Vitjan
Aberdeen: S. Poulsen Faroese Commercial Attaché, Føroyska Umboðsstovan stendur við á hurðina á adressuni 150 Market Street í Aberdeen. Tann rættiliga rokuta gøtan, Market Street, liggur við havnalagið í Aberdeen. Her merkir tú, at ídnaðurin er nær, men kanska ikki eins nær, og hann hevur verið ár undan hesum.
Eftir ein heldur langan og løgnan hýruvognstúr, endaði eg uttanfyri eina stóra svarta hurð, har S. Poulsen stendur skrivaður á eina plátu við síðurnar av.
Hendan her óføroyska skipanin við ringiklokku, sum, burtursæð frá Gamla Apotekið, ikki er at finna í Føroyum. Ein rødd svarar aftur í hátalaranum, og eg sleppi innum. Tað fyrsta, ið møtir tær, eru stórir og bláir veggir. Tú kennir eina tílíka kalda kenslu renna tær niður eftir rygginum, meðan tú ferðast framvið hesum bláu veggum.
Stuttan túr í trappunum, og tú ert á rætta stað. Sofur Poulsen heilsar mær vælkomnum, og eitt føroyskt petti av Aberdeen er sjónligt.
Í rúmunum liggur nógv føroyskt. Føroyskir faldarar, myndir av Føroyum og føroyska útvarpið spælir eins klárt og í Føroyum við skrivaraborðið hjá Sofusi. Vit skulu líka hava tíðindini við, áðrenn vit seta skjøtul á samrøðuna. Sofusi dámar væl at fylgja við, hvat hendir heima í Føroyum, sum hann tekur til.
Hóast hann tað mesta av lívinum hevur búð í Skotlandi, so merkist hetta ikki á dialektini, tí hann tosar eins klárt føroyskt og altíð. Ikki tí nógvar skotskar vendingar eru millum føroysku setningar, og tað er kanska heldur ikki so løgið.
Hann tosar føroyskt sum ein føroyingur og enskt sum ein rættur skoti. Tað er eisini tað frysta, tú leggur til merkis við Sofusi ? hann dugir og tímir væl at tosa. Hann er óførur at greiða frá, og tað skortar ikki við vitan á nógvum. Eingin ivi er um, at tað er fiskiskapurin, sum liggur honum serliga nær.
Avstað
Tað var kanska mest av tilvild, at Sofus endaði niðri í Aberdeen. Tað var beint eftir seinna heimsbardaga, at hann kom til Skotlands saman við manmu sínari og tí manninum, ið hon giftist uppaftur við. Hann var breti, men hann hevði búð leingi í Føroyum, men tey gjørdu av at fara til Skotlands.
Hetta var í apríl mánaði í 1946. Tað eru sostatt 56 ár síðani, at Sofus fór úr Føroyum.
?Tá sá alt ikki út sum nú. Alt er nógv broytt síðani. At kalla alt var fiskivinna, og hetta merkti nógv í nógvum býum, sigur Sofus Poulsen.
Sjálvur er Sofus føddur í 1929. Hann er giftur Nessie. Tey eiga fýra synir, sum búgva ymsastaðni. Sofus og konan eru búsitandi í Aberdeen. Sofus hevur búð á Skálafjørðinum, í Klaksvík og í Havn.
Áðrenn hann fór til Skotlands, so arbeiddi hann hjá gamla Landshandlinum, ið hetta dámdi honum væl.
Tá hann var komin til Skotlands, starvaðist hann í familjuni fyritøkuni hjá manninum hjá mammu hansara. Millum annað seldur teir tær kendu Aladdin lampurnar, sum vóru kendar nógvastaðni ? eisini í Føroyum. Sum heild hevur hann fingist nógv við export. Hann kom at kenna nógv vinnulívsfólk, og hann nýtti sínu góðu sambond til at virka.
Umboðsmaður
Tað er sum umboðsmaður, at tey flestu kenna Sofus. Tað var upprunaliga føroyska vinnulívið, sum setti Umboðsstovuna í gongd. Sofus var sjálvur ikki tann fyrsti umboðsmaðurin, men hann er tann, ið hevur sitið longst.
Hann varnaðist eina lýsing í Dimmalætting, og hann søkti. Hann mátti hava hjálp til at søkja starvið úr Føroyum, men endin var, at hann fekk starvið.
28. juni 1948 var dagur, tá hann gjørdist Føroysku Umboðsmaður í Aberdeen.
At føroyska vinnulívið hevði valt at seta ein umboðsmann hevur sjálvandi við fiskivinnuna at gera. Føroyska fiskivinnan stóð seg væl undir krígnum, og hon var í besta blóma við nógvu pengunum frá eingilsmonnum. Tað gekk tó minni væl í hálvtrýssárunum, men umboðsmaðurin er vorðin varðveiddur líka síðani.
Nú hoyrir Sofus undir tinganes. Hann er umboð fyri landsstýrið, og hann fær árliga játtan av fíggjarlógini. Landsstýrið hevur eisini umboð í Keypmannahavn og á ES-høvuðsborgini í Brússel.
?Eg kenni meg sum føroying. Føroyingur fari eg altíð at vera. Eg royni at vitja í Føroyum so ofta sum eg kann, sigur Sofus Poulsen.
Fiskivinnan
Sum nevnt hevur tað fyri tað nógva verið fiskivinna, ið Sofus hevur fingist við.
?Tað var tann tíð, tá tað vóru fleiri føroysk fiskiskip og landaður í Aberdeen enn tað vóru dagar í árinum, sigur Sofus.
Fiskivinnan og serliga føroysk fiskifør eru eisini nakað, ið hava stóran áhuga hjá Sofusi. Hann veit um óteljandi søgur um fiskiskip. Serliga sluppurnar hava ein pláss í hjartanum á Sofusi.
Sjálvur misti hann pápi sín við einum fiskiskipi, men hann hevur ikki hildið seg aftur av hesari orsøk. Hóast virksemið í dag ikki hevur so øgiliga nógv við fiskivinnu at gera, so er tað hetta, ið upptekur hann.
Í teirri tíðini, tá landingarnar frá føroysku fiskiskipum vóru nógvar, so var tað nógv at gera hjá Sofusi. Skipini skuldu hava kajpláss, og nógv var at fáa í rættlag, tá fiskurin skuldi umskipast. Hann hevur verið bæði í geglinum og til lækna við fiskimonnum. Sofus vil tó ikki klaga um sítt starv, sum hann týðuliga er glaður fyri.
?Tað vóru ikki bara føroyskir fiskimenn og føroysk fiskifør, ið eg hjálpti. Hann havi mangan verið tulkur og hjálparmaður hjá fiskiførum úr øllum skandinavisku londunum, sigur Sofus.
Hetta við at fáast við skip og fiskimenn var ikki eitt arbeiði frá átta til fýra.
?Eg var og eri enn altíð til arbeiðis. Tað ber altíð til at fáa hendur á mær, og eg havi eisini mangan verið uppi um náttina til arbeiðis. Lat tað eisini vera sagt, at Sofus ongantíð hevur talt tímarnar, sigur Sofus Poulsen.
Sofus er eisini skjótur at spyrja eftir, hvørjar fiskimenn ein nú er í familju við.
Samskiftimøguleikararnir eru eisin vorðnir munandi betri við árunum. Fyrr var alt gjøgnum telegraf. Í hálvtrýsunum kom radio- og telefonsamband, men hetta virkaði ikki serliga væl.
Í 1964 kom telex, og hetta var eitt stig til tað betra, sigur Sofus. Nú hevur allar samskiftishentleikar, men fiskiskipini eru farin at fækkast.
Býurin
Eftir at hava sitið á kontórinum hjá Sofusi og práta bæði væl og leingi, so leggja vit leiðina runt í býin, áðrenn vit fáa okkum ein bita.
Meðan vit koyra runt í býnum, so veit Sofus at siga frá nógvum. Tíðin við nógvu og stóru fiskivinnuni minnist hann væl, og tað er áhugavert at lurta eftir.
Tá eg spyrji Sofus eftir, um hann er kendur maður í Aberdeen, so er svarið, at í fleiri støðum er hann eina kendur maður.
?Hvør kantur og endi av býnum er broyttur við oljuvinnuni. Alt er øðrvísi nú, sigur Sofus.
Sofus dámar væl henda nú stóra bý. Her hevur hann hildið til tað mesta av lívinum, og honum hevur dámað væl.
Tá vit steðga, so varnast tú skjótt, hvussu lætt Sofus fellur í prát við øll fólk, ið hann hittir.
Vit ferðast við einari føroyskari býarmynd í Aberdeen.
Dagligdagurin
Nú eru ógvuliga fá føroysk fiskiskip í Aberdeen. Samskifti er vorðið nógv betur, og sum heild er tað annað lív hjá Sofusi. Hann verður tó javnan ringdur upp av fólki, sum tørvur á ráðgeving innan ymisk øki. Fleiri føroyingar búgva í Aberdeen, og teir frætta eisin føroysk tíðindi frá Sofusi. Nógv føroysk ferðafólk ferðast eisini til Aberdeen, og har verður eisini javnan ringt til Sofus, sum roynir at hjálpa fólki við teimum spurningum tey nú einaferð hava.
Hann luttekur á teimum messum, sum hava føroyskan áhuga. Á vegginum á kontóri hansara hanga myndir frá tílíkum stevnum, tá kongalig eisini hava hugt framvið.
Eisini fólk, ið hava ymisk ørindi við føroyingar ella skulu til Føroya venda sær til Sofus fyri at frætta nærri.
?Eg havi verið glaður fyri tíðina. Hetta hevur verið eitt spennandi starv, og eg havi hitt nógv góð og spennandi fólk, sigur Sofus.
Hann fer nú endaligt frá í summar. Við honum verður Føroyska Umboðsstovan í Aberdeen eisini latin aftur við alla. Ein nýggjur umboðsmaður er settur í starv í Londonn, og tað verður sostatt ikki meira at síggja til føroysku býarmyndina í Aberdeen í Market Street.