greitt hevur víst, at skipanin er alt ov ógreið og at hon er alt annað enn fullgóð. Í grein síni harmast sambandsformaðurin um, at eingin ráðstevna verður um heimastýrisskipanina, nú hon er fimti ár. Hann [...] Javnaðarflokkin? Tað er oddagreinskrivaranum ikki greitt, men á hesum stað er víst á, at veljarakanningin gav leiðslu Sambandsfloksins ein dyggan frammaná. HESUM roynir Edmund Joensen at vísa aftur! Men [...] heldur, at henda ráðstevnan kundi víst á manglar og skeivleikar í heimastýrisskipanini. Álvaratos. Tað átti hann at kunnað funni út av í sínum dagliga yrki. ANNARS hevði tað verið áhugavert at havt eina
flest allar føroyingar. Og tað átti Tórshavnar býráð at kunna takka felagnum fyri við eini veruligari gávu. At geva felagnum ein kekk við 5000 krónum er ein so stór skomm, at tað hevði verið betur ógjørt [...] umvæling, so tað verður lættari og hugnaligari at koma inn í húsið, eins og tann neyðugi útbúnaðurin verður meira nútímans. HETTA er at fegnast um, eins og fráboðanin hjá formanninum um, at hús og feløg [...] so prógva, hvussu búnir teir vóru at átaka heimastýrinum fleiri skyldur, men tá avtornaði var ein meiriluti ímóti at yvirtaka fólkakirkjuna. Sjálvandi ber til at vera sjálvstýris- ella loysingarsinnaður
TAÐ er ikki nóg fullfíggjað at svara upp í saman, at tá vit hava fingið loysingina, so verður fíggjarlógin gjørd eftir tørvi, og at vinnulívið skal vera kappingarført og rikið eftir fríum marknaðartreytum [...] kurin skyldu at koma við eini gjølligari frágreiðing og eini útgreinan, hvussu samfelagsgongdin verður. TAÐ er ikki nóg mikið at svara, at vit taka upp samráðingar við danir, og svara, at roknað verður [...] heimastýrislógin, og tí er ikki rætt, sum Anita fleiri ferðir segði, at fólkið ynskir tað (loysing) ? og nú er rák fyri loysing? ENN eru bara sløk 30 prosent fyri loysing, so tað er ikki ein triðingur av
ógreitt, um olja er í undirgrundini, og um so er, um tað fer at loysa seg at fáa hana upp. Men er olja, og vit fáa eina oljuvinnu, so liggur størsta avbjóðingin fyri framman. OG tað er ikki bara ein dansur [...] oljufelagið er vónandi aftur eitt dømi um, at vit eru um at rakna við aftur, eftir bakkastið vit fingu, og at vilji og orka er í føroysku vinnuni, eisini at royna nýggjar leiðir. ENN er fullkomiliga ógreitt [...] Mohr, skipasmiðjustjóri, at felagið hevur ikki bundið seg til eitt ávíst oljufelag, Saga, sum sjónvarpið visti at siga frá í seinastu viku. HETTA er eisini at fegnast um, tí at binda seg til eitt ávíst
náttúrligt er skulu ráðgevandi nevndir vera uttanfyri ávirkan av myndugleikunum, ið ráðgivið verður til. Hetta sær ikki út til at glada Tinganesumsitingina. Har verða »for glatt vekk« settar nevndir at ráðgeva [...] tykjast í summum førum at bera bráð av »gubbasa-dørinum«. Løgtingið átti at hugt eitt sindur eftir tí, ið hendir. Serliga at hvussu óheftar hesar nevndirnar eru. SPURNINGURIN er eisini, um løgtingsins [...] i. Her eigur løgtingið at tala at. EFTIR eru so eftirlitsnevndin og partafelagsnevndin. Her skal helst lógarsmíð til, og skal okkara sjónarmið koma fram seinni. JÚ, JÚ, gott at Sofus nevndi nevndir, sum
fara at taka seg aftur, tí tey meta, at munur longu er gjørdur á feløgunum! LØGMAÐUR hevur tosað um, hvussu umráðandi tað er ikki geva ymisk signal til umheimin, nú tað ræður um at standa saman. Er tað [...] politikkinum higartil, um at draga eina línu, og at oljutilfeingið er ogn alra føroyinga, er við hesum við at skifta lit. Ístaðin fyri eina almenna stýring kundi okkurt bent á, at tað nú eru tilvildin og tann [...] Skulu vit hava eitt føroyskt oljufelag ella tvey , so má tað vera ein treyt, at tað almenna skal hava meirilutan. Ein kundi spurt, um tað nú er rætt, at peningaognirnar hjá teimum fyritøkum og teimum persónum
døgum. TAÐ er einki nýtt - hetta at USA tekur sínar egnu borgarar av døgum - borgarar, sum hava framt brotsverk. Tað er nakað, sum bæði Hægstirættur og nógvir av statunum gera uttan at blunka. TAÐ nýggja [...] Endmálið við deyðarevsing sigst vera, at hon skal forða øðrum í at fremja slík brotsverk, men veruleikin er ein annar. Hann er - og hetta er aftur og aftur skjalprógvað - at deyðarevsing virkar ikki fyribyrgjandi [...] Vit hava sagt hetta áður og fara at endurtaka tað her: at tað er einki minni enn ein skamblettur fyri USA og fyri amerikanarar, at teir framhaldandi - nú vit nærkast ár 2000 - við statsins góðkenning
at vit her hava fingið eina góða avtalu, og at danska stjórnin veruliga hevur lurtað eftir føroyingum. Tað skilst eisini, at afturfyri hesa avtalu hevur fólkatingsmaðurin Óli Breckmann lovað, at hann ikki [...] Landsstýrið hevur gjørt greitt, at tað ynskir kollveltandi broytingar millum londini, har málið er ein suverenur føroyskur statur. Hvussu fer at gangast í hesum máli fara vit helst at síggja og hoyra meira til [...] komandi tíðum, og vónandi fer hetta orðaskifti at fáa tað pláss, sum tað hevur uppiborið. Ein kann loksins siga, at vit nú hava meira rúmd og tíð til at tosa konstruktivt um viðurskifti, ið viðvíkja bæði
- og at um hann ikki vil vera tað, so hevur hann einki at gera á Christiansborg. Men tað sum Jóannes Eidesgaard er valdur á fólkating upp á er júst at hava ta støðu, hann hevur. Upp undir fólkatingsvalið [...] Keypmannahavn, at føroysku fólkatingsmenninir ikki gera arbeiði sítt til lítar, og at Jóannes Eidesgaard »gongur í fólkatinginum og spælir klovn?« Tað er skiljandi, at danir halda hetta vera at spæla klovn [...] løgting - uttan at føroysku politikararnir høvdu somu fyritreytir fyri at kenna avleiðingarnar - tí stjórnin ikki segði teimum allan sannleikan! Slíkt er ikki álitisvekjandi - slíkt er álitisniðurbrótandi
kinum. Tað er líkasum, at vit hava ikki havt traditión fyri gransking. Orsøkin til tess kann vera fjarstøða okkara, tað kann vera hetta, at vit hava ikki tað útbúgvingarumhvørvi, sum oftani er ein av [...] vit at hoyra meira um tað í næstum. TAÐ er greitt, at nettup gransking innan tey mongu økini, sum heilt náttúrliga hava tilknýti til okkara lítla samfelag og okkara umhvørvi, kann verða við til at menna [...] soleiðis, at vit kunnu koma burtur úr tí óhepnu støðu, bert at hava tað eina beinið at standa á, fiskivinnuna. Hinvegin kann gransking eisini hava við sær, at vit fáa eitt nógv sterkari bein at standa á