Føroya Fornminnissavn hevur útgivið bókina: “Nordisk Ruinseminar 2007. Færøerne 18. – 20. september 2007”. Í bókini eru fyrilestrar, sum hildnir vóru á norðurlendskum ruinseminari, ið Føroya Fornminnissavn skipaði fyri í fjør. Í 2007 var Føroya Fornminnissavnið vertur fyri árliga ruinseminarinum, tí tey kunnu vísa á áhugaverdu fornminnini á miðaldar biskupssetrinum í Kirkjubø. Byggifrøðiliga og varðveitingarliga eru hesi fornminni av norðurlendskum eins og altjóða áhuga. Símun V. Arge, deildarleiðari, og Andras Mortensen, landsantikvarur, hava ritstjórnað útgávuna.