Jóhan Petur bygdi bóndagarðin burtur úr ongum

Í dag er hann 81 ára gamal, men er í fjósinum hvønn dag – morgun og kvøld. Festið hevur hann latið soninum, og sonurin ætlar sær ikki at gevast: - Nei, eg ætli mær ikki at gevast við mjólkini, sigur 51 ára gamli, Fróðin Kjærbo, sum rekur bóndagarðin í Skopun

 

Av trimum mjólkarbøndrum, sum eru eftir í Sandoynni, er garðurin, sum nú 81 ára gamli, Jóhan Petur Kjærbo í Skopum, bygdi árini 1989-1991. Samstundis, sum byggingin fór fram, varð eisini nógvur hagi veltur upp úr nýggjum.

Hetta var tískil eitt stórarbeiði og ein stór íløga, ið Jóhan Petur sum tilkomin maður tá fór í holt við. Men, tað var áhugin, sum dreiv verkið, og tað er framvegis áhugin, sum drívur verkið í dag.

- Í húsunum hjá okkum høvdu vit altíð neyt. Pápi mín, Ásbjørn, hevði tvær ella tríggjar kýr, sum mjólkaðu, og vit høvdu nóg mikið av mjólk til okkum sjálvi, umframt at nakrir litrar vórðu seldir.

Jóhan Petur sigur, at tá tey gomlu ikki orkaðu at fáast við neytini meira, tók hann kýrnar heim til sín. 

- Her var eitt hús, sum var bygt til seyð – ja, vit kunnu siga, at hetta var eitt lítið fjós, og her helt eg fram við neytunum og mjólkini, til eg sum 46 ára gamal fór í holt við at byggja fjósið.

 

Fyrst skuldi tú velta

Í sínari tíð vórðu harðar treytir settar fyri at byggja sær fjós.

- Tá skuldi tú hava velt helvtina av jørðini, sum tú skuldi brúka til stráfóður, áðrenn tú fór í holt við at byggja, og síðan skuldi hin helvtin veltast, meðan fjósið varð bygt.

Jóhan Petur heldur, at hesar treytir seinni vórðu broyttar, soleiðis at bøndur fyrst kundu byggja og síðan velta.

- Hetta var ein stór verkætlan og ein stór íløga tilsamans, har byggingin av fjósinum og uppdyrkingin av lendinum kostaðu einar seks milliónir krónur tilsamans. 

Men, hetta gjørdi so samstundis, at tá fjósið stóð liðugt, vóru brunnarnir longu fyltir við stráfóðuri, og kýrnar høvdu nóg mikið at eta.

- Eg bygdi fjósið við 25 básum til 25 mjólkneyt, og vit høvdu eina mjólkarframleiðslu tvey tey fyrstu árini á umleið 170.000 litrar um árið, sigur hann.

Men, tá viðurskiftini við mjólkarkvotunum broyttust tíðliga í nítiárunum, varð kvotan til garðin hjá Jóhan Peturi skorin við nøkrum túsund litrum, soleiðis at hann tá bara átti 120.000 litrar um árið.

- Hetta gjørdist heldur lítið. Seinni fingu vit so útvegað okkum nakað av mjólkarkvotu aftrat, men kvotan er framvegis ov lítil til 25 mjólkneyt.

Hann vísir á, at treytirnar við veiting av mjólk eru so mikið harðar, at kemur tú við meira mjólk enn kvotuna, tú hevur, fært tú einki fyri mjólkina, sum er til yvurs.

- Verður mjólkarframleiðslan ov stór, fært tú kanska bara fyri fóðurið, sum tú hevur brúkt til neytini, sum hava framleitt mjólkina. Onkuntíð er tað tó hent, at vit eru bidnir at framleiða meira, leggur hann aftrat.

Bóndagaraðurin, sum Jóhan Petur bygdi í Heimara parti av Høvdarhaga fyri skjótt 35 árum síðan, liggur í økinum, sum tey í Skopun rópa Hvítthjallar.

Øll árini hevur Jóhan Petur eisini fingist við seyð, og honum dámar væl at fáast við seyð. 

Onkur bóndi, sum vit hava skift orð við, hevur sagt, at áhugin er neytini, meðan seyðurin ikki sigur viðkomandi so nógv, og kanska er tað onkur annar í familjuni, sum serliga tekur sær av seyðinum.

Men, soleiðist hevur tað ongantíð verið hjá Jóhan Peturi.

- Áhugin hjá mær hevur øll árini verið bæði seyður og neyt. Eg vaks upp saman við neytum, og eg havi eisini stóran áhuga fyri seyði, sigur hann.

Tá seyðasýningar hava verið í Sandoynni gjøgnum fleiri ár, hevur skopuningurin skorað nógvar virðislønir fyri góðan og vakran seyð, og eitt nú átti hann heili 14 ár í slag vakrasta brundsseyðin í Sandoynni.

- Vit hava gjøgnum árini eisini vunnið fleiri virðislønir við mjólkini, sigur hin 81 ára gamli, lítillátin, tá vit hitta hann í túninum týsmorgunin í vikuni.

 

Hvønn dag í fjósinum

Tað eru nú nøkur ár síðan, at Jóhan Petur formelt læt festið frá sær til sonin, Fróðin Kjærbo, sum fyri fleiri árum síðan var á landbúnaðarskúla í Noregi og nam sær ta útbúgving, sum skal til fyri at kunna festa ein bóndagarð.

Hin 81 ára gamli ber aldurin sera væl, og hóast sonurin hevur tikið yvir á garðinum, er Jóhan Petur framvegis hvønn dag í fjósinum.

- Eg mjólki framvegis við teimum, og vanliga byrja vit at rigga til um 06.30-tíðina, soleiðis at sjálv mjólkingin kann byrja klokkan 07.

Hann sigur, at mjólkingin tekur umleið ein tíma til fimm korter, og honum dámar framvegis væl at verða við í fjósinum.

- Tað er áhugin, sum drívur verkið, og hetta hevur verið mín stóri áhugi alt mítt lív. Sjálvsagt føli eg í dag, at eg eri eldur, viðgongur Jóhan Petur, sum hevur gjørt eitt megnar arbeiði innan føroyskan landbúnað.

Fjósið, sum hann í sínari tíð læt byggja, hevur sjálvsagt ikki tann útbúnaðin, sum nýggjastu fjósini hava við sjálvvirkandi mjólkiskipan og øðrum hentleikum.

- Nei, tað hava vit ikki, men hetta riggar væl sum er, og eg dugi ikki at ímynda mær, at íløgur fara at verða gjørdar í nýtt og nútímans fjós her í Skopun, leggur Jóhan Petur Kjærbo aftrat.

 

Fróðin rekur garðin

Fyri nøkrum árum síðan festi sonur, Jóhan Petur og Fríðgerð, sum kallast Fróðin Kjærbo, bóndagarðin í Skopun.

- Tað var ikki tí, at eg var elstur, at eg festi garðin, men brøður mínir vóru líka sum farnir aðrar leiðir at fáast við betong, timbur og bilar, meðan eg fór á landbúnaðarskúla.

Fróðin sigur, at honum hevur altíð dámt væl at fingist við neyt og seyð – ja, líka síðan hann var óviti hevur hann hjálpt pápa sínum á garðinum.

- Vit kunnu siga, at hetta er ein garður, sum næstan kom burtur úr ongum og sum pápi við eldhuga legði grundarlagið undir. Tá fyrstu neytini komu inn, var stráfóður longu í brunnunum.

Hann sigur, at pápin, hóast 81 ára gamal, framvegis vísir garðinum stóran áhuga, og hann er í fjósinum bæði morgun og kvøld.

- Pápin er framvegis væl fyri til aldurin, og hann hevur mangan sagt, at hann ætlar sær ikki at seta seg niður, sigur festarin á bóndagarðinum í Skopun.

Fróðin sigur, at umframt pápan, hevur hann eisini synir sínar, 25 ára gamla, Jóhan Petur og 15 ára gamla, Sólbjørn, at hjálpa sær. 

- Konan Eva hevur leiðarastarv á flakavirkinum í Skopun, leggur hann aftrat.

Hann vísir eins og pápin á, at nógv er velt burtur úr nýggjum, og í sínari tíð fingu teir eisini hjálp til at velta hagan. 

- Vit hava eisini maskinu sjálvir, men seinnu árini hevur ikki nógv verið velt, tó at onkur smærri stykkir eru velt av nýggjum. Her er nógv væta í jørðini, og her er nógvur mógvur, sigur hann.

 

Órógv í haganum

Á garðinum í Skopun verður sum er einki gjørt burtur úr ferðavinnu.

- Men, vit síggja, at her er nógv ferðsla, og her er nógv gongd av fólki inni á festinum. Serliga, nú lembingin er fyri, er hetta ógvuliga óheppið. Seyðurin fær ikki frið at liggja, har hann eigur at halda til, men fer í allar ættir, tá fólk ganga og mala í haganum – júst, sum teimum lystir.

Fróðin Kjærbo heldur tað ikki vera í lagi, at fremmandafólk eiga at sleppa at ganga í haganum, sum best ber til, tá fjós, hagin og seyðurin eru eitt arbeiðspláss.

Hann heldur, at tað virkar soleiðis, at teir, sum sita við gørðunum, einki hava at siga, tá fólk soleiðis kunnu ganga allastaðni og mala.  

- Vit síggja, at tað er nógv tilvildarlig gongd í haganum og inni á festinum hjá mær, og hetta er bæði órógvandi og óheppið fyri seyðin, sigur hann. 

Tað berandi á garðinum í Skopun er sjálvsagt er mjólkin, men haraftrat ber hagin umleið 180 áseyðir, sum eisini ger mun í rakstrinum.

- Onkur kúgv verður flett av og á, og tað er eingin trupulleiki at sleppa av við neytakjøtið, sum er nógv eftirspurt og gjarna verður selt sum fjórðingar.

Fróðin sigur, at neytakjøtið er best, tá neytini, sum fella frá og verða flett, eru hampiliga væl í holdum, og tá er tað eingin trupulleiki, um neytini eru eini 3-5 ára gomul.

- Nei, tað ger ikki kjøtið verri, um neytini eru nøkur ár, og tey eru fleiri, sum spyrja seg fyri, nær vit vænta aftur at hava neytakjøt á garðinum.

Festarin sigur, at tað gongur eisini væl at selja seyðakjøtið um heystarnar.

- Seyðurin krevur ikki so nógv, sum neytini, og tá flett verður um heystarnar, hava vit gjarna fleiri fólk, sum hjálpa okkum, soleiðis at eini 50 lomb kunnu flettast um dagin.

Fróðin vísir á, at tá flett verður, liggur einki eftir til dagin eftir, tí alt slaktið verður tikið upp so hvørt.

- Nei, flettingin er eingin trupulleiki, tí hesin parturin av virkseminum gongur bæði skjótt og væl, leggur hann aftrat.

 

Fer ikki at gevast

Nú fleiri mjólkarbøndur eru givnir í Sandoynni seinnu árini, er tað onkur bóndi í oynni, sum hevur spátt, at eingin kúgv verður eftir í oynni um eini 10 ár.

Men, soleiðis ætlar Fróðin Kjærbo ikki, at tað skal blíva.

- Nei, eg ætli mær ikki at gevast við mjólkini. Nú vita vit ikki endaliga, hvørjar treytirnar fyri básafjósunum verða frameftir, men tað er ikki ætlanin hjá mær at blaka handklæðið í ringin.

Hann endurtekur, at mjólkin er berandi parturin av bóndagarðinum, og verður eingin mjólk, verður garðurin heldur einki livibreyð.

- Sum er, er garðurin eitt livibreyð, og eg haldi, vit kunnu siga, at garðurin ber eina familju, men síðan er eisini alt sagt í hesum sambandi. Í okkara føri er so konan í øðrum arbeiði, meðan serliga pápi og synir hjálpa til á garðinum.

Fróðin Kjærbo, sum er 51 ára gamalur, viðgongur, at tað er ikki nógvur peningur at skalta og valta við á einum so lítlum bóndagarði, sum garðurin í Skopun er, men tá familjan stendur saman um garðin, ber tað til at fáa nakað burturúr.

Ofta verður sagt, at kroppurin slítist, tá tú arbeiðir sum bóndi, og festarin í Skopun viðgongur eisini, at hann stundum kennur til slit í kroppinum – tó ikki so, at tað er ein stórur trupulleiki.

- Sjálvandi kunnu treytir koma, sum gera tað trupult at reka garðin – serliga, um myndugleikarnir vilja hava básafjósini burtur. Eg haldi tó, at básafjósini eisini hava sínar fyrimunir, bæði við mjólkini og kríatúrunum.

Hann vísir á, at tá kýrnar verða mjólkaðar, eru tær reinar og nossligar, og tú hevur eitt gott yvirlit yvir, hvussu kríatúrini hava tað.

- Tað er nú einaferð soleiðis, at leysgangandi kríatúr kunnu arga hvørt annað, men við básafjósum kunnu neytini ikki skaða hvørt annað, leggur Fróðin Kjærbo, bóndi í Skopun, aftrat.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##