Tvíburasystrarnar á landsliðnum, Lív og Vár Zachariasen og viðleikarar teirra í Ajax spældu í kvøld dyst á heimavølli móti Rødovre.
Um Ajax hevði vunnið hendan dystin í høllini í Bavnehøj í Keypmannahavn høvdu tær verið næstfremst í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Men soleiðis gekk ikki. Rødovre vann ein rættiliga greiðan 26-20 sigur á Ajax. Rødovre legði góðan botn í fyrra hálvleiki, og var eisini greitt á odda í steðginum, 13-8. Vár var noterað fyri eitt mál.
Talan er um annað tapið á rað hjá Ajax, ið er triðfremst í deildini við átta stigum. Tær í Ajax eru tvey stig aftanfyri Rødovre, og seks stig aftanfyri greiða oddaliðið, Holstebro sum hevur 14 stig fyri sjey dystir.
Sunnudagin 9. november spælir Ajax dyst á útivølli móti Søndermarken.











