Tað er greitt, nú teir tríggir samgonguflokkarnir hava sett í samgonguskjalið, at teir venda aftur til samtyktina hjá samgonguflokkunum í 2018. Orðingin um pensjónsaldurin er soljóðandi:
»Vit vilja halda okkum til pensjónssemjuna frá 2018, samstundis sum vit lofta teimum, ið eru niðurslitin«.
Tað merkir, at pensjónsaldurin, kann hækka við í mesta lagi einum hálvum ári fimtahvørt ár, til hann er komin upp í 70 ár.
Hetta var tað, sum teir tríggir samgonguflokkarnir í 2018, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn samtyktu. Tá var einki stríð um tað, og fakfeløgini hava síðani kallað hesa samtykt fyri »eina kontrakt millum fakfeløgini og Løgtingið«.
Men kreftir í fráfarandi landsstýri vildi hava tað at ganga skjótari, serliga eftir, at Búskaparráðið segði, at um hetta varð skundað fram, so var tað helmingurin at avbjóðingini at fáa haldføri aftur í búskapin.
Tað var serliga Framsókn, sum trýsti á í fráfarandi samgongu, at fáa hetta samtykt. Tjóðveldi tók undir við hesum, men ikki Javnaðarflokkurin – í øllum førum ikki til síðst, tað var júst fyri at sleppa undan atkvøðugreiðsluni um hetta málið, at Aksel V. Johannsen, løgmaður, skrivaði út nýval.
Sambært galdandi lóg, sum samgongan ætlar at halda seg til, so skuldi Løgtingið í fjør tikið støðu til, hvat pensjónsaldurin skal vera í 2035. So er spurningurin, um tað verður árið, tey halda seg, ella um tað verður í 2036. Siga vit at útgangspunktið er 2036, so fer Løgtingið í ár at samtykkja, at pensjónsldurin tá verður 68,5 ár.
Síðani skal Løgtingið í framtíðini taka støðu til at hækka pensjónsaldurin til 69 ár í 2041, til 69,5 ár í 2046 og til 70 ár í 2051.
##med2##











