Útlendingar á veg til Skála

Málmaðurin Vlada Filipovic og útispælarin Milic Curcic koma báðir aftur til Føroya at spæla við Skála. Meðan miðvallarspælarin Nenad Stankovic ikki fekk sítt uppihaldsloyvi í Føroyum longt orsaka av einum lítlum mistaki við lønargjaldingini hjá honum, eru loyvini hjá Filipovic og Curcic nú í lagi. Heimasíðan hjá Skála skrivar, at loyvini eru komin fram til Beograd, og at nú er bert talan um dagar, áðrenn teir báðir serbarnir koma til Føroya aftur.