Nevndir og nevndarávirkan

SOFUS Olsen, fyrrverandi grannskoðari í gamla Føroya Banka, hevur atfinningarsama og bersøgna grein um skilið í gamla Føroya Banka upp gjøgnum 80?ini.

HAR er nógv áhugavert og serliga er hansara lýsing av nevnd og nevndararbeiði hugsunarverd. Nevndin verður lýst sum eitt »gummistempul« fyri tær gerðir, ið leiðslan framdi. Um aðrar meiningar vóru, so var durafjórðingurin vísur. Nevndin bleiv sitandi, tí beinið var ov feitt at fara frá. Hugsunarvert og hugvekjandi.


HVUSSU er so nevndarstandurin í landinum? Her eru bæði nevndir fyri ditt og datt. er nakað skil í? Nevndir eru býttar upp í tveir høvuðsbólkar. Summar nevndir eru ráðgevandi og aðrar eru avgerandi.


RÁÐGEVANDI nevndir verða nógv nýttar av politisku myndugleikunum. Eisini hjá okkum. Sum náttúrligt er skulu ráðgevandi nevndir vera uttanfyri ávirkan av myndugleikunum, ið ráðgivið verður til. Hetta sær ikki út til at glada Tinganesumsitingina. Har verða »for glatt vekk« settar nevndir at ráðgeva Tinganesumsitingini við manning úr somu umsiting. Feskastu dømi eru, at vinnumálastjórin er nú formaður í oljuráðleggingarnevndini, ið skal ráðgeva Vinnumálastýrinum. Tá løgmaður ikki fær eina tilráðing um alment oljufelag sum honum líkar, so mannar hann eina innanhýsis nevnd at loysa spurningin. Kvalifikatiónirnar hjá hes inevnd í oljuhøpi strekkja væl til eitt »gummistempul« á tað, sum løgmaður ætlar.


INNANHÝSISNEVNDIRNAR, ið settar verða at ráðgeva um starvssetanir, tykjast í summum førum at bera bráð av »gubbasa-dørinum«. Løgtingið átti at hugt eitt sindur eftir tí, ið hendir. Serliga at hvussu óheftar hesar nevndirnar eru.


SPURNINGURIN er eisini, um løgtingsins formansskapur ikki átti at sett umsitingarleiðararnar á einum ávísum støði. Viðvíkjandi nevndarvali til ráð- og fyritøkunevndir, har løgtingið fyrr valdi, er nú tann broyting, at landsstýrisfólkini velja. Ikki sørt spennandi at vita, hvørja linju nýggja umsitingin fór at leggja.


FYRSTA stóra nevndarvalið var nú um dagarnar. Nevnd skuldi veljast í Lívstryggingina. Her skuldi verið upplagt at tosað við tey fakfeløg, ið hava limirnar, sum eiga stóran part av puljuni í felagnum. Ikki eitt orð. Hendan nevndin, sum hevur ábyrgd av hundraðtals milliónum hjá vanligum fólki, bleiv mett sum vanligt »beinatrog« hjá fulltrúum ymsa staðni í umsitingini og vald samsvarandi. Her eigur løgtingið at tala at.


EFTIR eru so eftirlitsnevndin og partafelagsnevndin. Her skal helst lógarsmíð til, og skal okkara sjónarmið koma fram seinni.


JÚ, JÚ, gott at Sofus nevndi nevndir, sum lið í okkara demokratisku skipan. Her sær ikki ov gott út hjá okkum sjálvum.