prenta eitt so stórt og glæsiligt verk. - Hesi árini vit hava samstarvað um útgávuna av bókaverkinum um føroysku kirkjurnar, hava verið sera lærurík og áhugaverd. Útlendingar, sum hava hoyrt um útgávuna av [...] undir slíkt verk. Teir duga heldur ikki at skilja, at tað skal vera so stórur áhugi fyri einum verki sum hesum. Men tá teir so hoyra meira um arbeiðið og kanska síggja bøkurnar, eru teir heilt ovfarnir, og [...] teksti. Heldur sá eg tað sum eitt fíggjarligt óðamannaverk at fara undir eina so dýra framleiðslu. Her skuldi alt umhugsast gjølla, so eingi óráð skuldu takast. - Men tað vísti seg skjótt, at Palli hevði longu
fransmenn - so sektin á tað, sigur franski moralurin. Russar hava tikið sendimannin heim úr Washington. Javel. Hevði Amerika framt hetta álopið, meðan Russland var Sovjett, so høvdu vit neyvan sitið so líkaglað [...] Hevði tað ikki verið fyri pengarnar, so høvdu amerikumenn ikki havt fyri neyðini at lopið á - tá kundu teir tosað um tað. Hevði tað ikki verið fyri pengarnar, so høvdu fransmenn og sviar ikki selt teimum [...] amerikanarar fyri sjey árum síðani bardu seg úr Kuwait niðan í Irak komu teir fram á brotnu vápnini hjá irakunum. M. a. komu teir fram á vagnarnar, sum flutt høvdu rakettirnar, ið sendar vóru yvir Ísrael. Tað
kortleggja alt tað, ið menn hava grivið niður í vegir og teigar í býnum, so sum vatn, kloakk, el, telefon o. s. fr. Hann hevur eisini havt um hendi projektering av ymsum annlegsarbeiðum hjá kommununi. Freistin [...] til at samtykkja, at heitt verður á landsstýrið um at seta fyriskipanir í verk, sum styrkja skattainnkrevjingina.. Somuleiðis at heita á landsstýrið um sum skjótast at gera møguleikar fyri, at vinnurekandi [...] seinastu 15 árini, doyði í september. ? Eg eri sera spentur upp á hesa avbjóðingina, og eg síggi fram til hetta spennandi arbeiðið, sigur Boði Haraldson, sum hevur starvast sum verkfrøðingur á býráðnum
at hækka sínar egnu lønir, so fara hesir løgtingslimir at hava sera trupult við at grundgeva fyri einari avgerð um at geva øðrum løntakarabólkum eina minni lønarhækking, um so skuldi verið, at Løgtingið [...] 50% hægri løn. Vónandi er tó so mikið av skomm í meirilutanum av tinglimum okkara, at teir fella uppskotið um at hækka tingmannalønirnar, tí um nevnda uppskot verður samtykt, so er virðingin fyri okkara [...] Løgtingið sjálvt sum ásetir samsýningina til tinglimirnar, tí um nakað álvara var í orðunum um at neyðugt var hjá tí almenna at spara lønarútreiðslur, so átti fíggjarmálaráðharrin greitt at boða frá, at hann mælti
royna mangan í ringum líkindum um veturin og geva sostatt arbeiði uppi á landi, tá annars lítil fiskur verður avreiddur. ? Tað krevjast stór skip fyri at kunna royna um veturin á djúpum vatni undir Føroyum [...] framtíð, fyri at hann kann halda fram at royna á djúpum vatni. Má ikki tvingast inn Javnaðarflokkurin er av teirri áskoðan, at neyðugt er, at hesin flotin fær møguleika til fram eftir eisini at verða verandi [...] stevna móti álvarsligum trupulleikum. Umboðini fyri skipini halda, at um hetta uppskotið hjá Javnaðarflokkinum verður samtykt, so skuldu teir aftaná trý ár verið komnir yvir tey ringastu skerini. Undir
nú hevur verið so leingi í arbeiði, og tí veit nakað um, hvørjir trupulleikarnir eru. Hevur ikki havt leiðsluábyrgd Er tað ikki torført at taka við stjórastarvi, júst tí tú hevur verið so leingi á stovninum [...] innan fyrisitingarligu karmarnar. Nýggi stjórin er ovfarin, so væl hon hevur verið móttikin, serliga av starvsfólkunum. Hon er eisini fegin um, at Almanna og Heilsustýrið leggur dent á eitt konstruktivt [...] unum, fyrisitingarlógini og nýggja kærustovninum, verið stór. Í dag eru fólk eisini meira tilvitað um síni rættindi, og tað hevur ført til, at fólk seta størri krøv til stovnin. Økt krøv við sama star
uppskotið hjá samgonguni um at hækka tingmannalønirnar munandi, er taktikkur, á tann hátt, at um tingið ikki samtykkir lønarhækking, so vil t.d. Starvsmannafelagið kanska sleppa sínum krøvum um 60 pst. lønarhækking [...] heldur tú um viðferðina sum málið fekk í Fimmaranum mikudagin? Tingfólkið er tvørskurður av fólkinum í Føroyum. Tú kanst siga, at tingið er ein spegilsmynd av samfelagnum. Um fólk halda so lítið um tingfólkið [...] sum vit tosa saman, og at hann einki kann siga um innihaldið í álitinum, sum seinnapartin í gjár varð lagt fram. Tvørpolitiskt mál Fíggjarnevndin er samd um at tingið skal taka støðu til lønarspurningin
Hevði tað ikki verið tí, at VB hevði eitt so gott vikuskifti og vann á bæði VÍF og StÍF, so hevði Stjørnan nú ligið á fimta plássi. Og tær skulu eisini fegnast um, at hetta bert var í grundspælinum, og at [...] tvey, og so var støðan 18-17 til heimaliðið. Men so fekk liðið tvær útvísingar innan tveir minuttir (báðu ferðirnar Sunrid Gleðisheygg), og Stjørnan kom upp á 19-18 aftur. Tað gekk aftur og fram, og GÍ/Tjaldrið [...] ð nakað so dyggiliga, og ein tílíkur hugburður er sum kunnugt ongantíð sunnur. Tað megnaðu kvinnurnar hjá GÍ og Tjaldrinum eisini at revsa, og tað var um reppið, at tær vunnu. Tær fegnaðust um stigið,
hjá teimum báðum fuku um oyrini á málverjunum hjá H71, sum als ikki komu í gongd í dystinum leygardagin. At tað eydnaðist Neistanum at fáa so nógv mál upp á hoppskot, er nokk so óvæntað, tí at verjan hjá [...] dystinum, og tað er ov lítið hjá einum so ambitiøsum felag sum H71. Neistin hevur hinvegin havt heldur misjøvn avrik, og tað hevur ofta verið trupult at mett um liðið. Til dømis kann nevnast, at teir hava [...] í steypakappingini. Tað var tí ringt at meta um úrslitið áðrenn dystin, men tey flestu høvdu helst væntað, at hoyvíkingar fóru at draga longra stráið, men so fór ikki at verða. Umskipað H71-lið Venjarin
Fimmarin henda dagin er eitt skelkandi dømi um, hvussu ein partur av Føroya fólki metir sínar egnu ting-menn. Tónalagið var so langt úti, ja talan var um einki minni enn eina niðurgerðing av tingmann [...] framúr taktikkari og snillingur í politiskum leikum, velur at koma við einum uppskoti um hækkan av tingmannalønum um sama mundið sum hansara egni partamaður og fíggjarmálaráðharri skal undir sera torførar [...] nógv av hesum fólkkum fyri síðani at rakka hesi somu fólk niður. Tað er rætt, sum tingformaðurin ber fram, at tingskipanin eigur at verða útbygd og ment og tað gerst ikki, uttan umstøðurnar hjá tingmonnum