Vit hava nú í vikuvís hoyrt fíggjarmálaráðharra okkara greitt frá, at talan undir ongum umstøðum kann vera um lønarhækkingar, nú sáttmálasamráð-ingarnar standa fyri durum.
Hví er fíggjarmálaráðharrin ikki líka støðufastur, nú tann parturin av teimum alment løntu, sum starvast í Føroya Løgtingi seta fram uppskot til hækkingar í almennu útreiðslunum til lønir.
Talan er bert um undanførslu, tá fíggjarmálaráðharrin í fjølmiðlunum sigur, at tað er Løgtingið sjálvt sum ásetir samsýningina til tinglimirnar, tí um nakað álvara var í orðunum um at neyðugt var hjá tí almenna at spara lønarútreiðslur, so átti fíggjarmálaráðharrin greitt at boða frá, at hann mælti frá, at Løgtingið nú fer at økja almennu útreiðslurnar til lønir.
Karensdagarnir og almennu pensiónirnar
Enn meira ódámlig er framferðin hjá Finnboga Ísakson og samstarvsfeløgum hansara, tá vit hugsa um, at somu løgtingslimir, sum nú hava ætlanir um at hækka sínar egnu lønir fyri stuttum vístu, at teir ikki unna vanliga løntakaranum løn teir fyrstu 2 sjúkradagar teirra, tá uppskotið um at taka av karensdagarnar fall á tingi.
Heldur ikki tykjast løgtingslimirnir at hava so mikið av umsorgan fyri okkara sjúku og gomlu, at hesir politikarar vilja hækka pensiónirnar hjá hesum samfelagsbólki okkara, sum frammanundan er sera illa fyri fíggjarliga.
Sparingarnar innan sjúkrahúsverk okkara og innan heimarøktina
Seinnu árini hava politikararnir framt so nógvar skerjingar í játtanunum til sjúkrahúsverk okkara og til heimarøktina, at tey sjúku og veiku í samfelag okkara ikki fáa ta røkt tey hava fyri neyðini.
Tað er tí ein óskiljandi grov háðan móti hesum veikasta samfelagsbólki okkara, tá hesir somu persónar sum hava ábyrgdina av støðugt vánaligari umstøðunum hjá teimum sjúku og gomlu í samfelag okkara, uttan at blunka hava ætlanir um at hækka sínar egnu lønir.
Um samfelag okkara hevur ráð til øktar útreiðslur, so er tað helst fyri fólk við vanligum skili ein sjálvfylgja, at hetta skal koma teimum veikastu í samfelag okkara til góðar, men soleiðis hugsa limirnir í formansskapinum ikki, tí teir halda, at fyrst skulu teir fjálga um seg sjálvan, og tey veiku og gomlu í samfelag okkara mugu koma í aðru røð.
Tað er sjálvsagt uttanumtos, tá Finnbogi Ísakson í útvarpinum herfyri vardi sína roynd at fjálga um egnan peningapung við at siga, at trupulleikarnir við alsamt minkandi játtanum til sjúkrahúsverk og almannaverk okkara vóru stórmál, sum ikki kundu loysast við eini handavending.
Tað hevði verið hóskiligari fyri hendan politikara og hinar uppskotsstillararnar, um teir vístu so mikið av samfelagssinnalag og atliti til teir veikastu samfelagsbólkar okkara, at teir valdu at brúka tær milliónir, sum teir nú vilja lata sær sjálvum og hinum tinglimunum, til at bøta um støðuna hjá sjúkrahúsverki og almannaverki okkara. Allur bati bøtur, men soleiðis hugsa hesir politikarar ikki.
Grundgevingarnar fyri at hækka tingmannalønirnar
Tá Finnbogi Ísakson í útvarpinum greiddi frá, at grundgevingin fyri at hækka tingmannalønirnar var at neyðugt var at styrkja Løgtingið mótvegis Landsstýrinum, so er hetta heldur ikki annað enn undanførsla.
Finnbogi Ísakson veit, at tá talan er um landsumsiting okkara, so er tað sjálv umsitingin sum er styrkt, og tí er tað púra burturvið, at brúka hetta sum grundgeving fyri at tingmannalønirnar skulu hækkast.
Um nakað skil skuldi verið í sjónarmiðunum hjá løgtingsformanninum, so skuldi hann lagt upp til at umsitingin hjá løgtinginum varð styrkt, t.d. við at økja talið av embætisfólki hjá løgtinginum í sama mun sum vit hava sæð at talið av embætisfólki í Føroya Landsstýri (aðalstýrunum) er økt, hóast ivasamt man vera um hesar økingar í útreiðslunum hjá tí almenna hava verið neyðugar.
Grundgevingarnar hjá Finnboga Ísakson halda tí ikki, og í útvarpssendingini var tað eyðsæð, at hann kendi seg avdúkaðan, tá tey sum ringdu inn søgdu sína meining um ætlaðu hækkingarnar av lønunum hjá løgtingslimunum.
Komandi sáttmálasamráðingarnar
Hóast framferðin hjá formansskapinum er ein háðan móti vanliga borgaranum, so kunnu vit sum umboða fakfelagsrørsluna tó staðfesta, at um hækkingarnar í løgtingsmannalønunum verða framdar, so er støði lagt fyri teimum lønarkrøvum sum aðrir løntakarabólkar væntandi fara at krevja nú sáttmálasamráðingarnar standa fyri framman.
Um løgtingslimirnir fara at hækka sínar egnu lønir, so fara hesir løgtingslimir at hava sera trupult við at grundgeva fyri einari avgerð um at geva øðrum løntakarabólkum eina minni lønarhækking, um so skuldi verið, at Løgtingið fer at leggja seg út í møguliga ósemju í sambandi við komandi sáttmálasamráðingarnar.
Hvat sigur vanligi føroyingurin?
Vónandi fer vanligi føroyingurin til næsta løgtingsval at minnast til hvørji áhugamál politikarar okkara hava røkt, tá hesir politikarar fyrst í áravís alsamt hava gjørt liviumstøðurnar hjá vanliga føroyinginum vánaligari, men samstundis hava kradda til sín meira enn 50% hægri løn.
Vónandi er tó so mikið av skomm í meirilutanum av tinglimum okkara, at teir fella uppskotið um at hækka tingmannalønirnar, tí um nevnda uppskot verður samtykt, so er virðingin fyri okkara fólkavaldu politikarum av álvara farin.
Tórshavn, 17.12.1998
Ingeborg Vinther