VIDEO: VAR yvirsá klárt reytt kort til Viborg

(Video) Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Fredericia taptu 1-2 í Viborg

Mattias H. Lamhauge í dagsins dysti móti Viborg (Mynd: Ritzau Scanpix)

Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Fredericia taptu í dag í dysti á útivølli í donsku superliguni 1-2 fyri Viborg. 

 

Men tað kundi verið heilt øðrvísi, um VAR hevði riggað eftir ætlan í hesum dystinum. Tá 31 minuttir vóru leiktir í fyrra hálvleiki tók málverjin hjá Viborg, Lucas Lund bóltin ein metur uttanfyri brotsteigin, og átti tí av røttum at fingið reytt kort. Tað vísa sjónvarpsmyndirnar heilt greitt. Men VAR spældi ikki við í hesari støðuni. Støðan var javnleikur 1-1, tá Lucas Lund loftaði bóltinum uttanfyri brotsteigin hjá Viborg. 

 

HER  ber til frá Viasat at síggja margháttligu støðuna, har Lucas Lund tekur bóltin uttanfyri brotsteigin.

 

Gustav Marcussen legði Fredericia á odda í 15. minutti við einum góðum skoti hann setti upp í málhornið. Tim Freriks javnaði við einum stútara bert sjey minuttir seinni. Longu sá tað út til, at Fredericia fór at fáa eitt stig við sær til Eysturjútlands, men í 89. minutti skoraði Yonis Njoh sigursmálið til 2-1.

 

Mattias hevði fýra bjargingar sambært Soccerstand, og hann fær frá Soccerstand karakterin 6,2 (av 10). Miðalkarakterurin hjá øllum leikarunum hjá Fredericia var 6,3.

 

Fredericia er nummar 10 av teimum 12 liðunum við 11 stigum fyri 10 dystir. 

 

Komandi sunnukvøld klokkan 19 hevur Fredericia dyst á heimavølli móti Brøndby. 

 

 

 

Mattias H. Lamhauge í dagsins dysti móti Viborg (Mynd: Ritzau Scanpix)