Á ferð við norskum skúlaskipi

Í farnu viku var norska skúla­skipið Statsraad Lehmkuhl í Føroyum. Tað var ikki opið fyri almenninginum, men kortini sluppu vit umborð og kunnu greiða eitt sindur frá lívinum umborð á einum slíkum skipi

Orsøkin til, at vit sluppu umborð, var tann, at vit vóru í fylgi við Gunnhild Dahl Niclasen, sum hevur verið manning umborð fyrr í summar. Hon er ættað úr Havn og Klaksvík, dóttir Onnu Thomsen og Andrass Dahl Niclasen.

Gunnhild hevði hug at fara umborð at heilsa upp á mann­ing­ina, sum hon kendi frá hesi ferðini. Hetta var tó ikki bara sum at siga tað. Molin er jú stongdur fyri óviðkomandi. Tí mátti fáast serloyvi frá havnaskrivstovuni at sleppa út á molan, har skipið lá. At sleppa umborð var eingin trupulleiki, tá ið manningin sá, hvør ið gesturin var.

Annars er 24 ára gamla Gunn­hild garvaður ”sjómaður” og hevur roynt meira á sjónum enn flestu javnaldrar, eisini meira enn flestu dreingir.

Hon hevur verið við skúlaskipi­num Danmark, og hevur hon fylgt fyridøminum hjá pápanum Andrassi, sum eisini var við her 30 ár frammanundan. Hann gjørdist sjómaður og sigldi í nøkur ár.

Gunnhild hevur verið til skips við Atlantic Navigator annan túrin, hann gjørdi í 2006. Haðani fór hon beint umborð á sjóverjuskipið Brimil, har hon var dekkari í sjey mánaðir.

Seinasta ár var hon eisini við seglbátinum Enniway hjá Hávarði Enni, sum er sonur Birgir, á ferð til Skt. Kilda, sum er ein lítil avtoftað oyggj vestan fyri Skotland. Her síggjast framvegis leivdir av gamlari búseting. Tey vóru seks fólk við bátinum og vóru burtur í 12 dagar.

 

Vunnu kappsiglingina

Í summar arbeiddi Gunnhild umborð á skúlaskipinum Dan­mark at gera klárt til komandi ferð­ina hjá teimum. Tá fekk hon møguleika at sleppa við Statsraad Lehmkuhl, sum var við í eini kappsigling Tall Ships Races fyri seglskip úr allari verðini.

Kappsiglingarleiðin var úr Århus til Kotka í Finnlandi. Har var ein hópur av skipum í ymiskum støddum, og Statsraad Lehmkuhl vann kappingina bæði samanlagt og í sínum bólki.

Skipið hevur verið við í kapping­um síðan 1960, men hetta er fyrstu ferð síðan 1997, at teir hava vunnið.

 

Seglið 2000 fermetrar

Skipið verður annars mett at vera ”undirriggað”. Tað hevur upp á seg smá segl í mun til støddina á skipinum. Hetta er ein vansi í kappsiglingum, tá ið vindurin er í lakari lagi. Best liggur fyri við frískum vindi.

Gunnhild var dekkari, og hon var umborð í 11 dagar og kom sum sagt at kenna fleri av manningini.

Tað eru ikki bert norðmenn, sum sigla við Lehmkul. Tá ið Gunnhild var við, vóru ellivu tjóðir umboðaðar umborð.

Tað var ikki sørt av dramatikki umborð hendan túrin. Tað var ein 15 ára gomul genta, sum datt fyri borð, men hon varð skjótt bjargað. Teir vóru skjótir út við MOB-bátinum og fingu hana upp aftur. Hervið fingu teir roynt tað, sum annars er partur av venjingunum.

- Eisini kom russiska sjóverjan umborð og bóðu okkum venda beininvegin, tí vit vóru eftir teirra tykki komin ov tætt at teirra sjómarki. Hetta var inni í Finsku Víkini, sigur Gunnhild.

 

Søgan hjá Statsraad Lehmkuhl

Statsraad Lehmkuhl er ein trí­mastrað stálbark, og hon er bygd í Bremerhafen í 1914 sum skúlaskip fyri týska handilsflotan. Tá var 1. heimsbardagi byrjaður, og bretar løgdu hald á skipið aftaná kríggið.

Norsk reiðarafeløg við fyrr­ver­andi ráðharranum Kristofer Lehmkuhl á odda keyptu skipið, og varð tað uppkallað eftir hon­um. Hetta var eisini ein almenn viðurkenning fyri tað arbeiði, sum Lehmkuhl hevði gjørt fyri skúlaskipssøkina í Noregi. Skipið varð síðan latið stovninum Bergen Skoleskib at reka.

Burtursæð frá tíðini undir 2. heimsbardaga, tá ið týskarar tóku skipið, rak nevndi stovnur Statsraad Lehmkuhl fram til 1966. Hóast almennan studning fekk skipið ikki raksturin at bera seg. Ein orsøk var, at undirtøkan frá næmingum gjørdist minni. Sjóvinnan var so mikið broytt, at tørvurin fyri royndum við segl­skipum var minkaður munandi. Ætlanin var tá at selja skipið av landinum.

Tá keypti reiðarin Hilmar Reksten skipið fyri at sleppa undan hesum. Hjá honum gjørdist hetta eisini undirskot, og hann læt skipið til ein nýggjan grunn, sum rekur tað í samstarvi við hini norsku skúlaskipini Christian Radich og Sørlandet.

 

Ikki longur skúlaskip

Statsraad Lehmkuhl verður í dag nýtt til leiguferðir og til serligar ferðir, har fólk kunnu tekna seg at fara við. Dømi um slíkar ferður er, at siglt verður í norska skergarðinum. Eisini verða ferðir gjørdar í okkara parti av Atlantshavinum.

Tað var á eini slíkari ferð, at skipið legði at í Havn mikudagin í seinastu viku. Tað vóru eini 40 gjaldandi ferðafólk við, men tað eru pláss fyri 150. Men upprunaliga var pláss fyri 200. Hetta mundi vera ov trongligt, og eftir eina umbygging varð hægst møguliga talið av fólki umborð minkað.

Hendan túrin vóru tey farin úr Bergen tann 8. september. Farið var fyrst til Lerwick í Hetlandi, har tað var ein stuttur støðgur. Síðan varð siglt til Havnar, har støðgurin var eitt samdøgur, og ferðafólkið slapp í land.

Her er ikki talan um nakra Norrønu. Ferðafólkini ferðast undir somu treytum sum næmingar. Tey sova í heingikoyggjum, sum verða hongdar upp í einum stórum høli, tá farið verður til koys, og tær verða tiknar niður, tá ið tørnað verður út.

Ferðafólkini sigla við sum mann­ing. Tey taka lut í øllum arbeiði umborð. Tey ganga allar vaktir og kunnu eisini fara upp í rigningin, um tey tora! Tey gjalda umleið kr. 800 um dagin, men tá er kostur íroknaður. Hetta kann sigast at vera ein ”virkin frítíð”, sum nógv fólk dáma.

Roynt verður eisini at fáa út­lendingar við. Men júst á hes­um økinum er tó eisini stór kapping frá skúlaskipum í Eystureuropa, sum við teirra lønarlagi kunnu bjóða lægri prísir. Hetta merkist eisini á minkandi prosentpartinum av útlendingum, sum sigla við hesum skipinum.

Fasta manningin er 22 fólk, men tey sova í lugari við vanligum koyggjum.

 

Danskur lesandi matrósur

Vit fóru umborð, beint áðrenn skipið skuldi fara av stað aftur, men Gunnhild hitti fleiri, sum hon hevði verið saman við í summar. Tað tyktist, sum at tey vóru fegin um at síggja hana aftur.

Vit høvdu samrøðu við ein av manningini, sum var dani. Hann eitur Jens Marquard Sørensen. Hann lesur stjórnmálafrøði í Lund í Svøríki, men hann nýtir sínar summarferiur at sigla sum matrósur við Statsraad Lehmkuhl.

Hann er ættaður úr Suðurjút­landi niðri móti týska markinum. Hann er tískil úr einum øki, sum hevur eina serstøðu í Danmark. Hesin landsparturin varð tikin av týskarum í 1864. Men eftir, at Týskland hevði tapt fyrra heimsbardaga, var skipað fyri fólkaatkvøðu í ymiskum pørtum av hesum øki, sum Danmark misti í 1864. Nú skuldi fólkið sjálvt sleppa at gera av, um tað vildi vera ein partur av Danmark ella Týsklandi. Úrslitið av hesi fólkaatkvøðu hevur lagt markið beint har tað liggur, og tað hevur eisini fyrr verið eitt politiskt stríðsmál í Danmark. Hetta merkir, at lang- ella oldurabbar og -ommur hjá Jens hava verið týskir borgarar, og teirra abbar og langabbar hava verið danir!

Støðan í dag er tann, at norðan fyri markið er ein týskur minniluti og sunnanfyri er ein danskur minniluti. Men hesir minnilutar hava ongar trupulleikar av tí.

Jens sigur, at tey hava eina størri tjóðskaparkenslu enn aðrir danir. Er ein tjóðskaparligur merkis­dagur, fer hvørt flagg upp í Suðurjútlandi, meðan tað neyvan sæst eitt flagg í Keypmannahavn.

Jens hevði annars fyrr verið við einum verjuskipi í Føroyum, og hann var fegin um at sleppa enn eina ferð hendan vegin.

 

Stjórnmálafrøðimgur við sjóroyndum

Nú er tíð at fara aftur í land. Men tað skal tó ikki verða gloymt at siga, at Gunnhild verð­ur neyvan sjómaður. Hon lesur nevniliga stjórnmálafrøði á Fróð­skapar­setri­num. Hon verður í hvussu er ein stjórnmálafrøðingur, sum veit, hvussu tað er at vera á sjónum. Hetta er ikki tann ringasti førningur at hava!

 

Kann seta 22 segl

Statsraad Lehmkuhl er 1.516 bruttotons. Tað hevur 22 segl, og samlaða víddin á teimum er 2000 fermetrar. Hetta svarar til 45 metur i fýrakant. Skipið hevur tó eisini ein 1.125 hk dieselmotor og kann í hampiligum líkindum ganga 11 míl. Longdin er 98 metrar omanfyri vatnlinjuna, breiddin er 13 metur. Hædd er 48 metrar upp í hægstu mastrina, og dýpið undir vatnlinjuni er 5 metur.

 

Ikki skúlaskip longur

Tað varð neyðugt við eini umlegging av siglingini hjá Statsraad Lehmkuhl fyri at fáa javnvág í raksturin. Í veruleikanum verður skipið als ikki rikið sum skúlaskip í vanligum týdningi, har ungfólk byrja sítt lív á sjónum við at fara við skúlaskipi. Eitt av teimum heilt fáu veruligu skúlaskipunum, sum eftir eru á okkara leiðum, er danska skúlaskipið Danmark. Statsraad Lehmkuhl verður í dag nýtt til leiguferðir og til serligar ferðir, har fólk kunnu tekna seg at fara við.

 

 

Sigla við marinarum

Statsraad Lehmkuhl siglur eisini við 10. floksnæmingum, og ein stóran part av árinum verður siglt við marinarum - tað vil siga fólk, sum hava verjuskyldu. Hendan ferðin varir í fýra mánaðir og leiðin gongur tvørtur um Atlantshav. Støðgað verður á leiðini, har tað liggur fyri. Á ferðini um Atlantshav kann tað vera á Asorunum ella Bermuda, og í Amerika verður siglt í havnir á eysturstrondini. Annars hevur Statsraad Lehmkuhl eisini verið í so fjarum støðum sum Brasil, Turkalandi og Kapp Verdi oyggjunum vestan fyri Afrika.