Almennu Føroyar mugu stýra oljuútviklinginum

.

TAÐ var tann tíð, tá tosað varð um, at føroyingar skuldu hava flakavirki á hvørjum tanga. Nú sær ikki mætari út enn, at vit skulu hava føroysk oljufeløg eftir sama leisti. Løgmaður, sum umsitur oljumál, hevur lagt stóran dent á eitt alment føroyskt oljufelag. Herfyri hoyrdu vit um eitt privat oljufelag, sum hevði samstarv við tað útlendska oljufelagið Dana. Sjónvarpið kom hóskvøldið við enn einum boð uppá eitt privat oljufelag, sum skal samstarva við Saga. Við øðrum orðum tosa vit nú um trý føroysk oljufeløg. Sambart SvF hava stóru vinnulívsfyritøkurnar tikið seg saman fyri at savnapening í eitt privat føroyskt oljufelag. Hetta hendir um somu tíð, sum aðrir føroyingar saman við útlendingum hava skrásett eitt oljufelag og skulu til at tekna partapening. Tvs. at vit her hava tvey oljufeløg, sum skulu til at útvega milliónir av kr. í eginpeningi.


HENDA sannroynd er ein greið ávaring til føroyskar politikarar um, at vandi er á ferð. So fá vit eru hava vit ikki ráðtil at spjaða kreftirnar. Og reyði tráðurin í politikkinum higartil, um at draga eina línu, og at oljutilfeingið er ogn alra føroyinga, er við hesum við at skifta lit. Ístaðin fyri eina almenna stýring kundi okkurt bent á, at tað nú eru tilvildin og tann peningasterki, sum stýra útviklinginum. Vit hava einki ímóti, at føroyskar fyritøkur gera íløgur í oljufeløg. Sjálvandi skulu vit vera við í framtíðar menningini av hesi vinnu og fáa ágóðan av henni. Men her mugu vit standa saman við einum høvuðsarbeiðsgevara: almennu Føroyar. Skulu vit hava eitt føroyskt oljufelag ella tvey , so má tað vera ein treyt, at tað almenna skal hava meirilutan. Ein kundi spurt, um tað nú er rætt, at peningaognirnar hjá teimum fyritøkum og teimum persónum, sum Palleba og Marsanna bjargaðu við bankabjargingunum, nú eisini skulu fevna um oljutilfeingið - uttan at almennu Føroyar hava nakað at siga!


EFTIR okkara tykki er hetta málið so mikið álvarsligt , at vit uppá tað harðasta ávara móti eini gongd, har privatir einsamallir stýra útviklinginum. Tá verður kaos og anarki. Tað kunnu vit ikki bjóða hvørki okkum sjálvum ella okkara eftirkomarum. Og vit skulu tá heldur ikki rokna við at fáa stórt tal av oljufeløgum at gera íløgur her. Tað má og skal vera Føroya landsstýri og Føroya løgting, sum stýra og hava fult eftirlit við útviklinginum og sum fyriskipa og leggja til rættis karmarnar. Vit síggja einki skeivt í tí, at útlendsk feløg og føroyskt vinnulív royna at byggja nakað upp, men hetta má verða í tráð við tann almenna oljupolitikkin.


TAÐ, sum her er komið fram, gevur orsøk til at seta fleiri spurningar. halda føroysk vinnulívsfólk veruliga, at tey við at gera avtalur við eitt ávíst útlendskt oljufelag kunnu tvinga myndugleikarar til at geva júst hesum útlendska oljufelagnum fyrimunir! Halda útlendsk oljufeløg, at tey fáa framíhjárætt, tí tey hava gjørt avtalur við føroyskar peningamenn og fyritøkur! Vilja almennu Føroyar, sum bjargaðu bankunum og harvið eisini mongu av vinnulívsmonnunum og fyritøkum teirra, bara standa og hyggja at, meðan somu vinnulívsmenn og fyritøkur ?krevja? rættin til oljuríkidømið! Og hvat siga tey mongu oljufeløgini, sum enn ikki hava tikið stig til beinleiðis samstarv ella hava fingið áheitanir frá føroyskum vinnulívi um at virka saman í sambandi við komandi útbjóðingar! Er ikki vandi fyri, at hesi feløg, um so er, at eitt ávíst felag kann vinna sær fyrimunir í eini útbjóðing, tí tað arbeiðir saman við føroyskum vinnulívi - fara at taka seg aftur, tí tey meta, at munur longu er gjørdur á feløgunum!


LØGMAÐUR hevur tosað um, hvussu umráðandi tað er ikki geva ymisk signal til umheimin, nú tað ræður um at standa saman. Er tað, ið hendir nú ikki júst dømi um tað øvugta! Er tað serliga heppið signal at lata umheiminum, at fyritøkan hjá sama løgmanni, sum stendur á odda fyri øllum oljuútviklinginum, er við í einum privatum oljufelag, sum sambart Degi og Viku hevur í umbúnað at gera eksklusiveavtalur við eitt ávíst oljufelag! Um eksklusive her merkir, at allar tær føroysku fyritøkurnar binda seg til bara at brúka og arbeiða saman við hesum eina oljufelagnum, hvat tá vit øllum hinum oljufeløgunum, sum vit fegin síggja koma henda vegin at gera íløgur! Vit eiga ikki forða hvørki føroyingum ella útlendingum, sum vilja brúka pengar og orku í eini føroyskari oljuvinnu. Men hesir mugu heldur ikki sleppa at seta kílar í almenna oljupolitikkin, so vit púrasta missa tamarhaldið, áðrenn spónurin er settur í. Latið okkum fáa oljulóggávuna fyri tingið aftur og taka allar hesar spurningarnar til viðgerðar har.