Tað hevur ikki gingið ov væl hjá hoyvíkingum seinastu dystirnar. Undan dystinum leygardagin hevði H71 bert ognað sær trý stig í teimum seinastu fýra dystinum, og tað er ov lítið hjá einum so ambitiøsum felag sum H71.
Neistin hevur hinvegin havt heldur misjøvn avrik, og tað hevur ofta verið trupult at mett um liðið. Til dømis kann nevnast, at teir hava vunnið báðar sínar dystir móti StíF í grundspælinum, meðan teir blivu avhølvaðir av strandingum í steypakappingini.
Tað var tí ringt at meta um úrslitið áðrenn dystin, men tey flestu høvdu helst væntað, at hoyvíkingar fóru at draga longra stráið, men so fór ikki at verða.
Umskipað H71-lið
Venjarin hjá hoyvíkingum, Hans Guðmundsson, var undan dystinum noyddur til at umskipa liðið hjá sær nakað. Sonur hansara, Finnur, hevði leikbann, og tískil var Hallur Danielsen settur inn á miðjuna at virka sum spælskipari. Hetta eydnaðist eisini rímuliga væl hjá Halli, men tað er greitt, at Hallur ongantíð fer at órógva eina verju eins nógv og Finnur ger, tí at Finnur Hansson er ikki bert spælskipari, men eisini ein rættuliga vandamikil skothóttan útifrá.
At neistamenn ikki noyddust at hugsa so nógv um at verja mitt á, gav teimum betri umstøður til at ansa serliga væl eftir Hans Guðmundssyni. Tað lukkaðist teimum eisini serstakliga væl at fáa vart fyri skotsterka íslendinginum, tí hann fekk einans tvey mál. Hans skeyt tað fyrsta og tað seinasta málið hjá H71 í dystinum.
At tað eydnaðist neistamonnum at verja so væl fyri sterka íslendinginum, var fyrst og fremst teimum báðum Kára Mortensen og Andreas F. Hansen fyri at takka. Kári vardi beint yvir av Hansi, og tær ferðir, ið Hans slapp fram við Kára, var Andreas klárur at verja fyri fyrrverandi venjara sínum.
Tað vóru annars hoyvíkingar, sum komu betur frá fyrra hálvleiki. So at siga allan fyrra hálvleik høvdu hoyvíkingar leiðsluna, og tá ið farið var til hálvleiks, vóru teir á odda við fýra málum, 14-10. Sterki verjuleikarin hjá hoyvíkingum, Olaf Vestergaard, fekk møguleikan á strikuni í dystinum móti Neistanum, og í fyrra hálvleiki var hann besti málskjútti hjá H71 við sínum fýra málum, og tað er ein leiklutur, sum hann ikki er ov vanur við.
Dómararnir vóru annars noyddir til at steðga dystinum eina løtu, tí at lítið og einki skil var á dómaraborðinum. Nýtt fólk var útvegað av hoyvíkingum til hesa uppgávu ístaðin fyri teir smádreingirnar, sum høvdu fingið uppgávuna frá byrjan, og so kundi dysturin setast í gongd aftur. At slíkt kemur fyri í 1. deild hjá monnum er undir alt lágmark, serliga tá ið havt verður í huga, at hetta ikki er fyrstu ferð í ár, at slíkt kemur fyri.
Neistamenn
koma fyri seg
Tað gekk munandi betur hjá teimum bláu monnunum úr Neistanum eftir steðgin. Verjan virkaði enn betur, og samstundis fór álopið eisini at virka rættuliga væl. Serliga vóru tað teir báðir bakkarnir, Kári Mortensen á høgra og Karl Oddmar Rasmussen á vinstra, sum komu í gongd. Skotini hjá teimum báðum fuku um oyrini á málverjunum hjá H71, sum als ikki komu í gongd í dystinum leygardagin. At tað eydnaðist Neistanum at fáa so nógv mál upp á hoppskot, er nokk so óvæntað, tí at verjan hjá hoyvíkingum er jú tiltikin høg og vælvaksin, men móti Kára og Karl Oddmari gjørdi verjan ikki tær stóru skreytirnar.
Fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki eydnaðist tað eisini Neistanum at fáa níggju mál, meðan hoyvíkingar bert fingu tvinni, og so var tað brádliga Neistin, sum var á odda 19-16.
Tað hjálpti ikki um støðuna hjá hoyvíkingum, at veteranurin Jákup Símun Simonsen, var noyddur at fara av vøllinum við skaða tíðliga í dystinum. Hann kom inn aftur á vøllin seinni, men eftir hvat ítróttarsosialurin hevur frætt, so hevur hetta bert gjørt skaðan verri.
Hoyvíkingar komu, undir leiðslu av Halgir Dal-Olesen, so spakuliga fyri seg aftur, og tá ið einans seks minuttir vóru eftir at leika, javnaðu teir til 24-24. Tveir minuttir seinni legði Kári Mortensen Neistan á odda 25-24, men minuttin seinni javnaði Hans Guðmundsson til 25-25, og tríggir minuttir vóru eftir at leika. Hesa løtuna fekk H71 tríggjar útvísingar, meðan Neistin fekk trý mál og vann harvið dystin 28-25!