Veðurstova Føroya er í eini menningartilgongd fram ímóti nøktandi tænastum, starvsfólkahópi, mátiskipan og undirstøðukervi. Sum frá líður kann virksemið hjá Veðurstovu Føroya eisini gerast partur av gransking um veðurlagsøkið.
Veðurtíðindi verða nú miðlað út bæði í útvarpi og sjónvarpi. DMI ger framvegis veðurforsagnir um vikuskiftið og eftir arbeiðstíð. Játtanin til Veðurstovuna varð hækkað við 750.000 kr. við tí endamáli at yvirtaka henda partin, sum væntandi verður liðugur um ársskiftið 2024/25.












