Fýra frystilínuskip eru til fiskiskap

Øll ísfiskalínuskipini liggja, og útlitini til útróður í næstu viku eru ikki góð, tí streymurin harðnar, og veðrið verður umskiftandi.

Í løtuni liggja øll ísfiskalínuskipini við bryggju, men væntandi fer okkurt skip út aftur í næstum.

 

- Trý frystilínuskip eru í føroyskum sjógvi, og eitt fiskar í altjóða sjógvi, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Streymurin verður harður, sum næsta vika gongur. 

 

- Veðrið verður eisini umskiftandi. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri í næstu viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er smáligur.