Dupultmoralur er dupult so góður

At amerikumenn taka sær rættin at spæla heimspoliti, hevur søgan nógv dømi um. Í 1991 upplivdi heimurin, at Amerika leyp á Irak - og gjørdist hetta eitt heimsumfatandi sjónvarps-shhow, har hyggjarin í spenningi kundi fylgja við, hvussu nógv fólk lógu afturá - nýskapan í krígsgalskapinum.

Hóast eingin okkara tekur undir við fundamentalistiska stýrinum í Irak, so kennist tað ikki sørt ørkymlandi, at neyðugt er at taka til vápnini - fyri at fáa tann svaka Saddam Hussein at leggja vápnini - ella tað sum verri er - at oyðileggja hansara kjarnorku- ella eiturvápnaframleiðslu.


Hetta ljóðar alt so fitt. Við harðskapi skal harðskapur steðgast. Fyrstir at mótmæla vóru sjálvandi fransmenn - og svenski uttanríkisráðharrin, Anna Lind var eisini skjótt úti og harmaðist álopið, meðan starvsbróðir hennara í Danmark, Niels Helveg Petersen gjørdi greitt, at álopið var neyðugt.


Jú, álopið var kanska neyðugt. Men hví er álopið neyðugt?


Tá amerikanarar fyri sjey árum síðani bardu seg úr Kuwait niðan í Irak komu teir fram á brotnu vápnini hjá irakunum. M. a. komu teir fram á vagnarnar, sum flutt høvdu rakettirnar, ið sendar vóru yvir Ísrael. Tað sum var áhugavert við hesum var, at serbygdu bilarnir vóru av merkinum Scania. V. ø. o. nýtir Saddam Hussan svenska útgerð at flyta oyðingarvápnini, sum m. a. skulu nýtast til endamál hansara - at oyða Ísrael av heimskortinum.


Fransmenn eru eisini stórir vápnaframleiðarar, og eru eisini leverandørar hjá Saddam Hussein og øðrum svøkum hernaðarleiðarum


Fransmenn hava eisini so seint sum fyri fáum árum síðani gjørt kjarnorkuroyndarspreingingar. Nei, ikki heima í Fraklandi. Langt av landi skotnir gera slíkt millum tilafturskomna fólkið í Moururoa í Stillahavinum.


Tað eru fleiri mansaldrar síðani, at staðfest var, hvussu vandamikið hetta er fyri umhvørvið, og hvussu skaðilig árin hetta hevur á fólk. Men tað rakar ikki fransmenn - so sektin á tað, sigur franski moralurin.


Russar hava tikið sendimannin heim úr Washington. Javel. Hevði Amerika framt hetta álopið, meðan Russland var Sovjett, so høvdu vit neyvan sitið so líkaglað framman fyri skíggjan - og flylgt spenninginum.


Sjálvandi taka vit ikki undir við vápnaðum álopi. Hevði tað ikki verið fyri pengarnar, so høvdu amerikumenn ikki havt fyri neyðini at lopið á - tá kundu teir tosað um tað. Hevði tað ikki verið fyri pengarnar, so høvdu fransmenn og sviar ikki selt teimum vápn.


Moralur er góður - dupultmoralur eru dupult so góður.