Stjórastarvið á Føroya Tele er uttan iva eitt av teimum størvunum, sum standa heilt ovarliga á prestisju-listanum yvir privatar starvssetanir í Føroyum. Og tað er eisini eitt av teimum, sum stendur heilt ovarliga á topplistanum yvir lønir.
Sambært roknskapinum hjá Føroya Tele fyri 2005 var lønin til stjóran 1.168 tkr. hetta árið – ella knappar 100 tkr. um mánaðin. Tá er løn, frítið, eftirløn og møguligir aðrir ágóðar roknaðir við.










