Tað kann sigast, at áhugin er stórur fyri ættarmótum í Føroyum. Bert hetta eina vikuskifti hittust fleiri enn 1.000 fólk til nevndu ættarmót. Á Koltursstevnuni vóru tey 450 fólk. Eini 150 av teimum vóru eisini úti í Koltri, hóast líkindini ikki vóru av teimum bestu.
Tær ættir, sum vóru umboðaðar, vóru døturnar hjá Hanusi og Marionnu í Koltri:
Elspa uttar í Stovu, f. 1818
Lisa í Skemmuni, f. 1819
Anna Katrina í Fjósi, f. 1823
Marin Fredrikka undir Kletti, f. 1825
Nicolina hjá gamla Sakarisi, f. 1832
Ein systir Marianna, f. 1827 giftist ikki og eigur tí ikki eftirkomarar.
Jens Dalsgaard á Glyvrum hevur savnað nøvnini í ættini fram til fimta ættarlið. Tey fylla heilar 67 síður, og eftirkomarar við makum í allari ættini telur 6.000 nøvn.
Bygdamenning: Fongsul í Koltri
Fyrst í hesum riti verður greitt frá oldurabbanum hjá hesum systrum, Niklas. Hann var føddur 1687 í Koltri og doyði í 1759. Hann var bóndi í Koltri og festi í 1731. Ein abbasonur hansara kallaðist eisini Niklas (1765-1832). Hesin varð kallaður kongurin í Koltri. Hann hevði dómsvald og brúkti sornhúsið sum fangahús. Tey dømdu fingu matin niður gjøgnum ljóðaran!
Ættirnar, sum hittust, vóru tískil eftirkomarar hjá abbadøtrum hansara.
Vit hava annars fyrr í røðini Hendur ið Sleptu umrøtt ættargreinina hjá Marin Frederikku. Hon var gift við Hans Paula undir Kletti. Ein sonur teirra var kendi handilsmaðurin í Havn, Hans Joensen, sum ikki vildi arbeiða hjá pápa sínum, tí hann seldi brennivín!
Nicolina hjá gamla Sakarissi
Vit fara í hesi grein bert at tríva í eina aðra grein, og tað er henni hjá hjúnunum Nicolinu f. 1832 og gamla Sakarissi (1821-1905) í Skopun. Keldan til hendan partin av frásøgnini er grein í Kvørnini um fyrstu fólk í Skopun, sum Jens Marius Hentze hevur skrivað.
Nicolina og Sakaris vóru bæði úr Koltri. Tey vóru annað húsið haðani, sum búsettist í Skopun, og tey fluttu hagar 1. septembet 1856. Skopun var annars bygd í 1833. Í 1860 vóru 10 hús í Skopun, og fólkatalið var 56.
Sakaris róði út, var timburmaður, og átti fitt av jørð. Hann var eisini skjútsformaður og líkskoðari. Sagt varð um Sakaris, at hann var sera góðsligur og beinasamur og dugdi illa at sýta fólki bøn. Hann smíðaði nógv men tók lítið fyri tað. Tá ið ein nakað ódlig konusystir, Marianna, kom í húsið, flutti hann sjálvur aðrastaðni at búgva nøkur ár heldur enn at reka hana á dyr.
Ein søga um Sakaris er, at hann saman við øðrum vitnaði í onkrari ósemju. Teir skuldu svørja í rættinum. Aftaná spurdi onkur bygdarmaður Sakaris, um tað nú var so beint, hann svór. ”Nei, ikki mundi tað vera so rætt, men eg svór tí hinir svóru!”
Marianna og Klæmint
Ein dóttir teirra Marianna f. 1872, giftist við Klæminti, ið var sonur Klæmint hjá Dímunar Jóannes. Hetta er ein stór ætt, sum vit fyrr hava umrøtt. Millum annað fyri kortum í røðini Hendur ið Sleptu um Jens í Dali og um Margrethu, sum giftist við Georg Lindenskov. Fleiri frásagnir eru á veg.
Sjálvur átti Klæmint tveir beiggjar. Teir vóru Johan Clementsen (1876-1959) og Rudolf Johannesen (1880-1948).
Klæmint doyði í 1905 av sjúku bert 32 ára gamal. Men sum tað konubrot Marianna var, fall hon ikki í fátt. Hon bæði flakti og saltaði fisk fyri Búrhandilin, tí gamla handlinum í Skopun, var røsk at dyrgja og gjørdi alt mansarbeiði. Hon velti, skar torv og bar tøð. Tá ið systirin Marensa doyði, tók hon dóttir hennara, sum eisini æt Marensa, í fostur afturat sínum egnu.
Øll børnini av landinum
Marianna og Klæmint átti trý børn, Hans Marius f. 1897, Katrina, f. 1900 og Dorthea f. 1904. Tey endaðu øll uttanlands.
Hans Marius fór til Canada at fiska við trolara. Í fyrsta umfari hevði hann bert bundið seg fyri tvey ár. Men so hendir tað, sum kann henda, at hann hittir og giftist við einari gentu av fronskum uppruna, og so varð hann verandi í Canada.
Hans Marius átti tveir synir Hans og Clement, teir eru báðir mitt í 50-árnum.
Báðir búgva í Halifax, og hvørgin teirra eigur børn.
Eisini átti hann dótrina Louise, sum nú er 62 ára gomul. Hon býr í Trinidad í Karibiska havinum.
Hon eigur 4 børn: Tvær døtur sum eita Renée og Marina, tær eru um 30 ára gamlar, og tveir synir, Christopher og Peter, sum eru um 20 ára gamlir.
Hans Marius helt á sum fiskimaður og var 1. stýrimaður við einum trolara. Hann sigldi eisini í sjóverjuni undir 2. heimsbardaga.
Hetta við at fara at fiska trolarum í Canada hevur verið rættuliga vanligt tá í tíðini. Tann fyrsta, sum vit vita um, ið er fluttur til Halifax, er Óla Jákup Eliassen úr Fuglafirði. Hann var sonur Onnu og Hans Elias í Beiti. Hann er farin á leið 1910, men er longu deyður umleið 1920.
Tað er ikki nógv skrivað um hendan partin av okkara fiskimannasøgu. Tó hevur Niels J. Arge skrivað um skopuningin Klæmint Thomsen (1906-1984), sum eisini búsettist í Canada. Sum tað sæst seinni í hesi grein er hann eisini ein partur av hesi søgu. Klæmint fór við enskum trolara til Canada at fiska í 1926 og skuldi bert vera burtur í 10 mánaðir. Sum fleiri aðrir føroyingar búsettist hann í Halifax og fór at sigla haðani. Hann giftist við Alice. Klæmint gjørdist skipari á trolara og sigldi við sama reiðarí í 40 ár. Undir krígnum vóru allir trolarar tiknir til vaktartænastu, og hesa tænastu kom Klæmint við í.
Katrina fór til Noregs
Katrina, f. 1900, fór til Danmarkar, sum eisini var vanligt hjá gentum tá í tíðini.
Her hittir hon ein norskan sjómann Bjarne Fellingfors f. 1901. Tey búsetast í Oslo og fáa trý børn.
Tey vóru:
1. John f. 1931, giftur við May Engel f. 1938
2. Mari Ann f. 1932, gift við Gunnar Randen f. 1929. Tey eiga trý børn
3. Olaf Fellingfors f. 1937, eigur ein son.
Fleiri teirra vóru eisini í Føroyum til ættarmótið.
Funnu ættina gjøgnum FF-blaðið
Tað sum annars er grundarlag fyri hesa søgu er, at samstundis sum skopuningarnir fara til Canada, fer Sigurd Petersen f. 1896 úr Puntabyrgi á Tvøroyri eisini til Canada sum fiskimaður. Hann giftist við Dortheu hjá Marionnu og Klæmint.
Hetta var nøkurlunda tað, sum var vitað um hesa ættina inntil fyri kortum.
Fyrst í 2007 fór ættin í Puntabyrgi á Tvøroyri at fyrireika eina ættarstevnu.
Tó var eitt “men”. Tey vistu, at tey høvdu familju í Canada, sum tey ikki høvdu verið samband við síðan Sigurd, sum flutti til Canada, doyði í 60-unum.
Skrivað varð til borgarstjóran í Halifax fyri at finna eftirkomarnar eftir Sigurd og Dortheu. Men hetta gav ikki úrslit.
Seks vikur áðrenn stevnuna koma Diana í Puntabyrgi í prát við Ester og Jóhan Restorff. Tey tosa um skyldskap og kenningar.
Tá fullu orðini frá Jóhan: “Jú, tað var ein kona frá Skopun, sum giftist við einum úr Puntabyrgi av Tvøroyri”. Diana svarar: “ Hvat var tað tú segði, Jóhan? Hatta mega vit hoyra meira um!”
Jóhan hevði lisið hetta í FF-blaðnum. Har lesa tey so um tey trý systkini úr Skopun, sum øll fluttu úr Føroyum í 20-unum.
Jóhan er í familju við móðurættina hjá teimum, og hevði tí havt áhuga fyri hesum og lisið væl uppá.
Finn í Puntabyrgi ringdi so til ættina í Noregi fyri at vita um rætt var. Jú, jú tey kendu familjuna í Canada. Nú fingu tey teldupostadressir til teirra.
Seks vikur vóru nú til veitsluna, so tað mátti berast skjótt at. Men tvær abbadøtur hjá Sigurd Petersen vóru við.
Hetta varð so byrjanin til sambandið við eftirkomarnar hjá Sigurd og Dortheu.
Tað sum í byrjanini skuldi verða ein familjuveitsla fyri at æra Margrethu og Peter Lars Petersen, sum búði niðri í Puntabyrgi, bleiv nú skipað sum ein rættilig Puntabyrgisstevna í tríggjar dagar í juli 2007. Umleið 300 eftirkomarar eru, og 160 komu við.
Hugnaligt og stuttligt var at síggja fløggini frá Canada, Grønlandi, Danmark og Føroyum veitra á Puntabyrgisheygnum. Ættin er í øllum hesum londum.
Abbadøturnar hjá Sigurd Petersen, Heidi og Wendi, vórðu sera væl móttiknar av familjuni og tær vóru hugtiknar av Føroyum. Men tað besta var, at nú kendu tær sín uppruna.
Nú hava tær so saman við øðrum í ættini aftur verið í Føroyum til ættarstevnu hjá ommuættini.
FF-blaðið, sum er upprunin til hesa søgu, er blað nr. 369. Her var ein áhugaverd søga um fiskimannin Jens Frederik Jensen úr Skopun, sum fer til Íslands seinast í 19. øld. Hann giftist og fær 9 børn. Tá ið konan doyr, koma fýra av synunum til Føroyar. Ein av hesum var tann nú 102 ára gamli Óskar Jensen. Hann hevði føðingardag 18. august og varð umrøddur i Sosialinum. Óskar flutti tó aftur til Íslands. Í hesum sambandi var eisini endurgivið yvirlit yvir eftirkomarar hjá Elsu og Dímunar Jóannes, gjørt av Ólavi Clementsen. Jens Frederik var sonur Janus hjá Dímunar Jóannes. Óskar og Dorthea vóru tískil trýmenningar.
Hetta var so tað sum førdi til, at ættin hjá Sigurd fekk samband við sína canadisku ætt. Tað vóru norsku og canadisku skyldfólkini, sum komu við uppskotinum um at halda hesa ættarstevnu, sum nú var. Hesi fólk eru tískil millum tey mongu, sum virðismeta FF-blaðið sum var.
FF-blaðið var sum kunnugt felagsblað fyri Føroya Fiskimannafelag. Tess fremsta uppgáva var at verja áhugamálini hjá fiskimonnum og at kunna teir um virkið hjá felagnum. Men samstundis varð roynt at gera eitt blað, sum kundi hava áhuga fyri øðrum enn fiskimonnum. Hetta var millum annað gjørt við at fáa niðurskrivað søguna hjá fiskimonnum. Hetta eydnaðist sera væl. Blaðið fekk eina stóra lesarafjøld. Hitti framvegis fólk, sum saknað blaðið, sum varð niðurlagt orsakað av formansskiftinum í 2007.
Av Tvøroyri og Skopun: Rann saman í Halifax
Tí var tað sera stuttligt at kunna hitta hesi seks skyldfólkini úr Canada dagin fyri, at tey fór úr aftur Føroyum.
Frá teimum fekst so eisini henda áhugaverda søgan um, hvussu tað gekk hesum føroyingum, sm leitaðu sær eydnuna úti í heimi fyrst í undanfarnu øld.
Serliga áhugaverd er søgan um, hvussu ein genta úr Skopun og ein drongur av Tvøroyri hittast og giftast – í Canada.
Sum longu nevnt var maðurin í hesi søgu Marius Sigurd Petersen, f. 1894. Hann var ættaður úr Puntabyrgi á Tvøroyri, sonur Margrethu og Peter Lars Petersen.
Ein beiggi hansara var Alfred Petersen, f. 1892, sum var kendur sum sjómanstrúboðari, fyrst í Íslandi og síðan í Grønlandi. Ein annar beiggi var Gunnar Petersen, f. 1910, kendur sum fakfelagsleiðari. Hann var formaður í Føroya Arbeiðarafelag, tá ið hann doyði fyrst í 1970-unum.
Ein systir var Nicolina, f.1902, mamma Finn í Puntabyrgi. Onnur systkin vóru Óli í Líðini, f. 1889, Emil Petersen, f. 1912, Thomasia Larsen og Susanne Malene vóru tvíburðar f. 1907, Dion Emil f. 1890, deyður ungur av vanlukku, Dagmar f. 1898, Petra f. 1900 og Andrea Mortensen f. 1892.
Sigurd hevði útlongsul, sum nógvir aðrir føroyimgar, og hann fer eins og Klæmint og Hans Marius til Canada at fiska við trolara. Hetta var eisini ætlað at vera fyri eitt avmarkað tíðarskeið. Men tað skuldi ganga nógv annarleiðis.
Ferðin til Canada
Sigurd hevði tá eina ferð hitt Dortheu úr Skopun, og tey høvdu eisini dansað saman, meira var ikki hent. Kanska hevur hann droymt um at hitta hana, tá ið hann kom heim aftur.
Tað eru ymiskar frásagnir um, hvussu Dorthea kom til Canada, men tann mest sannlíka er henda:
Dorthea fekk til arbeiðis at fylgja konu skiparan hjá Hans Marius á einum ferðamannaskipi úr Portsmouth í Suðuronglandi til Boston í USA. Hon var við barn, hevði ongantíð fyrr verið við einum skipi og var tí rædd fyri at sigla. Tí tørvaði henni onkran at fylgjast við.
Hesa uppgávu fekk Dorthea gjøgnum beiggja sín Hans Marius, sum tá fiskaði við einum trolara út frá Canso í Nova Scotia saman við Sigurd.
Dorthea hoyggjaði í Koltri, tá ið mamma hennara fekk eitt bræv, ella kanska hevur tað verið telegram, frá Hans Marius um, at hann hevði eitt arbeiði til Dortheu. Mamman sendi straks boð eftir henni. Dorthea gjørdi skjótt av og fór avstað. Tað var kortini tungt hjá henni at fara frá øllum teimum, sum hon kendi. Men hetta var jú ein spennandi avbjóðing at fáa hjá ungari gentu tá í tíðini.
Dorthea fór við einum skipi til Bretlands og fór so við toki til Portsmouth. Hon hevur seinni greitt ommubørnunum frá hesi ferðini, tá ið hon sá hetta fremmanda landslagið við vøkrum urtagarðum um húsini, sum koyrt varð fram við.
Hon greiddi eisini frá ferðini um hav, har hon mátti hjálpa hesi kvinnu, sum var so ring av sjóverki. Sum tað skilst vóru tær nógv á dekkinum, helst av somu orsøk.
Dorthea steðgaði á í Boston, har hon arbeiddi eina tíð. Men tá helt hon, at frægast var at fara at vitja beiggja sín Hans Marius, áðrenn hon fór heim aftur. Hetta hevur eisini verið ein fittliga long ferð, einir 400 fjórðingar. Í Canada arbeiddi hon eina tíð sum húshjálp.
Tá er tað, at hon hittir Sigurd, sum siglir saman við Hans Marius, og tað endar so við, at tey giftast. Men hon yvirgav seg ikki so uttan víðari. Hann mátti fríggja tríggjar ferðir, áðrenn hon játtaði!
Tey høvdu eitt gott lív saman, men plagdu onkuntíð at arga hvønn annan. Dorthea plagdi at glósa mannin við, hvat ið kundi væntast av einum manni úr Puntabyrgi. Hann svaraði aftur, at hann dugdi ikki at síggja, at tað skuldi vera nakað frægari at vera úr Skopun!
Dorthea kom eina ferð heim aftur
Dorthea var bert eina ferð aftur í Føroyum. Hetta var í 1949. Tá ætlaði hon at fáa mammuna við yvir til Canada, so hon kundi búgva nærindis tveimum av sínum børnum sínar síðstu dagar. Marianna fór eisini við henni. Men tá ið tey koma til Danmark gerst Marianna sjúk og fór tí ikki longur. Hon livdi sínar síðstu dagar hjá fosturdóttrini Mourentsu í Danmark.
Sigurd var ongantíð aftur í Føroyum. Eftir at vera givin sum skipari arbeiddi hann fyri National Fish, skipaeftirlitið.
Tá ið hann fór frá sum pensionistur, var ætlanin at fara aftur til Føroyar at vitja, men hann bleiv sjúkur av krabbameini og doyði. Børnini hjá Sigurd og Dortheu hava ongantíð verið í Føroyum.
Tað kann verða nevnt, at Herluf Gaard Joensen úr Skopun var í sínum ungu døgum við Brandi Sigmundarsyni. Teir fiskaðu í St. Lawrenceflógvanum og komu inn til Halifax í 1961. Tá fingu tey vitjan umborð av Klæminti, Hans Marius, Sigurd og Dortheu. Tá gekk illa hjá Hans Marius at tosa føroyskt.
Ommu- og abbabørnini hjá Dortheu og Sigurd minnast væl Klæmint. Tey kallaðu hann "Uncle Clem". Hann var ein góður vinur við hini, sum eru nevnd. Menninir sigldu saman við sama skipi og búði í sama býi, til sonur Klæmint gekk burtur við einum trolara. Tá fluttu tey til Pictou í Nova Scotia.
Tikin í tollinum við nylonsokkum
Tá ið Dorthea kemur heim fer hon sum rímiligt er at vitja verfamiljuna í Puntabyrgi. Við sær hevði hon nakað, sum var serstakliga forvitnisligt fyri konufólk tá á døgum, nevniliga nylonsokkar. Sigurd átti fleiri systrar, sum høvdu verið sera forliptar um slíkt stás.
Men hetta gekk ikki væl. Tá ið Dorthea kom til Bretlands á veg til Føroyar vóru sokkarnir tiknir í tollinum. Tað var ringt at síggja nakra orsøk fyri hesum uttan at tollarin vildi útvega síni egnu konu hetta luksus, sum tað eisini var í Bretlandi. Hetta var sera snópisligt.
Ættin
Sigurd og Dorthea giftust 21. juni 1928. Tey fingu trý børn.
Elst var Peter Clement, føddur 16. mai 1930. Hann giftist 16. juli 1955 við Isabel Rosana f. Rowe, f. 1934. Isabel var í Føroyum saman við systir síni Carol Grantham, sum ikki hevur beinleiðis samband við ættina, men sum kortini vildi fáa hetta upplivilsi.
Tey fingu fimm døtur:
1. Kathryn Shawn, f. 1960, gift við James Ritson Longmire, f. 1959
2. Wendi Joanne, f. 1963, gift við Jeffrey Kenneth Deepnose, f. 1962. Tey eiga trý børn: Carlton Isak, f. 1989, Danne Signe f. 1992 og Anika Isabelle f. 1994.
3. Bonnie Louise, f. 1965, ógift.
4. Heidi Anne f. 1969, gift við Antonio Valim Bemfica, f. 1966. Tey eiga tvey børn: Felipe Marius, f. 1999 og Capitu Anouk, f. 2002.
5. Trude Jeanne f. 1971, gift við Gregory Lawson Inglis, f. 1963. Tey eiga 3 børn: Shani Rose, f. 2000, Jacquilyn Winifred Anne f. 2002 og Mitchell Lawson f. 2007.
Tríggjar av døtrunum Wendy, Heidi og Bonnie vóru við í Føroyum.
Næstelsta barnið hjá teimum var Margrethe Marion, f. 1932. Hon giftist við Will Schomburg f. 1928, sum var ættaður úr Týsklandi. Tey búsettust í Pennsylvania. Tey fingu 2 døtur:
1. Sharon Lynn, f. 1956, gift við Ronald William Barrett, f. 1955. Hon býr í California, USA í San Fransiscoøkinum. Hon var við í Føroyum. Tey eiga 2 børn: Christopher James f. 1984 og Laura Elizabeth, f. 1989
2. Kathryn Ann f. 1959, gift við Donald Ray Hess, f. 1948.
Seinasta barnið var Sigurd jun. f. 1934. Hann er ógiftur og býr uttanfyri Halifax í Nova Scotia.
Í samband við ferðina til Føroyar høvdu tey eina heilsu við frá prestinum í kirkjuni, har Petur og Isabell koma.
Heilsanin var eitt sjal/teppi, og skuldi hetta vera til elsta fólkið í familjuni í Føroyum. Elst eftir Peter Lars og Margrethe er Gerda Einarsson, sum býr á Tvøroyri. Hon er dóttir Andreu, er 87 ár og er framvegis sera skilagóð.
Gerda giftist við Poul Einarson, ið var portørur, og í eitt langt tíðarskeið høvdu tey hotellið í Tvøroyri.
Tey eru foreldur Paula Einarsson, ið er kendur innan fyribyrging av oljudálking.
Nøkur av ættini í Puntabyrgi hava ætlan um at fara til Canada at ferðast í næstum. Tey fara 12. september. Hetta er eitt samband sum er komið fyri at vera.
Nú hava vit havt søguna frá tveimum av systrunum í Koltri. Í røðini Hendur í Sleptu fara vit at umrøða eina triðju systir, Onnu Katrinu í Fjósi.