brýr aftur millum londini heldur enn at vera við til at bróta enn meira niður. UPPGÁVAN hjá komandi fólkatingsumboðum eigur at vera saman við landsstýri og stjórn at finna eitt felags stev, har álit avloysir [...] eitt ár, áðrenn skeiðið er útrunnið og nú bankakanningin ikki er liðug og har vit eiheldur hava havt fund við danir um skuldina. EITT fólkatingsval nú vil møguliga vera ein gott barometur fyri undirtøkuna [...] eitt ár. Sjálvandi fer úrslitið av einum fólkatingsvali ikki at vísa ta røttu myndina, men tað fer so at vísa ein tendens. Og spurningurin er so um hann verður í tráð við seinastu veljarakanningina, ið
TAÐ er okkurt ella kanska heldur mangt, sum bendir á, at tað verður fólkatingsval í ótíð. OG tað er heldur ikki so óvanligt, at tað verður skrivað út nýval í Danmark, áðrenn eitt skeið er fullrunnið. SÍÐANI [...] eina minnilutastjórn. Men fyri at hetta skal lata seg gera, so mugu teir Radikalu slíta við javnaðarflokkin. Og tað er hetta, sum ilt er at meta um. TAÐ vilja altíð vera ymsar metingar um, hvørvítt eitt [...] Føroyum, og tað er okkara hugsan, at Nyrup hevur ikki roynst nakar Føroyavinur. Avgerðin ikki at taka av innbjóðing at vitja her og tøgn Nyrups um somu innbjóðing síðani er ikki við til at økja um álitið
ið, so ber eisini til at hava lýsingar í hesi skipan. Og her er vert at viðmerkja, at talan sjálvandi eisini er um litlýsingar. Lat tað eisini vera sagt her, at ein orsøk til at vit leggja so nógva orku [...] als ikki kunnu vera fyriuttan. So smátt eru hesi amboð eisini við at finna sær leiðina inn um skúlagátt, og tað er at fegnast um. MEN eisini fjølmiðlarnir kunnu brúka internetið, og tað er hetta, sum Sosialurin [...] eins lítið og tað kostar at halda tað í Føroyum. TAÐ skal vera vón okkara, at hetta tiltakið fær góða undirtøku og vilja vit sohvørt gera neyðugar og skilagóðar broytingar og ábøtur, soleiðis at vøran verður
hjá Strandferðsluflotanum. TAÐ sær ikki mætari út, enn at hol er við at koma á hesa fyri føroyska samfelagslikammið so týðandi meginlívæðr, samferðslunakervið sum so. NÚ er tað fyrst og fremst Sandoyarsiglingin [...] samferðslan er fyri hesi øki! Tástaðni sær tú, at málsøkið samferðsla er meira enn bara rutur og tíðartabellir í eini ferðaætlan. Tú hevur her við sjálvan mergin at gera. VIT halda tað vera ábyrgdarleyst [...] st av sitandi stýri ikki at prioritera samferðsluna meira. Bara at lata standa til og eini gera er tað sama sum heilt at punktera hesa lívæðr og harvið skunda undir avtoftingina frá øllum plássum, sum
Og tað er eisini av góðum grundum, at fólk øtast, tí í hesum døgum kunnu vit valla vænta, at pensjónir fara at hækka. Og júst við tí í huga, at pensjónsparturin verður so tungur komandi árini, var tað at [...] í heilsu- og almannamálum, uttan at tað fær tað viðgerð, eitt slíkt uppskot eigur at fáa. Í grein í Sosialinum í dag ger Kristian Magnussen vart við, at talan er um at inntøkujavna fólkapensjónina hjá [...] láni, og kann tað eisini verða partvís orsøk til, at fólkapensjónin er afturúrsigld. Hetta er eitt mál, sum hevur týdning fyri okkum øll, og eitt mál, sum vit ikki kunnu vera bekent við at lata liggja?
torir at siga Netanyahu ímóti og leggja trýst á hann fyri at steðga búsetingunum. Vit hava grund til at óttast fyri, at USA fer einki at gera, tí jødiski kapitalurin í USA er so sterkur. Men tá USA hevur [...] mætari enn at skriva undir eina krígsavbjóðing til ikki bert palestinar men so sanniliga til allan tann arabiska heimin. TAÐ fyrsta, ið kemur einum til hugs í slíkari støðu, er, at maðurin er ikki í ordan [...] málum - at góðtaka harðrenda politikkin hjá ísraelska leiðaranum. Hvat skuldi hetta so verið gott fyri kundi verið spurt! Ja hvør veit, ein máti fyri at provokera Iran til at leypa framav, soleiðis at USA
eftir sýningina, at vit eru nærum ?inhabil? at meta um filmin, tá hugsað verður um, hvussu stórar vónirnar hava verið og ikki minst spenningurin. Tað er sum at skula sanna orðini, at tá vónirnar til eitt [...] Vit fara í blaðnum at fylgja hesum ummælum og greiða okkara lesarum frá teimum, tí hetta er nakað, sum føroyingar uttan iva vilja síggja og hoyra um. TAÐ er helst eingin ivi um, at filmurin Barbara kann [...] aftur kann vera við til at knýta tættari bond millum Føroyar og onnur lond. Løgmaður og ríkisumboðsmaðurin hildu fyri í blaðnum í gjár, at møguliga kann filmurin gera, at fleiri danir fara at vísa Føroyum
- Meðan teldan ikki longur er nakað at tosa um, men ein sjálvfylgja, so eitur nýggjasti samskiftishátturin: INTERNETIÐ. Tað var í fjør, at Telefonverk Føroya Løgtings fór at bjóða út tænastur á Internetinum [...] eins ovfarnir, sum Ólavur á Heygum, høvdu teir vitað, at Sosialurin í 1997 kundi lesast í øllum heimsins londum. Men tað er kortini veruleikin. Tað var eitt stórt stig, Sosialurin tók í sínari tíð, tá farið [...] off-sett tøknina í sjeytiárunum. Sum tíðin leið, var tað heldur ikki nog gott - tí í áttatiárunum var tað teldan, ið var loysnin. Soleiðis gekk eisini á, at Sosialurin seinast í áttatiárunum keypti telduútgerð
einhvønn prís. Er tað skilabetri hjá kommium at samstarva heldur enn at leggja saman, so eigur tað at standa fremst. Tí tað er greitt, at við betri samstarvi millum kommunur og bygdir ber til at røkka langt [...] oyggj, at tað finnast arbeiðpláss, at har er virksemi. Gleðin og samtíðis staðfestingin av tí sannroynd, at har einki arbeiði og virksemi er, har følnar alt, kom so væl til sjóndar í hesum myndum, at vit [...] vikuni, hvussu stóran týdning tað hevur at varðveita og menna bygdirnar, og vístu á, at samanlegging av kommunum er ein gongd leið. Lat okkum tó her leggja aftrat, at tað er ikki samanlegging bara fyri tess
fingið at vita, at skrivarin í bankakanningarnevndini hevði arbeiðsuppgávur fyri Den Danske Bank. ER hetta rætt, so má tað sigast at vera einki minni enn ein skandala fyri Tinganes. Men enn er bert talan [...] dønum at leggja prógv fram, sum vísa, at Tinganes hevur verið kunnað um málið. OG er tað so, at politikarar og embætismenn í Tinganesi hava vitað um hetta, tá er spurningurin, hvørjar fylgjur tað eigur [...] haldbara orsøk, sýnist at vísa, at tað í danska embætismannaverkinum finnast fólk, sum av sínum eintingum ella hava fingið til uppgávu at leggja ætlanir móti føroyingum. Tað er so alvorligt, at málið má takast