Tað er altíð ein avbjóðing at fáa nýtt starv, men í hesum føri er tað eingin lættisoppa avbjóðing.
Almannastovan stendur - eins og sosialar umsitingar aðrastaðni - ofta fyri skotum. Ikki minst seinastu árini hava krøvini til stovnin verið stór. Samstundis sum viðskiftaskarin er øktur, hava krøvini avleidd av grannskoðarafrágreiðingunum, fyrisitingarlógini og nýggja kærustovninum, verið stór. Í dag eru fólk eisini meira tilvitað um síni rættindi, og tað hevur ført til, at fólk seta størri krøv til stovnin.
Økt krøv við sama starvsfólkatali
Maria Jacobsen sigur, at tað er ein av orsøkunum til, at Almannastovan hevur havt so torført við at fóta sær, samstundis sum starvsfólkatalið er lítið vaksið, í mun til øktu krøvini.
Maria Jacobsen er 45 ára gomul, og hevur verið fulltrúi á Almannastovuni í 10 ár. Hon er útbúgvin cand. mag. í samfelagsfrøði og geografi.
Ábøtur eru neyðugar, og tað ætlar Maria Jacobsen at gera nakað við. Hon ásannar at stjórastarvið er ein avbjóðing av teimum stóru, men sigur samstundis, at tað er ein hjálp, at hon nú hevur verið so leingi í arbeiði, og tí veit nakað um, hvørjir trupulleikarnir eru.
Hevur ikki havt leiðsluábyrgd
Er tað ikki torført at taka við stjórastarvi, júst tí tú hevur verið so leingi á stovninum?
Tað kann sjálvsagt vera ein trupulleiki, men eg haldi, at í hesum sambandi, tá talan er um sama arbeiðspláss, er tað ein fyrimunur, at eg ikki beinleiðis havi hvat leiðsluábyrgd.
Eg havi verið við til at skapt grundarlag fyri leiðsluavgerðum, men ikki sjálv staðið fyri at fremja avgerðir í verki, sigur Maria Jacobsen, sum hevur gjørt kanningar og uppleggg til eitt nú leiðbeiningar til málsviðgerðina, lýsing av mannagongdum, skipannarliga spurningar o.s.fr..
Hvat hevur størsta týdning fyri teg í nýggja starvinum?
Tað, at vit hava dugnalig starvsfólk, sum ikki ræðast avbjóðingar, hevur nógv at týða fyri meg. Tað verða sett krøv til starvsfólkini, og tað er orkukrevjandi arbeiði.
Starvsfólkini hava tørv á røkt, og tí skal trivnaðurin setast í hásæti, fyri at starvsfólkini kunnu mennast, og hervið veita viðskiftafólkunum betri tænastu, sigur Maria Jacobsen.
Bygnaðarbroytingarnar
Hvat heldur tú hava størsta týdning fyri stovnin júst nú?
Fleiri mál hava stóran týdning. Í løtuni fer ein umlegging av Almanna- og Heilsumálastýrinum fram, sum Almannastovan er partur av.
Tað er umráðandi at fáa avklárað hvussu uppgávubýtið og ábyrdgarbýtið eins og samstarvið skal fremjast frameftir.
Harnæst skal Almannastovan undir nýggja EDV-skipan, sum skal fáast at virka næsta ár, sigur nýggi stjórin, sum endurtekur, at starvsfólkarøktin og samstarvið við myndugleikar og feløg fyri tey, ið varða av, skal fáast at virka betur.
600 mió. krónur árliga
Almannastovan er stórur stovnur. Har arbeiða eini 70 fólk, sum hava stóra ábyrgd, og árliga lata 600 mió. krónur til pensiónir o.a..
Vit hava hópin av uppgávum fyri framman, og fara at taka ymisk mál upp. Tað hevur týdning at vit framhaldandi betra um tænastuna, beinleiðis samskiftið við borgaran og málsviðgerðina, sigur Maria Jacobsen og leggur aftrat, at hon fyrst og fremst fer at leggja dent á at avklára, hvat kann gerast innan fyrisitingarligu karmarnar.
Nýggi stjórin er ovfarin, so væl hon hevur verið móttikin, serliga av starvsfólkunum.
Hon er eisini fegin um, at Almanna og Heilsustýrið leggur dent á eitt konstruktivt samstarv, fyri at fáa almannaverkið at virka betur.