Løgmaður, sambandið og heimastýrið

.

LØGMAÐUR spyr í blaðgrein, hvat pínir Javnaðarflokkin? Tað er oddagreinskrivaranum ikki greitt, men á hesum stað er víst á, at veljarakanningin gav leiðslu Sambandsfloksins ein dyggan frammaná.


HESUM roynir Edmund Joensen at vísa aftur! Men tá ein triðingur av Sambandsveljaranum vil hava meiri sjálvstýri, og bara ein lítil partur vil halda fram við heimastýrisskipanini, so er ikki samljóð millum sambandsveljaran og leiðsluna.


FORMAÐUR floksins hevur tvíhildið um, at flokkurin vil ikki broyta eitt komma í heimastýrislógini, hóast gongdin seinastu árini - m.a. í samband við »bankabjargingarnar« og tey donsku inntrivini - greitt hevur víst, at skipanin er alt ov ógreið og at hon er alt annað enn fullgóð.


Í grein síni harmast sambandsformaðurin um, at eingin ráðstevna verður um heimastýrisskipanina, nú hon er fimti ár. Hann heldur, at henda ráðstevnan kundi víst á manglar og skeivleikar í heimastýrisskipanini. Álvaratos. Tað átti hann at kunnað funni út av í sínum dagliga yrki.


ANNARS hevði tað verið áhugavert at havt eina ráðstevnu um heimastýrisskipanina, og gjørt upp fyrimunir og vansar, sum eitt punktum fyri eina skipan, sum nú hevur virkað í hálva øld. Og ikki at staðfesta, um nakað skal broytast í verandi skipan ella ikki, sum sambandsformaðurin heldur.


LØGMAÐUR fer lætt um leiðslutrupulleikan við at siga, at sambandsfólk velja ikki alment formann sín. Nei, tað ger eingin flokkur, men hetta sigur føroyska almenninginum greitt, at formaður sambandsfloksins hevur ikki undirtøku millum síni egnu.


OG tað er kanska ikki so løgið, tá hugsað verður um leiðsluháttin hjá formanninum. Ein tingmaður rýmdi og ein mundi farið. Ónøgdin í Sambandsflokkinum tykist vera stór. Og ikki hevur tað økt álitið á løgmann, at hann hevur gingið við uppsagnum í bringulummanum, hevur hótt við uppsagnum og sagt landsstýrismanni upp, tí hann arbeiddi við ætlan, sum løgmaður var tvingaður at gera semju um fáar dagar seinri.