Fáa ongan stuðul: Framtíðin hjá 400 arbeiðsplássum er enn óviss

Framtíðin hjá djúpvatnstrolarunum, og teimum 400 arbeiðsplássunum, teir skapa, er enn óviss. Meirilutin í vinnunevndini vil ikki taka undir við javnaðarflokkinum, um at geva teimum stuðul í trý ár, so at teir yvirliva. Ístaðin arbeiðir landsstyrið við øðrum møguleikum. M.a. verður umhugsað at fáa teir undir fiskidagaskipanina

Tað er onki sum bendir á, at djúpvatnstrolararnir fáa nakran studning á hesum sinni.

Í øllum førum er meirilutin í vinnunevndini hjá løgtinginum ímóti uppskotinum hjá javnaðarflokkinum um at lata djúpvatnstrolarunum studning og sostatt bjarga teimum frá húsagangi.

Javnaðarflokkurin hevði skotið upp, at lemmatrolararnir við motori yvir 1000 HK, vanliga nevndir djúpvatnstrolararnir, sum hava fingið veiðiloyvi til botnfisk undir Føroyum, fáa árliga hesar upphæddir í stuðli:

Skip, sum eru bygd í 1977 ella seinni skuldu fáa 900.000 kr. í part.

Og skip, bygd í 1976 ella fyrr, skuldu fáa 650.000 kr. í part.

Trolararnir skulu fáa stuðul í trý ár, frá 1. juli 1998 til 30 juni 2001.

Tó skal stuðulin til hvørt skip minkast 50.000 krónur 1. juli 1999 og aftur 100.000 krónur 1. juni í 2000

Treytirnar fyri stuðli skulu vera, at at fiskurin verður avreiddur í Føroyum og at minst 30% verða selt á uppboði.

Avreiða skipini uttanlands ein túr, skal skipið missa stuðul alt eftir, hvussu leingi túrurin vardi.


Ongin annar fiskar

Javnaðarflokkurin sigur, at síðani íløgustuðulin varð tikin av í mars mánaði í ár, hevur fiskiflotin undir Føroyum stórt sæð ongan stuðul fingið síðani.

? Tíbetur hevur fiskiskapurin hjá flestu skipabólkum seinastu árini verið góður, men hjá djúpvatnstrolarunum hevur fiskiskapurin verið lækari enn vanligt seinastu árini.

? Tey flestu fiskasløg, sum djúpvatnstrolarar fiska, verða ikki fiskað av øðrum skipum, og sostatt hevði hesin fiskur stórt sæð ikki verðið fiskaður, um hesir bátarnir ikki vóru.

? Tó hava garnaskip seinastu árini roynt eftir svartkalva á somu leið sum trolararnir, og sostatt er minni svartkalvi í part.


Gevur nógv arbeiði

Javnaðarflokkurin sigur, at tað ið djúpvatnstrolararnir fiska undir Føroyum, verður alt avreitt her og gevur væl av arbeiði.

? Hesi skip royna mangan í ringum líkindum um veturin og geva sostatt arbeiði uppi á landi, tá annars lítil fiskur verður avreiddur.

? Tað krevjast stór skip fyri at kunna royna um veturin á djúpum vatni undir Føroyum.

? Hetta førir eisini við sær stórar útreiðslur til fiskireiðskap og viðlíkahald.

? Flestu av djúpvatnstrolarunum fara nú at eldast, og neyðugt verður at endurnýggja ella gera stórar íløgur í hendan flotan í næstu framtíð, fyri at hann kann halda fram at royna á djúpum vatni.


Má ikki tvingast inn

Javnaðarflokkurin er av teirri áskoðan, at neyðugt er, at hesin flotin fær møguleika til fram eftir eisini at verða verandi á tí djúpa vatninum og ikki verður tvingaður inn á innaru leiðirnar at royna, har restin av flotanum undir Føroyum frammanundan roynir.

? Tí verður skotið upp, at íløgustuðulin heldur fram 3 ár afturat.


Slakar 29 milliónir í trý ár

Tilsamans eru átta djúpvatnstrolarar, sum eru bygdir í 1977, ella seinni, undir Føroyum og fiska og fimm eru bygdir í 1976 ella fyrr.

Javnaðarflokkurin metir, at verður hetta uppskotið samtykt, fer tað at kosta landskassanum í mesta lagi:

?5.225.000 kr í 1998, ?10.125.000 kr. í 1999, ? 9.150.000 kr í 2000 og 4.250.000 kr í 2001.

Á fíggjarlógini, eru 40 milliónir settar av til stuðul til vinnu og flokkurin heldur, at stuðulin kann takast av


Eiga endurgjald

Vinnunevndin hjá tinginum hevur nú viðgjørt uppskotið og hevur m.a. havt fund við umboð fyri skipini og við

landsstýrismannin í fiskivinnumálum

Umboðini fyri skipini førdu m.a. fram, at fiskidagaskipanin er komin teimum skipunum, sum eru í hesi skipan, til góðar og hevur givið hesum nógvar inntøkur. Djúpvatnstrolararnir vóru ikki við í hesi skipan. Teir hava gjørt vart við hetta, men tað er ikki tikið til eftirtektar.

Umboðini fyri skipini meina tí, at teir eiga eina kompensasjón fyri ikki at fáa part í hesum.

Skipini eru væl rikin, tað eru aðrar umstøður, sum hava gjørt, at teir hava klárað seg illa.

? Djúpvatnstrolararnir fóru undir hamaran fyrst í nítiárunum, hetta eru nýggir trolarar, og teir eru keyptir dýrt, tí eisini útlendingar høvdu áhuga fyri teimum. Teir, sum keyptu, væntaðu tó, at tað fór at ganga við tað, at fiskiskapurin var batningi.

Tilgongdin í toskinum er tó ikki komin teimum til góðar, og teir hava ikki fingið ágóða í økta fiskiskapinum.

Av tí sama hava teir ikki fingið tær væntaðu inntøkurnar.

Talan er um teir trolararnar, sum eru ringast fyri, m.a. eru teir lítið niðurskrivaðir. Tó eru tað tey nýggjastu skipini í flotanum.


Stevna ímóti álvarsligum trupulleikum

Og tað, sum teir dagliga síggja, er, at teir stevna móti álvarsligum trupulleikum. Umboðini fyri skipini halda, at um hetta uppskotið hjá Javnaðarflokkinum verður samtykt, so skuldu teir aftaná trý ár verið komnir yvir tey ringastu skerini.


Undir fiskidagaskipanina

Landsstýrismaðurin ásannaði fyri vinnunevndini, at okkurt mátti gerast fyri at betra um støðuna hjá djúpvatnstrolarunum. Hann metir tó, at aðrir møguleikar skulu kannast fyrst, áðrenn farið verður undir at veita rakstrarstuðul til hendan skipabólk.

Hann upplýsti, at tankar vóru frammi um at seta ein bólk við umboðum fyri tey skip, sum veiða á somu økjum sum djúpvatnstrolararnir, og skal uppgávan hjá hesum bólki vera at finna eina skipan, har hesir skipabólkar órógva hvønn annan sum minst.

Landsstýrismaðurin upplýsti, at peningur er settur av á fíggjarlógini til varðveiting av einum fjølbroyttum flota.

Av hesum metti landsstýrismaðurin, at einar 6 mió. eiga av verða nýttar til djúpvatnstrolararnar. Spurningurin um at fáa djúpvatnstrolararnar undir fiskidagaskipanina verður eisini viðgjørdur.

Landsstýrismaðurin helt, at tað er rættari at skapa nakrar møguleikar, sum kunnu vara, heldur enn at geva stuðul í eina avmarkaða tíð.

Landsstýrismaðurin segði, at fiskimálastýrið arbeiðir við eini loysn, sum væntandi skjótt kann leggjast fram.


Mælir frá

Ein meiriluti í nevndini, Heini O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Jákup Suni Joensen og Jákup Sverri Kass tekur ikki undir við uppskotinum.

Meirilutin vísir til viðmerkingarnar frá landsstýrismanninum og mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.


Tóku støðu frammanundan

Ein minniluti í nevndini, Henrik Old, Dan Petersen og Alfred Olsen, harmast um, at samgongan ikki kann taka undir við uppskotinum. Sjálvir mæla teir til at samtykkja tað.? Tað fekk lítla og onga viðgerð í vinnunevndini, sigur vinnunevndin ? Sjálvt um umboð fyri vinnuna vóru innkallað, so var týðiligt, at meirilutin frammanundan hevði tikið støðu.

Minnilutin vísir til viðmerkingarnar í lógaruppskotinum og hevur trupult at síggja broytingarnar í møguleikunum hjá djúpvatnstrolarunum til tað betra frá í vár, tá líknandi uppskot var lagt fram. Millum aðrar varð Jørgen Niclasen, sum nú er landsstýrismaður við til at leggja tað uppskotið fram.

Ein av mununum millum

hetta uppskotið og uppskotið frá í vár er, at hetta uppskotið ber við sær nakað minni kostnað.

? Í seinasta vælstríði søgdu so at siga allir flokkar, at teir tóku undir við, at íløgustuðulin til djúpvatnstrolarar helt á eina tíð enn.

? Millum aðrar forðingar, sum djúpvatnstrolararnir hava fyri at útinna vanligan

fiskiskap, er avmarkingin við hjáveiðiprosenti fyri tosk og hýsu.

? Tí ætlar minnilutin at leggja fram uppskot fyri tingið hesum viðvíkjandi.