Nú skulu friðingarnar fyri línuveiði inni við land, sum Føroya løgting samtykti síðsta heyst, eftir øllum at døma standa sína roynd, tí í gjárkvøldið tók Fiskiveiðieftirlitið nevniliga ein útróðrarbát [...] kann góðtaka - ella vraka. Verður uppskotið vrakað, endar málið í rættinum. Tað var síðsta heyst, at Føroya løgting fyri fyrstu ferð - í nýggjari tíð - bannaði vinnuligari línuveiði inni við land. Friðingarnar [...] Fiskurin - eini 1000 pund - sum útróðrarbáturin hevði fingið á línuni, er seldur á Fiskamarknaði Føroya. Vit hava verið í sambandi við skiparan, sum verður avhoyrdur, sigur vakthavandi á løgreglustøðini
í dag í sakarmálinum, har ein mamma stóð ákærd fyri at hava burturflutt børn síni úr Danmark til Føroya. Á rættarfundinum í seinastu viku kom fram, at mamman ikki longur sá seg føra fyri at liva saman [...] hon segði brúkti hvørt oyra til brennivín. Hon gjørdi tí av at taka dreingirnar og fara heim til Føroya við teimum. Mamman segði í rættinum, at hon ikki helt seg gera nakað ólógligt, og hugsaði ikki um [...] duga at gita, hvar mamma og dreingir vóru blivin av, men fann seinni út av at tey vóru farin til Føroya. Dómarin valdi at trúgva mammuni í stóran mun, tí hon í rættinum virkaði nógv meira trúverdug enn
MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovnur Føroya hava skrivað undir leigusáttmála við Færøernes Kommando í dag, sum hevur við sær, at Færøernes Kommando í næstum flytur inn í leigaði hølir á Tinghúsvegi [...] Tinghúsvegi 64 í Tórshavn, har MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovnur Føroya dagliga húsast. Í Danmark er gjørd ein politisk semja um, at Færøernes Kommando og Grønlands Kommando skulu leggjast saman í eina [...] hesum døgum av sítt virksemi í Mjørkadali og flytur inn til MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovn Føroya á Tinghúsvegi 64 við 4-6 starvsfólkum. Virksemið, sum danska verjan higartil hevur havt í Føroyum
Á aðalfundi hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag, sum hevur verið hildin í hesi vikuni, segði formaður felagsins, Eyðstein Djurhuus, at fiskivinnupolitikkurin hevur verið sera óstøðugur seinasta árið. [...] vísti á, at nú nýggj stjórn er skipað, er aftur ein heilt annar politikkur settur út í kortið. - Føroya Skipara-og Navigatørfelag hevur ikki hugsjónarligar áskoðanir um, hvør politikkur er rættast. Men [...] fiskivinnan tillagað seg, so nú mugu vit bíða, til úrslitini fara at síggjast, legði formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag aftrat.
. Tí vænta vit ikki, at nakað línuskip kemur inn at landa í næstu viku. Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í síni meting um línuskipini fyri næstu viku. Lagt verður aftrat, at streymurin er avtakandi, og [...] landa mánadagin, meðan tann, sum fiskar svartkalva, neyvan kemur inn í næstu viku. Fiskamarknaður Føroya sigur um partrolararnar, at allir eru eystan fyri og fiska upsa. - Fiskiskapurin er brúkiligur, og [...] inn at landa seinast í næstu viku. So eru tað bara garnaskipini eftir, og her sigur Fiskamarknaður Føroya, at trý skip fiska havtasku og koma inn at landa miðskeiðis í vikuni, sum kemur.
ið hava somu blanding av fiski, sum tey, ið koma inn at landa mánadagin. Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í sínum metingum fyri komandi viku. Lagt verður aftrat, at hvørki streymur ella veður verða til vildar [...] tað verður helst lítið av útróðri í vikuni sum kemur. Um djúpvatnstrolararnar sigur Fiskamarknaður Føroya, at ein er vestanfyri og fiskar kongafisk. Hesin landar miðskeiðis í vikuni. Hinir eru grynri og [...] koma inn miðskeiðis í vikuni. Ein kemur tó væntandi inn at landa mánadagin, sigur Fiskamarknaður Føroya.
Føroya Tele arbeiðir alsamt við at byggja fipurnetið út og næsta ár fáa nakrar bygdir afturat fipur. Næsta ár er so ætlanin at leggja fipur til Sandvíkar. Kaðalin skal leggjast ígjøgnum tunnilin og tí [...] Landsverk, verður fipurkaðal lagdur til Sandvíkar næsta ár, sigur Páll Vesturbú, stjóri í FT-Net hjá Føroya Tele. Næsta ár er eisini ætlanin at leggja fipurkaðal ígjøgnum Kunoyartunnilin til Kunoyar Bygd. [...] nóg stór. Frástøðan til støðina skal helst ikki vera meiri enn 1,5 kilometur og í Kollafirði fer Føroya Tele at gera ábøtur, so eisini tey ytstu húsini fáa betri internet. Harafturat skal eisini fipur
trý. Úrslit: Gentur: Ljósið 13.55 Føroya Meistarar Støkk 12,69 HFa 12.37 HFb 10,62 Unglingar: HFa 14.01 Føroya Meistarar Støkk 12,87 HFb 11,18 Kvinnur: HF 14.40 Føroya Meistarar Ljósið 13,51 Støkk 13,27
Føroya Arbeiðarafelag fer nú at kanna møguleikarnar fyri at fáa hægri rentu frá bankunum fyri frítíðarlønina hjá limunum. Tað er ein niðurstøða á aðalfundinum hjá felagnum um vikuskiftið. Har varð ført [...] er sjálvandi tann, at rentustøðið er munandi lækkað seinastu árini. Sostatt hava lokalfeløgini hjá Føroya Arbeiðarafelag beinleiðis útreiðslur av frítíðarlønini. - Tilsamans er frítíðarlønin einar 300-500 [...] legði hann afturat. Koma øll hini feløgini í Samtaki við, er talan um enn meir. Tí fer nevndin í Føroya Arbeiðarafelag nú at kanna møguleikarnar fyri at fáa eitt heildartilboð frá onkrum peningastovni
og grønmeti eru dýrkað, meðan eitt nú klædnavørur og fótbúnaður er vorðin bíligari, sigur Hagstova Føroya Brúkaraprístalið hækkaði 0,2 prosent frá fjórða ársfjórðingi 2009 til fyrsta ársfjórðing 2010. Taka [...] fyrsta ársfjórðingi 2009 til fyrsta ársfjórðing 2010, er brúkaraprístalið lækkað 0,8 prosent. Hagstova Føroya veit at siga, at fyrsta ársfjórðing í ár var brúkaraprístalið 115,2 samanborið við 115,0 fjórða [...] eitt nú klædnavørum og fótbúnaði lækkaðir 2,7 prosent seinasta ársfjórðingin í ár, skrivar Hagstova Føroya á síni heimasíðu.