Fyri Stjørnuna var hetta vikuskiftið einki at reypa av. Tær spældu tveir dystir og fingu bert eitt stig burturúr. Tað var í øllum førum eitt minni enn væntað, men tá tær leygardagin bert fingu javnleik móti botnliðnum GÍ/Tjaldrinum og dagin eftir taptu stórt móti Neistanum, má sigast, at úrtøkan var sera soltin.
Hevði tað ikki verið tí, at VB hevði eitt so gott vikuskifti og vann á bæði VÍF og StÍF, so hevði Stjørnan nú ligið á fimta plássi. Og tær skulu eisini fegnast um, at hetta bert var í grundspælinum, og at javnleikurin á Kambsdali tí ikki fer at kosta so nógv, sum hann annars kundi gjørt. Ikki tí, so jøvn sum kappingin er, kann mista stigið leygardagin eisini gerast rættiliga avgerandi í síðsta enda.
Dysturin á Kambsdali leygardagin var ikki góður. Trupulleikin hjá klaksvíksgentunum var, at tær høvdu vunnið dystin, áðrenn hann var byrjaður. Soleiðis sá tað í øllum førum út, og hóast spælið gekk væl í fyrra hálvleiki, so var tað bert Annika Ljósstein, sum var nøkur verulig hóttan fyri eysturoyarliðið.
Stjørnan helt seg frammanfyri allan fyrra hálvleik, og í hálvleikinum vóru tær á odda 15-11. Men í seinna hálvleiki vendi gongdin. Annika Ljósstein bleiv mansvard, og so var einki bit eftir í Stjørnuliðnum. Nakað inn í seinna hálvleik noyddist Annika eisini at gevast vegna skaða, og tað gjørdi ikki støðuna lættari hjá útiliðnum.
GÍ/Tjaldur hevur í ár ikki verið kent sum eitt lið, sum spælir skjótan hondbólt, og liðið hevur sum oftast eisini roynt at fingið hini liðini niður í ferð. So var eisini leygardagin, og tað eydnaðist sera væl. Tí gjørdist tað eisini lættari hjá heimaliðnum at fylgja við. Fyrstu tíggju minuttirnar av seinna hálvleiki fekk GÍ/Tjaldrið seks mál, meðan Stjørnan fekk tvey, og so var støðan 18-17 til heimaliðið. Men so fekk liðið tvær útvísingar innan tveir minuttir (báðu ferðirnar Sunrid Gleðisheygg), og Stjørnan kom upp á 19-18 aftur. Tað gekk aftur og fram, og GÍ/Tjaldrið kom á odda 20-19, áðrenn støðan bleiv 21-20 til Stjørnuna.
GÍ/Tjaldrið javnaði, men Simona Hansen setti síðani eitt brotskast í netið til 22-21 til klaksvíksliðið. Tríggir minuttir eftir at spæla, og minuttin eftir varð Beinta Joensen víst út í tveir minuttir. Stjørnan sá nú út til at skula fara avstað við báðum stigunum, men tær megnaðu ikki at skora í yvirtalsstøðuni, og í seinasta minuttinum fekk heimaliðið brotskast. Tað skoraði Beinta Joensen, sum júst var komin inn aftur, uppá, og so endaði dysturin við javnleiki 22-22.
Tað hevur gingið illa hjá GÍ/Tjaldrinum higartil í ár, og hóast framgongd hevur verið at hóma, vóru tey helst ikki nógv, sum høvdu roknað við øðrum enn sigri til Stjørnuna. Áhugin fyri liðnum er heldur ikki stórur millum gøtufólk og á Skálafjørðinum. Í steypadystinum móti Neistanum fyrr í vikuni vóru als eingir áskoðarar, og leygardagin vóru teir sambært dómaraseðlinum bert sjey í tali.
Lítil áhugi millum viðhaldsfólkini, og mentalt var liðið hjá Stjørnuni heldur ikki til reiðar leygardagin. Tær undirmettu GÍ/Tjaldrið nakað so dyggiliga, og ein tílíkur hugburður er sum kunnugt ongantíð sunnur.
Tað megnaðu kvinnurnar hjá GÍ og Tjaldrinum eisini at revsa, og tað var um reppið, at tær vunnu. Tær fegnaðust um stigið, tær høvdu vunnið, men tað mundi koma eitt sindur illa við, at hitt botnliðið, VB, megnaði at vinna báðar sínar dystir hetta vikuskiftið. Tað merkir, at hóast vunna stigið ? einans tað triðja í kappingini ? bleiv GÍ/Tjaldrið meira einsamalt í botninum.










