Nú Elizabeth, drotning í Bretlandi í 70 ár, doyði í gjár, hevur eisini Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sent bretum samkensluskriv. Í brævinum, sum er sent bretska forsætisfrúuni, Liz Truss, sigur løgmaður, at í yvir sjey áratíggju, var Drotningin ímyndin av trúskapi og tign í einum alsamt broytiligum heimi.
Vegna Føroya fólk og Føroya landsstýri vil løgmaður veita samkenslu til bretska Kongshúsið, bretsku stjórnina og bretska fólkið, sigur Bárður á Steig Nielsen.