Samráðingarnar um sáttmálaviðurskiftini hjá starvsfólkinum í Føroya Banka og Trygd eru slitnaðar. Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggingarstovnum í Føroyum bjóðaði Finansforbundet sama sáttmála, sum felagið gjørdi við Yrkisfelagið hjá Fíggingarstovnum í Føroyum fyrr í vikuni, men hann vildi Finansforbundet ikki góðtaka.
Sambært Útvarpinum hevur Finansforbundet nú handað arbeiðsgevarafelagnum fráboðan um verkfall, og arbeiðsgevararnir hava handað Finansforbundet fráboðan um verkbann.
Arbeiðssteðgurin hjá starvsfólkunum í Føroya Banka fær tó í fyrsta lagi virkna um ein mánað.