Taktikarin Ísakson

ÆLTLAN at hækka tingmannalønirnar hevur fingið ilt í bæði fakfeløg og vanlig fólk. Í skrivandi løtu kenna vit ikki lagnuna, sum uppskotið um lønirnar hjá tingmonnum fer at fáa.

 

FRÍGGJAKVØLDIÐ hoyrdu vit umboð fyri fakfeløgini úttala seg um uppskotið hjá tingformanninum at hækka tingmannalønirnar. Tey siga við ein munn, at verður hetta uppskotið samtykti, so hevur tað eisini lagt støðið til komandi sáttmálasamráðingar á arbeiðsmarknaðinum.

LAT okkum her gera greitt, at vit taka undir við, at lønirnar og umstøðurnar annars hjá tingmonnum eiga at betrast. Vit eru tí ikki samd við teimum, sum eitt nú í Fimmaranum í ÚF herfyri ynkstu tingmenn og tingskipan, har piparið grør. Fimmarin henda dagin er eitt skelkandi dømi um, hvussu ein partur av Føroya fólki metir sínar egnu ting-menn. Tónalagið var so langt úti, ja talan var um einki minni enn eina niðurgerðing av tingmannaarbeiðinum, at tú ógvaðist við. Tað kann ikki vera rætt, at fólk fyrst velja menn og kvinnur á ting at umboða seg og krevja nógv av hesum fólkkum fyri síðani at rakka hesi somu fólk niður. Tað er rætt, sum tingformaðurin ber fram, at tingskipanin eigur at verða útbygd og ment og tað gerst ikki, uttan umstøðurnar hjá tingmonnum eisini verða betraðar. Vit mugu hava virðing fyri tingarbeiðinum eins væl og vit krevja teirra virðing fyri okkum. Í hesum sambandi er rætt at endurtaka, at vit øll eiga at vera sera fegin um, at Tingið og SvF í felag eru farin at varpa út allar tingviðgerðinar. Hetta tænir tinginum til rós, og vit ivast onga løtu í, at nettup beinleiðis varpingin úr tinginum fer at ganga orðaskiftinum og harvið demokratiinum. Vónandi kann hetta eisini vera við til at skapa størri virðing og áhuga fyri tí politisku skipanini. At fólk flest av hesi orsøk kanska fara at vísa nettup politiskum málum størri áhuga er eitt stórt framstig, tí talan er í veruleikanum at geva sínum egna gerandisdegi størri ans.


TÁ nú Finnbogi Ísaksson, sum er kendur fyri at vera ein framúr taktikkari og snillingur í politiskum leikum, velur at koma við einum uppskoti um hækkan av tingmannalønum um sama mundið sum hansara egni partamaður og fíggjarmálaráðharri skal undir sera torførar samráðingar við feløgini hjá teimum alment løntu, og hini feløgini á arbeiðsmarknaðinum eisini skulu undir samráðingar, so verður man noyddur at spyrja hví! Tað er rætt, at hetta uppskotið ikki eigur at hava nakað við samráðingarnar á arbeiðsmarknaðinum at gera. Men hvussu kann partamaðurin hjá fíggjarmálaráðharranum velja nettup eitt slíkt høvi til at koma við hesum uppskoti? Hetta fær ein til at gita, at hesin royndi politikarin hevur hugsað taktiskt. Tvs. fyrst at fáa øði í Per og Pól fyri síðani at fáa fakfeløgini ?at leypa uppá vognin? og krevja, at hækkingin av tingmannalønunum leggur støðið undir lønarsamráðingum á arbeiðsmarknaðinum - fyri síðani eftir hetta - at taka málið aftur ella syrgja fyri, at tað fellur. Tá kunnu Karsten og Finnbogi taka í hondina á hvørjum øðrum og takka fyri gott samarbeiði: Karsten kann tá fara til feløgini og siga, at nú er støðið null lønarhækking, tí uppskotið um 50% lønarhækkan til tingmenn er vorðið av ongum. Og hann kann siga, at tá tingmenn eru noyddir at góðtaka null lønarhækkan, og tá nettup tingmannalønin skuldi leggja støðið undir samráðingunum, eigur restin av arbeiðsmarknaðinum at taka tað til eftirtektar.