25 ára starvsdagur í Føroya Banka

Mánadagin 15. september hevði Berit Wolles Gunnarsson 25 ára starvsdag í Føroya Banka í Havn.

Berit byrjaði 15. september 1978 á deildini hjá Sjóvinnubankanum í Hornabø. Bankin bleiv lagdur saman við Føroya Banka í 1994. Berit hevur arbeitt á ymiskum deildum og er í dag í fyrisitini á kredittdeildini hjá bankanum.
Hon er gift við Gunnar H. Gunnarsson, tey búgva í Havn og eiga tvey børn: Egil og Jónu.

Myndatekstur:

Berit Wolles Gunnarsson við einum málningi hon fekk frá Føroya Banka í sambandi við 25 ára starvsdagin