Hermannasonur vitjaði aftur á slóðina hjá faðirinum

- Nú skilji eg ógvuliga væl, hví pápi altíð tosaði um Føroyar og um vinarliga fólkið, sum her býr, sigur David McDine, sum vitjaði á Toftum og á Nesi leygardagin.
<DPTAB>    Eftir at hava verið í Føroyum bert í ein dag, kundi hann siga : ?I love Faroe Island and the people?.
<DPTAB>    Sosialurin fylgdi David McDine, tá ið hann vitjaði aftur á slóðina á Toftum og Nesi.

Bretsk vitjan

Í Sosialinum fyrr í summar hevði ein bretskur hermannasonur, David McDine, eina
eftirlýsing eftir eini føroyskari familju á Toftum, sum hevði verið so góð við
pápan, tá ið hann var í Føroyum sum hermaður í 1942 og 1943. Maðurin sendi
Sosialinum mynd av familjuni, manni, konu og børnum og eina mynd av pápa sínum,
Josef, saman við nøkrum ungum gentum, sum hugsandi vóru døtur í húsinum.
So skjótt, myndin var prentað í blaðnum, kundi Sosialurin boða David McDine
frá, hvør familjan var. Fólk, sum eru ættað úr húsunum, settu seg í samband við
blaðið, og í eini handavending vóru øll nøvnini komin uppá pláss.
Umrøddu hjúnini vóru Magnus Fr. Mikkelsen og Anna Elisabeth Mikkelsen, fødd
Thorkildshøj. Somuleiðis kundi blaðið ítøkiliga siga bretanum, hvørjar genturnar
vóru á myndini, bæði á familjumyndini og saman við pápanum í túninum.
Beinleiðis orsøkin til, at David ynskti at vita, hvørji hesi fólkini vóru, var,
at hann skuldi koma til Føroya á eina stutta vitjan og ynskti at hitta
familjuna, sum er ættað úr hesum húsunum á Toftum.
Fríggjadagin komu David McDine og vinmaður hansara, Roger Leighton, til Føroya,
og stutt eftir døgurða leygardagin bar leiðin inn á Toftir saman við fólkum, sum
eru ættað úr húsunum í Toftatúni.


Ovfarin McDine

Saman við formanninum fyri fornminnisfelagið og bygdasavnið í Nes kommunu,
Jógvani I. Olsen og konuni, Hildibjørg, tók Sosialurin ímóti Davidi, tá ið hann
kom inn á Toftir.
Tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá ið sagt verður, at tað var ein
ógvuliga ovfarin McDine, sum saman við mongum øðrum úr familjuni hjá Magnusi og
Onnu Elisabeth á Toftum hendan góðveðursdag stóð niðanfyri húsini, har pápi
hansara sum hermaður fyri seksti árum síðan átti mangt eitt fótasporið og hevði
sitið so nógvar góðar løtur saman við familjuni, Mikkelsen.
Áðrenn farið var niðan í túnið, skuldu myndir takast undir húsunum, og her
skipaði David sjálvur fyri, hvussu øll mannamúgvan skuldi standa. Saman við
teimum trimum døtrunum hjá Magnusi og Onnu Elisabeth, sum vóru við í ferðini
heim úr Havn, Herthu, Simonu og Poulinu, stóð hann fremstur í røðini við rúgvuni
av eftirkomarum, giftum og børnum teirra við síðuna av og aftanfyri.
Lagið var gott, og tað tóktist, sum David, ið er ein sera fryntligur og
dámligur maður, hevði kent hesi fólkini í fleiri ár.
Tá ið myndir vóru tiknar niðanfyri húsini, varð farið niðan í túnið, men fitt
løta gekk, áðrenn farið varð innar.
Uppi í túninum skjeyt Jógvan Olsen upp at taka somu mynd av Davidi og teimum
trimum døtrunum hjá Magnusi og Onnu Elisabett, sum vóru á gomlu myndini, ið
David sendi upp til Sosialin fyri fráferðina úr Bretlandi. Tann myndin varð
tikin á júst sama staði fyri seksti árum síðan. Nú vóru ?genturnar?, sum tá vóru
í ungdómsárum, bara vorðnar seksti ár eldri og David, sum tá var ein lítil
smádrongur, ið bíðaði eftir pápanum í Bretlandi, er vorðin 64 ára gamalur.
Í túninum helt David fyri, at hevði hann verið hermaður í Føroyum undir seina
kríggi, ivaðist hann ikki í, at hann hevði verið giftur føroyskari konu ? so
vøkur, sum føroysku konufólkini eru!
Úr túninum varð farið inn í hugnaligu húsini, og tá steig David fyri fyrstu
ferð innar, har pápin átti so mangar góðar løtur í stríðsárunum.
Her greiddu tær tríggjar, Hertha, Simona og Poulina, honum frá, hvussu húsini
sóu út innan, tá ið tær vuksu upp.
Sjálvur hevði David gomlu myndamappuna hjá pápa sínum við sær, og her vóru
nógvar myndir, sum pápin hevði tikið í Føroyum. Sjálvur hevði Josef skrivað
undir myndirnar, hvaðani tær vóru.


?I love Faroe Island?

Inni í stovuni í Toftatúni fingu vit orð á David McDine.
Hann segði seg vera ógvuliga takksaman fyri, at Sosialurin hevði hjálpt honum
so væl og so skjótt at finna fram til vinfólkini hjá pápanum í Føroyum.
- Eg eri púrasta ovfarin, tí tað er so langt síðan, at pápi mín var í Føroyum.
Tá ið eg sendi myndirnar upp til Sosialin, væntaði eg, at kanska eini tvey fólk
í Føroyum vistu um pápa mín, sum var her í 1942 og 1943. Men nú síggi eg, at her
er ein heilur hópur av fólki, sum veit um vinarbondini, sum knýtt vórðu í sínari
tíð.
Spurdur, hvussu ferðin til Føroya kom í lag, sigur David:
- Pápi tosaði altíð um Føroyar og vísti okkum myndir, hann sjálvur hevði tikið
í Føroyum. Hann var so hugtikin av landinum og tí vinsæla fólki, her býr. Nú
skilji eg væl pápa mín, hví hann hevði so stóran tokka til hetta landið og
fólkið ? ja, eg skilji hann so ógvuliga væl.
Hóast David var komin higar til lands dagin fyri vitjanina á Toftum, var hann
ikki í iva um, hvat skoðsmál, hann vildi geva Føroyum og føroyingum.
- I love Faroe Island and the people, segði hann uttan at himprast.
Upprunin til, at ferðin til Føroya kom í lag í summar, var vinmaðurin, Roger.
- Eg og kona mín, Sue, fara onkuntíð út at eta saman við Roger og konu
hansara.

Tað var við ein slíkan døgurða fyri seks vikum síðan, at Roger, sum dámar væl at
ferðast í ymisk lond, segði, at hann ætlaði sær upp til Føroyar í summar. Kona
mín spurdi, hví eg ikki fór við, og tað var skjótt, at alt var leyst og liðugt
við hesi ferðini. Tað var so sjálvsagt, at eg fór upp til Føroyar við
vinmanninum, tí eg hevði hoyrt so nógv gott frá pápa mínum og sæð so nógvar
myndir úr Føroyum.
Og tað var eftir hesa avgerð, at David setti seg í samband við Sosialin og
sendi blaðnum myndir av familjuni, Mikkelsen á Toftum.


Kendi seg aftur

David sigur, at tá ið hann kom í Vágarnar og var á veg í bili til Havnar, kendi
hann seg aftur fleiri staðni út frá myndunum, sum pápin hevði tikið í Føroyum.
Her kunnu vit leggja aftrat, at myndasavnið hjá Josefi er rættiliga fitt, og
myndir eru tiknar nógvastaðni í Føroyum. Nógv er broytt, men landslagið er hitt
sama, og í summum førum hevur Josef avmyndað bygningar, eitt nú kirkjur, sum enn
í dag síggja nøkulunda út, sum tær sóu út fyri seksti árum síðan. Við at hyggja
leystliga niður í myndamappuna, sóu vit mynd av kirkjuni á Norðskála. Tí mæltu
vit Davidi til at hyggja norðureftir, tá ið tey á veg suðuraftur nærkaðust
brúnni um Streymin.
Ein áhugaverd mynd var eisini av Nes kirkju, og undir hesi myndini hevði Josef
skrivað árstalið 1943. Hetta er eitt serligt ár í hesum sambandi, tí núverandi
kirkjan á Nesi er nevniliga bygd í 1843. So, hesa myndina hevur pápi David tikið
júst 100 ár eftir, at kirkjan er bygd!
Á tí eini myndini, sum er prentað saman við hesi greinini, stendur David við
myndamappuni frammanfyri Nes kirkju og hyggur at myndini, sum pápin tók 100 ár
eftir, at kirkjan varð bygd.


Aftur til Føroya

Spurdur, um hann kundi hugsað sær at komið aftur til Føroya, sigur David, at tað
kemur hann avgjørt.
- Eg vænti, eg komi til Føroya aftur komandi summar, og tá kemur konan
við.
David, ið hevur arbeitt sum journalistur í mong ár og Sue, eiga tvey børn;
Amandu, sum er 31 ár og starvast sum journalistur á einum lokalum blaði og Neil,
sum er 28 ára gamal. Hann er við eini ferju, sum siglir millum Suðurongland og
Frakland ? og hann er tríggjar ferðir um dagin í Fraklandi! sigur David.
Maðurin hjá Amandu er eisini journalistur, og hann starvast hjá eini lokalari
sjónvarpsstøð.
- Sonur mín er ógiftur, og eg kundi væl hugsað mær, at hann kom við mær
og konuni til Føroya. Tað hevði dámt mær væl, um hann fann sær eina føroyska
konu í Føroyum, sigur David McDine og smílist.
Tá ið vitjanin í Toftatúni var liðug, fór fylgið út í gamla prestagarðin á Nesi,
sum fornminnisfelagið og bygdasavnið hava um hendi.
Hetta var ein áhugaverd vitjan, og nógv fólk nýttu høvi at hitta David í
prestagarðinum, har Jógvan I. Olsen hevði eina gjølliga frágreiðing frá
krígstíðini ? og hvat hetta tíðarskeiðið hevði at siga fyri fólkið í Nes
kommunu.
Men áðrenn vitjanina í prestagarðinum, varð farið á grøvina hjá Magnusi og Onnu
Elisabeth.
Ferðin hjá Davidi McDine í Nes kommunu endaði við kanónina, sum stendur niðri í
bønum í Nes bygd.
Sosialurin fer at venda aftur til vitjanina hjá bretanum í vikuni; tá fara vit
eisini at prenta fleiri myndir, sum ikki er pláss fyri hesaferð.
David McDine og Sue búgva í býnum, Kent, í Suðuronglandi.