Ummæli: Ikki nógv at flenna eftir

Kinna Poulsen hevur verið til leik á Tjóðpallinum, og hevur ummælt leikin.

 

Gerandislív í triðja ríkinum eitur leikurin, sum byggir á upprunaleikritið Furcht und Elend des Dritten Reiches, eftir kenda týska dramatikaran og leikstjóran, Bertolt Brecht.

 

Sjálvt um okkurt er stuttligt, er ikki nógv at flenna eftir hjá teimum neyðars menniskjunum í triðja ríkinum í leikinum, sum verður leiktur í løtuni á Tjóðpalli Føroya. Eftir leiklok er stilt sum í grøvini inntil onkur tekur seg saman at takka fyri veldugu upplivingina við lógvabrestum. Vit taka undir og klappa við lít, men myrkrið eltir meg kortini út í garderobuna, har ljóðið av einum jakkatræi, sum dettur á gólv, fær meg at hvøkka við. Eg eri ikki einsamøll um hesa kenslu, sum eg hómi í andlitunum á mínum medáskoðarum; fjálturin í leikinum er farin inn undir húðina á okkum inn í sjálva nervaskipanina, har hann hevur funnið ein móttakara, ið kennir aftur brá í óhugnaliga mynstrinum, sum leikurin vísir okkum, sigur Kinna Poulsen millum annað.

 

Øll leikavrik eru framúr; tað er frálíkt at síggja Kjartan Hansen aftur við hansara serliga ansi fyri humor og tí groteska og at uppliva Súsonnu Tórgarð spæla við øllum sínum heimliga óhugna og ikki minst at síggja Bjørn Mouritzarson Mohr, sum spældi í filminum hjá Sakarisi Stórá, The Last Paradise on Earth, spæla so væl á palli við orkumiklum, ungum óndskapi. Tað er flott. Hetta er fyrsti leikur, sum Tjóðpallur Føroya setir upp síðan Harald Thompson Rosenstrøm bleiv stjóri og leikstjórin er ein av hansara kontaktum, ukrainski Orest Pastukh. Ein góð byrjan og eg gleði meg til framhaldið og at síggja enn fleiri av okkara framúr góðu sjónleikarum framføra á okkara tjóðpalli, skrivar Kinna Poulsen m. a. í ummæli sínum á listaportalinum.

 

Alt ummælið kann lesast her: Vegurin til heljar — Listaportal