Húklið trívist ? ja, í besta blóma

TEIR politisku flokkarnir hava seinastu vikurnar kunngjørt, hvussu sjálvstýrissinnaðir ella loysingarsinnaðir teir eru.

Í SEINASTU viku kundu flokkarnir so prógva, hvussu búnir teir vóru at átaka heimastýrinum fleiri skyldur, men tá avtornaði var ein meiriluti ímóti at yvirtaka fólkakirkjuna. Sjálvandi ber til at vera sjálvstýris- ella loysingarsinnaður og kortini atkvøða ímóti at yvirtaka donsku kirkjuna í Føroyum, tí aðrar orsøkir ? t.d. fíggjarligar ? tala ímóti tí í løtuni.


KORTINI kann ikki annað enn ásannast, at henda avgerðin í tinginum stendur í ramari andsøgn til alt sjálvstýrisprátið í seinastuni, men hetta er kanska ikki annað enn »prát«? Jú, hetta var helst annað enn prát. ? Var avgerðin ikki aftur eitt gott dømi um, at í Føroyum trívist húkl framvegis í besta blóma?


Býráðið eigur at skamma seg

Í SEINASTU viku fylti Havnar Sjónleikarfelag 80 ár, og dagurin varð hátíðarhildin við eini afturlítandi framførslu fyri limum og almenninginum. Harafturat markerar felagið dagin við eini umvæling, so tað verður lættari og hugnaligari at koma inn í húsið, eins og tann neyðugi útbúnaðurin verður meira nútímans.


HETTA er at fegnast um, eins og fráboðanin hjá formanninum um, at hús og feløg skulu gerast meira virkin við fleiri leikarum og øðrum tiltøkum.


FLESTU føroyingar eru góðir við Sjónleikarhúsið, sum hevur verið karmur um so mangt. Her hava vit riðið í runsivalsstríð saman við Rólandi og her hava vit mangan lagt knørr við knarraborð. Her hava vit dansað til »goggu-tónleik« og her hava vit dansað mangan »sjelara«. Nógv hjørtu hava titað og mangt kærleiksbandið man vera knýtt.


HER eru mong kend skaldaorð søgd á palli ? leikir eftir Shakespeare, Wilde, Williami ella Valdemar ? og her hevur mangur sjónleikaraspíri fingið høvi at royna seg. Og allir filmirnir vit hava sæð í Sjónleikarhúsinum?


SJÓNLEIKARHÚSIÐ hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri ikki bara havnarfólk, men fyri flest allar føroyingar. Og tað átti Tórshavnar býráð at kunna takka felagnum fyri við eini veruligari gávu. At geva felagnum ein kekk við 5000 krónum er ein so stór skomm, at tað hevði verið betur ógjørt. Men hvat, henda upphæddin er jú helvtin av tí, sum føroyameistarin í fótbólti fekk í fjør, so tað er helst í samljóði við okkara mentanarpolitikk!