Oljuinntøkur haldast uttan fyri raksturin av samfelagnum

-Koma oljuinntøkur - kanska stórar inntøkur - er umráðandi, at hesar inntøkur ikki koma at órógva vinnulívsbúskapin, sum í dag nærmast kann kallast reinur marknaðarbúskapur. Hesin peningur eigur at haldast uttan fyri vanliga raksturin av samfelagnum heldur Óla Jákup í Dímun, bóndi, sum luttók á hoyring um oljuríkidømi og árin í Havn herfyri

Undir ?Oljuhoyringini? í Útvarpshøllini í farnu viku helt bóndin í Stóru Dímun, Óla Jákup í Dímun eitt innlegg, sum vit prenta í fullum líki. Hann segði:

- Tá eg varð spurdur um eg vildi vera við í hesum tiltakinum játtaði eg. Ikki sum serfrøðingur, men havi eg, sum væl allir føroyingar meir og minni, gjørt mær tankar um hetta samfelagið: Tíðina, sum er farin, tíðina, sum er og tíðina, sum koma skal.

Tað er bæði við stúran og spenningi eg hugsi um, hvørjar samfelagsligar broytingar vit kunnu hava fyri framman, um olja verður funnin við Føroyar. Her kann gerast talan um eitt ríkidømi, sum lættliga kann kollrenna føroyska samfelagið, verður ikki borið rætt at. Verður harafturímóti rætt borið at, kunnu vit her fáa eitt blómandi samfelag við optimalum trivnaði fyri ung og gomul.

Ábyrgdina av fyrireikandi og grundleggjandi arbeiðinum, ið gerast skal, áðrenn skjøtil rættiliga verður settur á, liggur hjá nýggja aðalstýrinum, sum er skipað, og mugu vit hava álit á, at hetta er í lagi.

Tað, sum eg her kundi hugsað mær at sagt nakað um, er, hvussu eg meini við sum frægast verja føroyska samfelagið, sum vit eru góð við, soleiðis at vit ikki missa fótafestið. Tv.s. at vit stýra oljuvinnuni á føroyskum øki, samfelagnum at gagni og ikki øvugt.

Gamla orðatakið sigur, at onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Hetta sagt her, tí vit eiga at nýta dýrtgoldnu royndirnar seinastu 20 árini til gagns framyvir.

Hví gekk alt galið? Hví fór alt samfelagið av knóranum?

Dialogurin hevur tíðun snúð seg um, hvørt føroyingar ella danir høvdu ábyrgdina. Sjálvur haldi eg ikki henda spurning vera so áhugaverdan.

Men, hvussu kundi tað bera til at fáa fígging í 80-árunum til stórt sagt, hvat tað skuldi vera á sjógv og landi? Tað sýntist sum allir lánistovnar, føroyskir sum útlendskir, heldur enn gjarna vildu sleppa at fíggja í Føroyum.

Við øðrum orðum: Føroyar vóru mettar at hava eitt ófatuligt kreditvirði.


Ríkisstuðu-oljuinntøka

Orsøkin til hetta, hvat eg vil kalla fiktiva kreditvirði, stavaði óbeinleiðis frá ríkisstuðlinum. Meginparturin ella so at siga ein tilsvarandi peningaupphædd sum ríkisstuðulin, varð nýtt at stuðla vinnulívinum. Tíðin hevur so aftaná víst, at hetta var til stóran skaða fyri alt samfelagið. Eg kann sostatt ikki koma til aðra niðurstøðu, enn at vinnulívið og føroyska samfelagið var betur farið uttan ríkisstuðulin, soleiðis sum hann varð nýttur í 80-árunum.

Uttan tær vanlukkuligu fylgjurnar av kreppuni, sum vit í dag gjalda fyri, saman við avlopinum á fíggjarlógini, er føroyska vinnulívið ført fyri at fíggja raksturin av samfelagnum.

Hetta vísi eg á, tí eg meti, at ríkisstuðulin og ein møgulig komandi oljuinntøka kunnu samanberast. Í báðum førum er talan um pening, har eingin framleiðsla liggur til grund her í landinum.

Vinnulívið er væl fyri í dag, so at siga uttan rakstrarstuðul av nøkrum slag, og eiga vit at hava lært, at almennur stuðul av slíkum slag, ið givin varð í 80-árunum, ongantíð tænir nøkrum góðum endamáli.

Koma oljuinntøkur - kanska stórar inntøkur - er sostatt umráðandi, at skipað verður so fyri, at hesar inntøkur ikki koma at órógva vinnulívsbúskapin, sum í dag nærmast kann kallast reinur marknaðarbúskapur. Hesin peningur eigur at haldast uttanfyri vanliga raksturin av samfelagnum.

Harafturímóti síggi eg fyri mær nógvar møguleikar, har ein slík inntøka kann koma til gagns. Men umráðandi er altíð at gera sær greitt, hvørji mál vit seta okkum og hvat verunliga gagnar hesum samfelag. Tað kundi verið til verju av náttúruni, varðveitan av bústaðarmynstrinum, útbúgving/vísind, sum er lykilin til framburð, mentan so sum leiklist, rithøvundar og varðveitan av okkara identiteti, sømulig kor til tey eldru og veiku í samfelagnum o.m.a. Sostatt ikki generellar stuðulskipanir, ið avlaga vinnulívið, hækka kostnaðarstøði og harvið skaða kappingarføri.

Hetta var so um almennu Føroyar í eini møguliga komandi oljuvinnu.

Hugsast kann, um nógv føroysk arbeiðspláss verða í hesi vinnu, at so verður lagt trýst á lønarlagið á arbeiðsmarknaðinum.

Oljuvinna á opnum havi krevur jarðfrøðisligan og tøkniligan førleika á sera høgum støði, og er hetta eitt gott høvi og motivatión hjá føroyingum at nema sær útbúgving innan hesa vinnu. 50-100 føroyingar eru longu í vinnuni.

Sum kunnugt eru trygdarkrøvini innan vinnuna sera strong, so heldur enn í so máta at stúra fyri vanlukkum, kunnu vit læra eitt og annað. Eg haldi at føroyingar bæði á sjógvi og landi ofta hava lyndi til at fara lætt um trygdina.


Krav til politikararnar

Samanumtikið er ein tíð við stórum avbjóðingum fyri framman, har kravið til politikararnar má verða at bera so í bandi, at føroyingar fáa sum mest gagn av hesi vinnu, og at negativu árinini gerast so lítil sum tilber.

Tað er enn eitt sindur torført at fyrihalda seg til evnið við tað, at vit hvørki vita, hvussu nógv olja og gass verða funnin, hvussu nógv føroysk arbeiðspláss verða í hesi vinnu, ella hvussu stórar almennu inntøkurnar verða. Tó er sannlíkt, at olja verður funnin í 2001 ella 2002 og at farið verður undir framleiðslu í 2005.

Tá hetta hendir eru vit ein partur av eini nýggjari vinnu, har oljufeløtgini gera risastórar íløgur á føroyskum øki. Sum kunnugt skal hvørt oljusamtak nýta ca. .1 mia. krónur til royndarboringar, til tess at sláa fast, um oljuframleiðsla loysir seg, t.v.s. um keldan, sum er funnin, kann geva uml. 300.000 tunnur/dag. Síðan skulu aðrar 12 mia. kr. nýtast til fyrireikingar, áðrenn oljan kann takast upp.

Bara í hesi fasuni fáa § 10 og 11 í oljulóggávuni, sum sigur, at allar veitingar skulum føroyska havn ella flogvøll, stóran týdning fyri aktivitetin á landi í Føroyum.

Nógvir spurningar verða aktuellir: Skulu vit framyvir bert útflyta olju sum rávøru fyri eitt minni avgjald, ella skuluit við í petrokemiska ídnaðin, har teir nógvu pengarnir liggja og víðariframleiðslan er m.a. benzin, diesel, tungolja, plastik v.m.?

Gassframleiðsla: Vaksandi marknaður. Lítið dálkandi, lítið CO2 úát. Kunnu vit fáa gass á landi í Føroyum, sum so t.d. kann nýtast til gassturbinur til elframleiðslu, sum orka til alivinnuna, vakstrarhús o.s.v.?

Skulu vit gerast limir í OPEC?

Opec hevur í dag slakan helmingin av allari framleiðsluni, og hevur ca. 70% av øllum reservum.

OPEC megnaði herfyri eftir stuttari tíð, við at avmarka útboðið av olju, at hækka prísin úr $ 9 til $ 30/tunnu.

Sagt verður, at oljuframleiðsla við Føroyar loysir seg neyvan fyri minni enn $ 14/tunnu.


Politisk nýhugsan

Eg havi longu nevnt, at umráðandi er, at vit stýra vinnuni ella rættari hava tamarhald á teirri ávirkan henda fær.

Men verður talan um heilt nógva olju og nógv føroysk arbeiðspláss, tað verði seg innan gistingarvirksemi, tænastur og veitingar av ymiskum slag á landi og beinleiðis á boripallum, verða vit tá før fyri at stýra lønar- og kostnaðarstøðinum í landinum?

Fer okkara núverandi høvuðsvinna at klára seg í kappingini um arbeiðsmegi?

Fara vit í so fall at síggja eina enn skjótari fráflyting frá útjaðaranum?

Verður hetta gongdin, er neyðugt við politiskari nýhugsan til tess at fyribyrgja hesi gongdini. Talan kundi eitt nú verði um eina øðrvísi skattaskipan og eini útlíknan av skattainntøkum.

Kanska verður neyðugt, frá almennari síðu at hjálpa til fíggjarliga, so virksemi eisini verður í útjaðaranum.

Neyðugt verður at gera tiltøk, ið verunliga muna, so tað verður verandi attraktivt at búgva í útjaðaranum.

Júst hetta er ein týðandi táttur, tá talan er um at verja okkara mentan.

Annars undrist eg viðhvørt á, hvussu lítið orðaskifti higartil hevur verið um Føroyar og framtíðin aí oljuhøpi.

Vit eiga at ásanna, at hetta við oljuni er farið av bakkastokki, og at vit helst standa fyri heilt stórum avbjóðingum, kanska eini líka stórari kollvelting, sum tá Føroyar vóru hersettar í 1940.

Hesar avbjóðingar koma, um vit vilja tað ella ikki.

Í Føroyum býr gott fólk við stórum kunnleika á øllum økjum.

So við góðum vilja og góðum samstarvi kenni eg meg vísan í, at henda vinna kann blíva føroyngum øllum at gagni.

Tá eg tosi um samstarv, meini eg eisini á politiska pallinum, har vit tíanverri higartil alt ov ofta uppliva skaðiligar politiskar polariseringar, tá stórmál verða umrødd og avgerðir skulu takast, Føroya landi at frama.