tá ein hugtakandi bryggja, har deyðir kálvar, mjólkarbiði og stásiligi amerikansk dollargrin hjá sjauførunum í Norðstreymi trokaðust hvørt um annað. Harnæst ein tími at koyra, áðrenn tú vart frammi í Vestmanna. Við andstreymi, eysturætt, umskipan, stúving, bíðing, av- og ákoyring tók Vestmannaferðin dastið av einum hálvum degi.
?Pressararnir? vinna
Olaf á Posthúsinum var ein av teim mongu "pressarunum", sum Vestmanna átti, bæði telvari og ofta eigari av tí flottasta dollargrininum í bygdini. Pedro koyrdi skjótari, so tað vóru mest yngri menn, ið tordu uppí hjá honum. Vegirnir vóru sum mánalandslag en miniature at koyra á, so bilarnir hjá Pedro mundu vera sterkt bygdir. Jógvan í Leynum var hin hóvligasti og meiri umbiðin av tilkomnum konum við børnum.
Tað var tó ein vissur "steilur" yvir havnarmonnunum, sum stigu úr rutubilunum uttan fyri Hotel Vestmanna henda skírisdag, ílætnir tunnan frakka við trimum knøppum, kassaklædning við smølum reversi og slipsi, rakettbuksur, sum akkurát kláraðu niður á og næstan strammaðu um øklarnar. Hvíta nylonskjúrtu og spískar skógvar við pappírstunnum botni. Mest óhóskandi klæði til føroyska veðurlagið, sum nakað ættarlið hevur gingið í.
Men framburður var í landinum. Hetta vóru Kennedy-árini. Álitið á framtíðina mátti avspeglast í altjóða klædnamóta. Vælferð og trivnaður. Nýbygdir línubátar og nakrir trolarar í hvørjum bæi og útflutningsvirðið á veg upp aftan á tey trongu 50-árini. Tað váraði. Páskir og frítíð. Tveir heilir dagar fyri framman við tí beru telving, tá menn fingu ovmikið av adrenalini til at nøkta ta turvelvdu talvomaniina.
Vestmenningar sóu meiri bragdligir, ja ikki sørt sigursælir, út. Teir vóru á heimavølli, og minst helmingurin av liðnum æt Durhuus til eftirnavn, stórir og sterkir, onkur enntá eksplosivur, segðist, undir fryntligu skræðuni, afturímóti fjáltraðu og klæntrasligu havnarmonnunum við teim smáu telvarahondunum.
Hotelverturin æt eisini Durhuus, kelinevndur Skipper. Av hugnaligastu monnum í vesti. Syrgdi fyri, at te og kaffi við wienarbreyði ikki treyt ? heldur ikki til teir forvitnu vestmenningarnar, sum tá fríggjadagurin fall í longra lagi, leitaðu sær inn á hotellið at hyggja at nøkrum av teim mest djúptonknu, her samanbitnu talvsnillingunum, ið Føroyar tá kundu mynstra.
Hvussu henda Wood-kappingin í 1962 endaði? Meini, at havnarmenn vóru bilsnir yvir at standa seg so væl, sum teir gjørdu. Ikki ónøgdir við úrslitið, og fegnir eftir mestur hesa fyrstu Vestmanna-ferðin at telva hjá teim flestu, lovaðu teir hvør øðrum og sær sjálvum at brynja seg betur árið eftir.
Fyri Vestmanna eitt frískt várlot inn í tær talvomanisku heilakyknurnar uttaneftir, ja enntá frá einum komandi liði av telvarum frá høvuðstaðnum. Pressararnir í Vestmanna høvdu vunnið. Sum barn á vitjan hevði eg altíð fingið at vita, at tað skuldu minst fimm havnarmenn til at taka ein vestmenning. Tað mátti so vera.
Talvkapping um Wood-borðið bleiv nærum fastur páskatáttur hjá mær sum unglingi í 60-árunum. Mangt kundi verið at trivið í. Sum tá vestmenningar vunnu á Havnini við 1/2 stigi í 1963, av tí at ein gøtumaður í síðsta umfarinum óvæntað tók av einum tilboð um remis frá Olafi á Posthúsinum, keturoykjandi og altíð smílandi grand-old-man hjá vestmenningum. Kanska var her talan um, at útjaðarin fyri eina ferð skuld fann saman móti Havnini?!
Havnin reisist
Wood-kappingin 1967 var nakað serligt. Hon fór fram á kommunuskrivstovuni í Vestmanna, eftir at Wood-borðið hevði búð í Vestmanna í mong ár. Henda páskakappingin varð merkt av einum sterkum havnarliði. Jákup Henriksen, frábera skemtiligur telvari, sum vit báðir Jákup Thomsen plagdu at kelinevna "Jákup pulvur", tí hann ofta psykologiskt pulveriseraði mótpartin, var ikki við hesar páskirnar, helst tí hann sigldi. Men harafturímóti væntaðu fólk sær nógv av Henry Olsen, John Nolsøe og serliga Hanusi Bærentsen.
Minnist henda unga fámælta kvívíkingin í myrkum blazara handan tónaður brillur. Tá ein mótspælari kroysti fram úr sær: "Eg haldi, eg leggi kongin", svaraði Hanus stillisliga: "Tað hevði eg eisini gjørt, um eg var tú." Henda kappingin var so fjølment, at hon mátti gerast liðug seinni. Tástaðni hittust oddaliðini úr Havn og Vestmanna.
Eitt tíðarskeið fór í søguna, uttan at vit varnaðust tað tá. Nýggir gávaðir telvarar vóru um at vinna seg fram, men fleiri gamlir hildu treiskliga á og stóðu seg væl. Wood-borðið flutti sum so mangt annað til Havnar, hóast kappingin um tað var spennandi til tað seinasta.
Men tað, sum fær ein at undrast, er, hvussu stórliga umstøðurnar eisini hjá hesi ítróttargrein eru broyttar og batnaðar henda farna mansaldurin. Í dag eru talvfeløg í hvørjari sókn. Tá gekst striltið at manna lið í Havn at taka avbjóðingina upp móti teim óyvirvinniligu vestmenningum. Meðan føroyskir topptelvarar av bygd og úr bý í dag sleppa at royna seg í altjóða talv-OL kring knøttin, upplivdi tú tindin í føroyskum talvkynstri í kappingini millum bert tvey lið í øllum landinum inni á Hotel Vestmanna. Har var so hátíðarliga stilt inni. Ein páskafriður. Roykurin úr sigarettini hjá Olafi, Henry, Samson, úr ballinum hjá Hansi og úr pípuni hjá Sofusi hekk tjúkkur undir loftinum. Skipper hevði hásesong til liggjandi gestir, so hann bjóðaði kaffi av lívsins kreftum hesar hugnaligu skíris- og longu fríggjadagar, sum ikki blivu so langir av tí sama, og sum í dag eru hugnalig ungdómsminni hjá einum ikki-telvara um tey hálvthundrað. Hvør brúkar sína frítíð til sítt ítriv. Tá ein kennir telvarar, man talv vera millum tær frægu dagdvøljurnar.
So fer tíðin. So broytist alt. Eisini vit. Men góð páskaminni frá Vestmanna fyrru helvt av 60-árunum eru millum tey kærastu.