TAÐ er ikki nóg fullfíggjað at svara upp í saman, at tá vit hava fingið loysingina, so verður fíggjarlógin gjørd eftir tørvi, og at vinnulívið skal vera kappingarført og rikið eftir fríum marknaðartreytum.
TJÓÐVELDISFLOKKURIN fær í dag 25 prosent av atkvøðunum, og sum ein seriøsur flokkur eigur flokkurin at svara, hvussu hann ætlar at skipa samfelagið, t.d. fáa fíggjarlóg at hanga saman, um ein meiriluti nú verður fyri loysing.
SJÁLVANDI kunnu vit klára okkum, sum Bjørn Patursson, bóndi, helt, men hvørjar averða avleiðingarnar? Tí hevur Tjóðveldisflokkurin skyldu at koma við eini gjølligari frágreiðing og eini útgreinan, hvussu samfelagsgongdin verður.
TAÐ er ikki nóg mikið at svara, at vit taka upp samráðingar við danir, og svara, at roknað verður við, at danir fara at hjálpa okkum, sum fleiri vístu á í Fimmaranum, tí vanligt er at foreldur hjálpa børnum ávegis.
NÚ eru framvegis bara 29 prosent fyri loysing og 40 prosent vilja hava eina skipan, sum gevur Føroyum meiri sjálvstýri enn heimastýrislógin, og tí er ikki rætt, sum Anita fleiri ferðir segði, at fólkið ynskir tað (loysing) ? og nú er rák fyri loysing?
ENN eru bara sløk 30 prosent fyri loysing, so tað er ikki ein triðingur av fólkinum, sum ynskir tað, men rætt hevur Anita í tí, at tað er eitt rák fyri loysing ella meiri sjálvstýri.
ELLA sum Eyðálvur Dimon, skrivari Javnaðarfloksins, vildi vera við, so tekur ein størri partur undir við leiðini hjá Javnaðarflokkinum, sum miðar eftir at fáa Føroyum eina nýggja skipan, sum gevur okkum sjálvstýri uttan at tað verður neyðugt at loysa.