Tað týdningarmesta við jólunum er at savna tey næstu rundan um seg

Finnar gera nógv burtur úr jólamatinum og hugnanum á jólum.

- Á jólum ræður um hugna sær saman, lesa, ganga túr ella bara vera saman, men góður matur skal standa á borðinum alla tíðina, sigur finnin Peter Turtschaninoff, sum heldur jól í Føroyum fjórða árið á rað.

Meðan Peter ger kaffi sessast vit um borðið heima hjá honum á Heygskróki í Havn. Hann hevur borðreitt við nýbakaðum jólabollum, siropskøkum, mandarinum og finskari sjokolátu, og meðan Peter knúsar kaffibønirnar, hann hevur fingið úr Finnlandi frá einum kaffibrennara, hann kennir, bíða vit og skima rundan um okkum.

- Finnum dámar alt sum er festligt, leggur hann fyri við í hesum prátinum, sum skal snúgva seg um finskan jólahugna. Jú, vit vita, at finnar gera nógv burtur úr jólunum, og at nógvir serligir siðir eyðkenna hesu størstu høgtíðina. Og hóast hann hevur hildið jól í Føroyum, síðani hann kom higar fyri sløkum fimm árum síðani, heldur hann fast við partar av tradisjónunum í Finnlandi.

- Ein partur av sjarmuni við at vera burturi er at taka til sín tað, sum er vanligt í tí landinum, men tað eru partar av tradisjónunum í míni familju, sum eg ikki vil sleppa, sigur Peter, ið hevur fingið vitjan av mammuni, døtrunum Alexandru og Mariu við drongi.

Hóast Peter Turtschaninoff fer úr stjórasessinum í Norðurlandahúsinum til várs, er ikki vist, at hetta eru seinastu jólini hann heldur í Føroyum.

- Tað vóni eg ikki, og hvat eg finni uppá stendur opið.


Næstrakærleiki

Tað týdningarmesta við jólunum í Finnlandi er ikki gávur, men sjálvur hugnin á jólum, tað at familjan er saman og brúkar høgtíðina til at hugna sær saman.

- Á jólum ræður tað um at savna tey næstu rundan um seg, hugna sær saman við teimum, at spæla eitthvørt, lesa, ganga túr, ella bara vera saman. Tað er bannað at stríðast á jólum.

- Matur skal standa á borðinum alla tíðina. Tað hevur nógv størri týdning enn at geva og fáa stórar gávur. Ein partur av hugnanum er at børnini gera gávur sjálv og nógv verður gjørt burtur úr sjálvari innpakkingini, sigur Peter, sum sjálvur ikki ynskir sær tað stóra til jóla, tí hann eigur tað, hann hevur brúk fyri.

- Men bøkur, hosur og sjokoláta koma væl við, skuldi tað verið, sigur hann.

Peter Turtschaninoff sigur, at finnar hava tey í huganum á jólum, sum ikki eiga nakran góðan og sum einki eiga at halda jól fyri.

- Í Finnlandi kanst tú lata gávur og pengar inn anonymt, til dømis til Frelsunarherin, sum eins og KFUK í Havn heldur jól fyri teimum, ið ongan hava at vera saman við. Og tað eru nógv, sum ikki eiga nakran góðan ella eiga eitt heim í Finnlandi. Á jólum eiga vit at hugsa um tey. Hetta duga vit ikki so væl longur. Tá ið eg var barn var eg altíð við ommu og abba mínum, tá ið tey lótu gávur og pengar til tey ognarleysu. So fekk eg tað í beinið, at tað eigur man at gera á jólum. Eg vil avgjørt viðmæla fólki at lata teimum, sum einki eiga, eitthvørt.


Heimskendur jólamaður

Finski jólamaðurin er heimskendur. Hann heldur til í einum býi beint við polarsirkulin, sum er bygdur bara til hansara og hesin býurin hevur kostað eina tveysiffraða miljónaupphædd at byggja. Múgvandi ferðafólk úr USA, Fraklandi og aðra staðni flúgva inn við Concorde-flogfari at hyggja eftir honum. Og tey rinda stórar upphæddir fyri at sleppa at koyra við sletuni hjá jólamanninum, ið hevur reinsdjór spent frammanfyri.

- Finski jólamaðurin er rættiliga serligur, hann hevur ein aldagamlan uppruna, men nú er hann broyttur til handilsliga Sankta Claus. Frammanundan hava vit nissur, smámenn, vættrar og fyrr settu fólk mjólk og jólagreyt út á trappusteinin til teirra. Tað er eisini gamalt at geva smáfuglunum at eta úr smáum matgoymslum á jólum. Hjá børnunum er hetta ein rættiliga týdningarmikil siður og nógv hava eitt lítið fuglahús at seta út í kavan á jólum, har smáfuglarnir, sum eru nógvir í tali í Finnlandi, fáa ein góða bita, sigur Peter Turtschaninoff.


Serligir matsiðir

Finnland er eitt stórt land og tað er ymiskt, hvat og hvussu nógv verður gjørt burtur úr jólamatinum. Ymiskir siðir eru alt eftir hvar í landinum tú býrt ella hvørja trúargrein tú hoyrir til.

- Nógvir gamlir siðir eru heftir at matinum hjá finnum. Mín familja eftir jólageddu jólaaftan. Gamalt er at fara út á ísin, bróta eitt hol í hann og so fiska eina geddu við einum og hvørjum fiskireiðskapi. Fiskurin verður fyltur við rísi og turkaðum blommum og stoktur í ovninum. Nógvir finnar, serliga tey sum liva av jarðbrúki og tey um búgva í býnum, eta skinku jólaaftan. Hetta er ein serlig skinka. Grísurin verður slaktaður síðst í november, hann verður hongdur upp í eina viku, skorin sundur og so verður skinkan við beini løgd í salt og salpetur, soleiðis at hon verður reyð. Ein dag áðrenn hon skal steikjast, verður hon tikin úr saltlakanum og so verður hon stokt spakuliga. Ein nýggj tradisjón er at eta kalkun á jólum. Tað smakkar eisini sera væl, sigur Peter Turtschaninoff, ið leggur afturat, at finnar gera nógv ovnrættir, røtur í skuffu, eplir í skuffu og so framvegis.

Eisini ganga teir høgt uppí jólabakstur.

- Vit baka serligar kakur við turkaðari frukt, berum og øðrum umframt smákøkur í ymiskum formum.


Friður lýstur

Ein siður, ið er rættiliga hugvekjandi, er, tá ið býráðsformaður jólaaftansdag á middegi lesur upp úr einum brævi frá 1100-talinum - á eini balkong í Turku í Åbo. Meðan eru kórsangur, sálmar og hornblástur at hoyra.

- Hann lýsir frið yvir jólini, og øll tey, sum bróta lógina millum jól og nýggjárs fáa tvífaldaða revsing. Tað heldur fólki frá at gera nakað tey ikki eiga, og tað haldi eg er ein góður siður. Henda serimoniin verður send beinleiðis í sjónvarpi og í okkara familju plaga vit at drekka eina skál hesa hátíðarligu løtuna, sigur Peter Turtschaninoff.

- Jólaaftan verða ljós tendrað á grøvunum á kirkjugørðunum kring landið. Tað er ein sera vøkur sjón, tí ofta kavar tað á jólum og tað er sera hugnaligt at síggja kavaflykurnar í ljósinum. Jólamorgun verður farið tíðliga í kirkju og á smábygd verða elliskavasleturnar tiknar fram jólaaftan, har fólk koyra í kirkju við rossum spent frammanfyri.

- Tey ortodoksku og tey lutheransku halda jól ymiskt. Tey ortodoksu fasta 40 dagar fyri jól, tað vil siga, at tey eta ikki kjøt, mjólk, sjokulátu og annað og røra ikki rúsdrekka. Tað kann vera hart, tá ið hugsað verður um øll jólaborðini, sum verða hildin. Tankin aftan fyri hetta er, at á midnátt, tá Jesus er føddur verður farið í kirkju og tá verður føðingardagurin hátíðarhildin. Tá ið gudstænastan er av verður farið heim til eitt stórt borðhald og jólagávur.

- Tey lutheransku hátíðarhalda jólaaftan sum vit við jóladøgverða og gávum jólaaftan.


Greiðan skilnað

Finnar gera ikki so nógv burtur úr at prýða í heiminum til jóla áðrenn høgtíðin byrjar. Tað er fyri at gera ein týðiligan skilja millum gerandisdagin og stóru høgtíðina sum kemur.

- Jólaaftansmorgun prýða vit jólatræið og húsið annars og tað er ein sera hugnaliga løta, sigur Peter Turtschaninoff.

Jólaborðhaldini, ella jólafrokostarnir sum teir vanliga verða róptir, eru væl øðrvísi í Finnlandi enn vit kenna tey hjá okkum. Finnar gera nógv burtur úr at hava mentunarlig innlegg meðan borðhaldið er, serliga tónleik og leik.

- Tónleikararnir hava úr at gera við at spæla til jólaborðini. Tað er ein sera strævin tíð fyri teir. Virki og fyritøkur keypa heilar framførslur frá sjónleikarhúsum og tónleikarum, sigur Peter Turtschaninoff, sum sjálvur hevur spælt til nógvar slíkar framførslur.

- Og tað er ikki so galið, hóast tað er strævið, tí tónleikararnir fáa altíð gávur.


Føroysk jól

Seinastu árini hevur Peter Turtschaninoff etið føroyska gás jólaaftan og dunnu jóladag, umframt annan føroyskan mat sum grind, spik, skerpikjøt og fisk.

- Og eg havi ongantíð smakkað so góða gás sum ta føroysku. Hon er nakað heilt fyri seg, men hon skal bara ikki steikjast so hart, tí so fer alt feittið úr henni. Gásina fylli eg við øllum góðum. Fyrst taki eg lungu, hjarta og livur úr henni og kóki eg tað saman við leyki, hvítum pipari og lauberjabløðum. Síðani taki eg gamalt fransbreyð, mæli tað væl við ein kvørn, so taki eg súrepli og blommur og koyri alt inn í gásina.

- Borðreiða vit við skinku brúka vit feittið frá skinkuni til dypp. Á middegi jólaaftan dyppa vit myrkt breyð, sum er bakað við maltkorni, siroppi og rosinum, niður í feittið og eta tað so saman við rís a la mande. Áðrenn stóra døgverðan jólaaftan hava vit altíð eitt stórt fiskaborð við um seks sløgum av sild, einiberjasild, sitrónsild, norðlandssild, kryddsild, stokta sild í laka umframt gravad laks. Og eitt sum má vera á borðinum er rækjur við rogni frá einum lítlum fiski, sum livur við innsjógvin í Finnlandi. Alt hetta verður fyrireikað lítla jólaaftan og í Føroyum er tað so lætt, tí øll hava hjall. Tað hava vit ikki í Finnlandi.

Um tað er nakað við teim føroysku jólunum Peter Turtschaninoff fer at sakna, tá ið ella um hann fer aftur til Finnlands, sigur hann.

- Mær dámar væl skerpikjøt, um tað ikki er av einum gomlum veðri, røst riv, men ikki so væl ræst kjøt og súpan. Hetta verður ringt at fáa hendur á í Finnlandi, sigur Peter Turtschaninoff at enda.