Brynhild er av góðum bergi brotin. Abbi hennara, Petur í Mattalág, var ein av kendastu monnum í Havn. Tá ið hann doyði í 1928 skrivaði presturin Absalon Joensen millum annað:
Med Peter gik en af Thorshavns flittigste og dygtigste Borgere af den ældre Slægt i Graven. Herom vidner først og fremmest hans Hus og Ejendom ved Landevejen – et af de smukkeste Huse i Thorshavn – med Blomster og Træplantning omkring og omgivet af en meget omhyggeligt oparbejdet Trø paa 3 Kofoders Størrelse. Kun de, der selv har oparbejdet en saadan Trø fra Nyjord, kan forstaa at vurdere hvor stort og trofast et Arbejde, der er nedlagt i saadant et Stykke færøsk Jord, hvor mange Timers møjsommeligt Slid, der er gaaet dertil, indtil hvert enkelt Stykke var gennemarbejdet med Hakken og Skovlen og Spaden og hvad der nu skulde til af Værktøj og Redskaber for at udføre et trofast Arbejde paa vort primitive Landbrugs stenede Grund.
Petur var mest kendur sum postførari. Hann førdi post við opnum báti til Sandoyar og Suðuroyar. Eina slíka postferð kundi hann vera upp til 14 dagar burtur, tá ið veðrið ikki var til vildar.
Petur hevði mong álitisstørv. Hann var tingmaður fyri sambandsflokkin eitt skifti. Hann var nevndarlimur í Færøernes Gensidige Forsikringsselskab. Eisini var hann millum teir arbeiðsmenn í Thorshavns Arbejderforening sum saman við fráhaldsmonnum í Thorshavns Totalafholdsforening, tóku stig til at stovna Havnar Sjúkrakassa í 1886.
Omman fekk diplom frá drotningini
Katrina, koma Petur, var eisini eitt merkisfólk. Hon fekk Dansk Kunstflidsforenings Hædersdiplom for Kunstindustrielt Arbejde fyri tvey sera vakurt bundin turriklæði, hon hevði latið til framsýning í Charlottenborg í 1922. Ein sum skrivaði undir heiðursprógvið var Louisa, einkjudrotning, gift við Fríðrik 8. Sjálv ognaði Louisa sær annað turriklæðið.
Brynhild greiðir frá
Mamma, Jacobina, var úr Kollafirði. Pápi var Fritleif Johannesen, sonur Petur í Mattalág í Havn. Eg eri eisini fødd í Mattalág, men eri uppvaksin í »Barnabúðini« í Konradsbrekku. Hetta var barndómsheimið hjá rithøvundanum Jørgen Frants Jacobsen, sum nú er grannahús hjá okkum.
Eg byrjaði í nunnuskúlanum, men ræddist so illa nunnurnar, at eg flutti oman í kommunuskúlan, har Poul Jensen var skúlastjóri. Eg gekk í skúla í sjey ár og fór úr skúlanum 14 ára gomul, sum vanligt var tá. Tá eg var blivin konfirmerað, fór eg út at arbeiða beinanvegin.
Eg hevði 10 ára føðingardag tann dagin, Danmark varð hersett av týskarum. Hetta var ein skelkandi dagur, eisini í Føroyum, tí minnist eg hann so væl. Eg minnist, at tað var grátið heima hjá okkum. Eingin visti jú tá, hvat ið fór at henda.
Farin úr skúlanum fór eg at arbeiða sum húshjálp hjá skraddaranum Sigurskjold. Síðani fór eg til Íslands 17 ára gomul at arbeiða fisk. Hetta var beint aftan á kríggið, og har var gott at vera.
Olfert sagdur at vera deyður
Eg fekk Olfert í 1950, tá eg var 21 ár. Eg hevði tað gott alla tíðina, meðan eg gekk við honum, men tá ið tað kom til føðingina gekk ikki so væl. Eg lá heima í eina viku við verkjum. Lækni og jarðarmóður gingu til mín, men einki bleiv gjørt við meg. Tað skuldi bara eitast at vera plukkverkir. Eg begynti at fáa ilt sunnudag og lá heima alla vikuna til sunnudagin eftir. Mánamorgun var vatnið farið. Tá varð eg send út á hospitalið kl. 7 á morgni. Har fekk eg at vita, at hetta fór at verða yvirstaðið á middegi tann dagin, men allur dagurin gekk uttan at nakað hendi.
Eg skuldi fáa keisaraskurð, men tá stóð so nógv á hjartanum, at tey tordu ikki at doyva meg. Eg hevði tað so ringt, at eg ynskti bert at sleppa hiðani. Mamma mín, sum bíðaði uttanfyri, fekk at vita frá jarðarmóðrini , at nú mátti tey lata alt í Guds hond, so illa stóð til við mær.
So varð eg koyrd í røntguna nakrar ferðir at vita, hvussu tað stóð til. Og so fekk eg at vita, at barnið var deytt. Tá hevði eg heldur ikki merkt lív í tveir dagar. Nú ráddi um at gera skjótt av, og tey tóku so fatt uppá meg týsmorgunin.
Síðani fekk eg eina sproytu og læknin segði við meg, at nú skuldi alt vera yvirstaðið uppá ein tíma.
Barnið bleiv tongforloyst. Eg varð ikki doyvd, so tað var øðiliga pínufult.
Tá drongurin varð føddur fekk eg váttað, at hann var deyður ella skindeyður. Men so fóru tey at arbeiða uppá hann, og tey arbeiddu leingi. Hann græt ikki, men eitthvørt ljóð kom frá honum. Hann fekk eini herðindi og varð síðani førdur út. Eg sá hann ikki aftur fyrrenn tríggjar dagar seinni. Hann var illa farin. Høvdið var so stórt, tí tað var hovnað av teirri hørðu viðferðini, hann hevði fingið undir føðingini, tí tey hildu hann vera deyðan. At hann kortini livdi fekk eg heldur onga frágreiðing um.
Olfert lá í tríggjar vikur á hospitalinum eftir, at eg var var sloppin heim. So fekk eg hann heim, men tað var so skjótt, at hann aftur var har úti, og síðan hevur hann reikað ímillum heim og hospital. Tað sást ikki á honum, at nakað var galið við honum. Eingin grunaði um tað. Í okkara eygum mentist hann sum onnur børn, men hann var tó eitt sindur seinur í mun til hini børnini á hansara aldri.
Eg fekk einki at vita, fyrr enn hann var eini trý ára gamal. Tá segði ein lækni, at hann skuldi innleggjast til kanningar. Hann lá á hospitalinum í 3 vikur, og eg fekk onga frágreiðing um hví.
Hann var í heilum innlagdur. Hetta var eisini vegna tey herðindini, sum hann fekk. Men aðrar tíðir varð hann innlagdur uttan frágreiðing. Hann var úti og spæli fótbólt saman við dreingjunum, frískur og raskur. So knappliga komu boð um, at nú skuldi hann innleggjast kl. 3 sama dag. Eg segði: »Innleggjast, hví?« Tað fekk eg ikki at vita, men hetta vóru boðini frá lækna á hospitalinum, sum hevði hann undir hond. Sjálv fekk eg onga frágreiðing. Alt var so loyndarfult.
Ta einu ferðina hann varð innlagdur, var hann at síggja til frískur. Hann lá í heilar 14 dagar. Tá hann kom heim aftur, gekk hann ikki. Hann mátti sita í einum stóli. Hvat var hent við honum, vita vit ikki. Og hann var so bangin, at komu fólk inn goymdi hann seg. Einaferð varð hann lagdur einsamallur inn »selluni«, sum tey kallaðu sjúkrastovuna fyri sálarlig sjúk. Tá var hann so sjúkur. Hetta var ræðuligt at gera móti einum so lítlum dreingi.
Tað var ræðuliga synd í honum, tað er heilt vist. Hann kendi seg ótryggan, og hann fekk í heilum hesi herðindini, sum heilt víst vóru ein avleiðing av, at hann varð skaddur í føðingini.
Sendur niður
Men tá ið hann var 6 ára gamal, fekk eg at vita, at hann skuldi sendast niður. Eg segði sjálvsagt nei og bæði græt og illa læt. Men her hjálpti einki. Ein dagin kemur ein starvsmaður frá hospitalinum við ferðaseðlinum.
Olfert fór so niður við »Tjaldrinum«, eg fór sjálv við honum. Eg mátti tí senda hini børnini ymsa staðni, so eg kundi sleppa avstað við Olfert. Hann skuldi inn á barnahospitalið í Nyborg. Tíbetur var hetta eitt frálíka gott hospital ella heim. Fyristøðufólkini tóku sær av honum, sum vóru tey foreldur hansara. Hann fekk tað gott. Hann var har, inntil hann var 12 ára gamal, tá varð hann fluttur til eitt stað, sum nevndist Palles Have. Men her treivst hann ikki. Síðani varð hann fluttur til ein stovn í Maribo, her hevði hann tað eisini sera gott.
Ikki fyrr enn eg kom niður aftur, og hann aftur varð kannaður, fekk eg at vita, at tey meintu, hann var evnaveikur, hóast hann dugdi at tosa og kláraði seg millum onnur børn her heima. Hetta samsvaraði ikki við tað, sum eg annars hevði fingið at vita, at hann var seinur og »bert« var eini trý ár aftanfyri sínar javnaldrar.
Olfert slapp heim at ferðast eina ferð um árið, og hetta var í summarfrítíðini. Tó sóust vit ikki aftur tvey tey fyrstu árini, og var hetta sera hart. Hann var tískil 8 ár, tá eg kundi koma niður at vitja hann. Tá dugdi hann bert at tosa danskt og hevði gloymt tað føroyska.
Vit kundu havt fingið hann heim aftur sum 14 ára gamlan, men hetta kravdi, at hann fekk eitt kamar fyri seg sjálvan. Tá áttu vit fleiri børn, so hetta lat seg ikki gera hjá okkum heldur enn hjá øðrum tá í tíðini.
Loksins heima aftur
Olfert var 19 ár, áðrenn hann kom heim aftur at vera. Og síðan tá hevur Olfert verið í Føroyum. Hann hevur búð hjá okkum alla tíðina. Vit vildu hava hann heim, og vit stríddust fyri hesum. Men alt var so trupult eins og tað ofta er í dag. Doktor Poulsen skuldi hjálpa okkum at fáa eina íbúð. Hann var ein sera fittur og hjálpsamur lækni. Hann skrivaði til býráðið og kravdi, at vit skuldu hava eina íbúð. Tað eydnaðist okkum eisini at fáa tilsøgn um eina íbúð úti við Ellisheimið, men tá ið vit skuldu flyta inn, varð íbúðin tikin frá okkum aftur. Herstøðin í Mjørkadali skrúvaði eisini leiguprísirnar upp, so tað var sera trupult at fáa íbúð, hóast eg saman við manninum stríddist og arbeiddi. Men endin var so kortini, at vit fingu húsini í Gríms Kambansgøtu, Konradsbrekku, har vit nú búgva, og her hava vit trivist sera væl.
Havi bert havt gleði av Olfert
Alt hetta hendi samstundis, sum eg hevði so ringa samvitsku mótvegis Olfert, tí eg mátti lata hann frá mær. Hann hevur eisini framvegis fortreð av hesi tíðini, hann ikki slapp at vera heima. Hann minnist framvegis ta løtuna, tá ið hann kom úr bilinum í Nyborg, hvussu hann græt, og hvussu bangin hann var. Hann spyr framvegis, hví tað skuldi vera so. Hann var av allarfittastu smádreingjum. Hann hevur altíð verið so góður, og eg havi bert havt gleði av honum. Um dagarnar er hann á verkstaðnum Vón.
Tað er neyvan ivi um, at Olfert hevði eins væl kunnað verið í Føroyum. Tað søgdu tey eisini niðri. Tey skiltu ikki, hvat hann hevði at gera har.
Men vit kunnu bert fegnast um, hvussu nógv hugburðurin er broyttur á hesum økinum. Og vit kunnu eisini fegnast um, at fólk sum Olfert nú kunnu hava tað gott heima hjá sínum egnu. Søgan um Olfert er eitt gott ískoyti til søguna um tey børnini, sum í síni tíð vórðu send av landinum.
Fekk fimm børn afturat
Tað at uppliva eina so harða føðing við fyrsta barninum gjørdi kortini ikki, at Brynhild ikki tordi at fáa fleiri børn. Longu árið eftir fekk hon næsta barnið, men tað gekk væl og tað hevur eisini gingið væl at eiga hini børnini.
Brynhild giftist við Jógvan Rasmussen av Sandi, sum var kendur hýruvognsførari í Havn. Børnini blivu seks í tali, tveir synir og fýra døtur. Fyri nøkrum árum síðani hevði Brynhild ta sorg at missa sonin Eirik í góðum árum. Stutt eftir doyði Jógvan, og var hetta eisini sárt. Men Brynhild kann gleða seg um at hava eina góða familju. Døturnar og teirra eru nógv um hana.
Brynhild og Olfert hava nú í mong ár ár búð í Konradsbrekku, og hetta hevur gjørt okkum til grannar. Brynhild er eitt sjáldsamt lívsstykki. Altíð er hon í góðum lag og skemtingarsom, so tað kann sigast at hon setur lív í har hon kemur og hjá øllum sum kenna hana. Ein fer altíð frá henni altíð lættari í sinni. Tað skal eisini takast til, hvussu fyrimyndarliga hon hevur tikið sær av Olfert og hann av henni. Olfert var annars í síni tíð við í Emmas Blue Band, og var hann eisini við í fløguni hjá henni.
Tað skal vera ynskt Brynhild so hjartaliga tillukku við degnum og vit vóna at hava hana okkara millum leingi afturat.