Arbeiðsloysið var 0,8 prosent í september

Samanborið við sama mánað í fjør er hetta er 0,1 prosentstig minni. Serliga er arbeiðsloysið minkað hjá kvinnum og í yngru aldursbólkunum.

Hagstovan:

 

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

 

Í september var arbeiðsloysið 0,8 prosent, sum er 0,1 prosentstig minni samanborið við sama mánað í fjør. 

 

Fulltíðararbeiðsleys er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsloysi. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur.

 

Í september vóru 244 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 32 færri enn í september í fjør. 282 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 63 færri enn í sama mánað árið fyri.  

 

Arbeiðsloysið er minni hjá kvinnum

 

Í september vóru gott 100 kvinnur raktar av arbeiðsloysi, sum eru 43 færri samanborið við sama mánað í fjør. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi svaraðu tær til 90, sum er eitt arbeiðsloysi á 0,6 prosent. Hetta er 0,2 prosentstig lægri samanborið við sama mánað árið fyri. 

 

181 menn vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 20 færri enn í september í fjør. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi vóru teir 156, sum svarar til 0,9 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig lægri samanborið við sama mánað árið fyri.

 

Suðuroyar øki størst arbeiðsloysi

 

##med2##

 

Landkortið vísir arbeiðsloysi eftir bústaðarøki. Í september var arbeiðsloysið størst í Suðuroyar øki við 1,4 prosentum. Hetta er 0,3 prosentstig hægri samanborið við sama mánað í fjør. Lægsta arbeiðsloysið var í Norðoya øki við 0,4 prosentum.

 

Fleiri útgreinaði hagtøl um arbeiðsloysi býtt á øki kunnu síggjast á økissíðunum: Norðoya økiEysturoyar økiNorðstreymoyar økiSuðurstreymoyar økiVága økiSandoyar økiSuðuroyar øki

 

September 2025

 

Arbeiðsloysið minkað í yngru aldursbólkunum 

 

Størsta arbeiðsloysið í september var millum tey 25-34 ára gomlu við 1,1 prosentum, hóast tey høvdu størstu minkingina við 0,4 prosentstigum.

 

Minsta arbeiðsloysið var hjá teimum í aldrunum 16 til 24 ár við 0,4 prosentum, sum er 0,2 prosentstig lægri enn sama mánað í fjør. Í hinum aldursbólkunum er støðan óbroytt.  

 

Ein av átta hevur verið arbeiðsleysur í meira enn eitt ár 

 

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Størsti bólkur, 31 prosent ella 87 persónar, av teimum arbeiðsleysu í september høvdu verið arbeiðsleys millum 30 til 89 dagar. 

 

Í september vóru 37 persónar ella góð 13 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár (365+ dagar). Hetta er á leið tað sama sum í fjør. 

 

##med3##

 

Arbeiðsloysi sum hugtak

 

Arbeiðsloysi sum hagfrøðiligt hugtak byggir á altjóða hugtakið hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. Eftir hugtakinum eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi. 

 

Hvussu verður arbeiðsloysi uppgjørt hagfrøðiliga?

 

Keldan til arbeiðsloysisuppgerðina eru tey, sum eru skrásett hjá Arbeiðsloysisskipanini og Almannaverkinum og lúka omanfyri nevndu treytir. Keldurnar, og harvið arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya, fevna bert um persónar í aldrinum 16-66 ár.

 

Skulu altjóða samanberingar gerast, er tað arbeiðsloysið frá kanningini av arbeiðsmegi, sum skal brúkast.

 

Sí Arbeiðsmegi, kanning.