Útskifting í hópinum í A-landsliðshópinum

Ein útskifting er framd í A-landsliðshópinum, sum ferðast til Noregs í morgin til Golden League. Helgi Hildarson Hoydal er kallaður inn fyri Trónd Mikkelsen, sum hevur fingið ein skaða at dragast við.

Tróndur var óheppin í seinasta dystinum fyri landsliðssteðgin og hevur fingið ein snudd í annað knæið. Landsliðsvenjararnir hava kallað Helga Hildarson Hoydal inn í hansara stað. Teir 19 leikararnir, sum fara til Noregs í morgin eru sosatt:

 

Málverjar:

 

Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)

 

Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar Handball St. Gallen (SUI)

 

Bakkar:

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)

 

Óli Mittún, GOG (DEN)

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)

 

Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)

 

Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)

 

Kjartan Johansen, Elitesport Vendsyssel (DEN)

 

Pauli Rasmussen, StÍF

 

Høgni Heinason, H71

 

Vengur:

 

Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)

 

Leivur Mortensen, HC København (DEN)

 

Pauli Høj, Bergsøy (NOR)

 

Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)

 

Allan Norðberg, Valur (ISL)

 

Strikur:

 

Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg HH (DEN)

 

Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)

 

Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)

 

Helgi Hildarson Hoydal, H71

 

Skráin fyri Golden League í Tróndheimi sær soleiðis út:

 

Hósdagin 30. oktober

 

kl. 17.15 Noreg – Danmark

 

kl. 19.30 Niðurlond – Føroyar

 

Leygardagin 1. november

 

kl. 13.00 Danmark – Niðurlond

 

kl. 15.45 Noreg – Føroyar

 

Sunnudagin 2. november

 

kl. 13.00 Danmark – Føroyar

 

kl. 15.45 Noreg – Niðurlond

 

Kringvarpið vísir dystirnar.

 

Mynd: Uros Hocevar/Kolektiff