fyri danska grunnin, men hetta eydnaðist ikki av álvara. Teir vendu sær tí til Poul Michelsen, sum umvegis heilsølu sína er umboðsmaður fyri Rynkeby, og tá eydnaðist betur. - Lat meg fyrst av øllum siga [...] stuðulin skuldi latast føroyskum børnum. - Endamálið er fyrst og fremst, at vit við hesum kunnu stuðla arbeiðinum ímóti krabbameini, og samstundis er hetta eitt sera gott heilsuátak. Sjálvur havi eg havt [...] á liðnum, sum onkursvegna hava havt samband við sjúkuna, og tí er hetta eisini eitt endamál, sum vit sera fegin vilja stuðla, sigur Poul Michelsen. Stýrisbólkurin fyri føroyska Team Rynkeby telur teir
hava rætt til at gevast at kvøða , áðrenn øll brúðarvísan er kvøðin, um so er, at tað ikki gongur væl. Tað ber ikki til, tá ark ella uppvørpa er. Vit, sum javnan koma í góðan føroyskan dans, hava so ofta [...] Soleiðis er tað eisini blivið við brúðardansi. Men tað er ikki gjørligt hjá einum ella tveimum fólkum at fáa góðan dans við teimum umstøðum/karmum, sum eg her havi sagt frá. Og í grundini er tað ótrúligt [...] ferðirnar bleiv eg errin um at verða biðin og gleddi meg til at fara, men tíverri er tað ikki soleiðis longur - tað er næstan ein plága. Havi viðhvørt ynskt at mín heili - eins og teldan – hevði ein delete
Málverjin, Kristian Joensen, er við A-landsliðnum í Kasakstan, Poul Ingason er við U19-landsliðnum, meðan Árni Frederiksberg hevur leikbann. Men hetta nervar ikki Heðin Askham. - Tað er altíð keðiligt tá leikarar [...] Týsklandi. Talan er um undankappingardyst til EM-endaspælið, sum verður í Kekkia í 2015. Og sambært Heðin Askham, ið saman við Bill McLeod Jacobsen stendur á odda fyri føroyska U21-landsliðnum, er tað eitt sterkt [...] og kunnu onkuntíð yvirraska. Vit munnast jú øll dystin ímóti Russlandi í 2009, tá vit vunnu 1-0, sigur Heðin Askham. Til dystin ímóti Týsklandi í annaðkvøld er føroyska liðið nakað skert, í mun til teir
brádliga gjørdi enda á lívi tínum. Okkara uggi er, at hóast vanlukkan var meiningsleys, livdi tú ikki eitt meiningsleyst lív. Og fjøldin, sum segði tær farvæl, er eitt tekin um, at tú rakk út um teg sjálvan [...] aftur skulu síggja títt fitta smíl. Ongantíð aftur skulu hoyra klavertónarnar úr gongini, tá tú kemur at vitja. Tí við klavertónunum boðaði tú okkum frá, at Villii-gubbi var komin á gátt. Tú vart [...] stákaðist við gás og dunnu og gjørdi sós til stóru gullmedaljuna. Saknurin hjá okkum er og verður stórur. Men størri er saknurin hjá Súsan og Andriasi, systkjum og mammu tíni Grimhild, sum tú vart so
sigur Géza Túri, hvørs fulla navn er Túri Géza Tamas. - Túri er eftirnavnið, meðan Geza er fornavnið. Tamas er mítt millumnavn. Í Ungarn stendur eftirnavnið altíð sum tað fyrsta, greiðir Géza Túri frá. Ein [...] seinni er tað ikki nógv, sum bendir á, at Géza Túri fer avstað í bræði. - Ja, hatta segði eg tá, men nú sær tað út til, at vit koma at vera her í í hvussu so er nøkur ár afturat. Vit hava tað jú gott. Í [...] fólkaslag, sigur Géza Túri, sum er vanur við at hoyra fólk kalla seg Geza hjá Turið. - Jaja, tað hoyri eg ofta, so eg havi vant meg við tað navnið, og sjálvur haldi eg eisini, at tað er rættiliga stuttligt, sigur
tá sáttmálin er undirskrivaður. Sambært fyrrverandi bankastjóranum og formanninum í Búskaparráðnum er leikluturin hjá landsstýrinum rættuliga sermerktur í hesum málinum. - Tað tykist sum er landsstýrið [...] ongantíð verður ov høgur. Argumentatiónin rínur ikki við Jørn Astrup Hansen. - Hatta er ikki eitt rationelt argument. Tað er landsstýrið, sum sjálvt velur at lata privatum íleggjara einkarrætt til hesa [...] farleiðina í 30 ár, kanska enntá 50 ár. Eisini mugu vit minnast til, at jú minni tunnilin verður brúktur, jú minni er samfelagsnyttan av honum. Tí skilji eg snøgt sagt ikki, at landið letur ein privatan
almennu Føroyar hava lopið lætt upp um ”keyp føroyskt” boðskapin. - Jú tað er rætt, at tað hava verið fleiri dømi. Um eg skal nevna nøkur, so er stóra útbyggingin á Landssjúkrahúsinum ein, har vit als ikki sluppu [...] vit eru ein føroysk fyritøka. Vit vilja búgva og vit vilja virka í Føroyum. Men hatta ber til, og lat okkum siga, at hatta er plan-Ø, leggur Jóhan á Mýruni brosandi afturat. Signalið Hóast Jóhan á Mýruni [...] bara trý av fleiri dømum. - Tað er harmiligt, tí vit meta okkum avgjørt kunna veita eitt gott alternativ. Fyri eitt alment byggjarí má tað hava týdning, at framleiðslan er føroysk, at vindeyguni eru gjørd
hóast nógv er skrivað um Congo og Leopold, so er Dollin ikki tikin upp á tungu. Men nú fær eisini hann sítt pláss í heimssøguni, sigur Óli Jacobsen eitt sindur errin. Hóast lítillátin, so er Óli Jacobsen [...] hetta er eitt gjøgnumbrot. Eg eri jú ikki søgufrøðingur, men havi bara Gøtu skúla at dúva uppá, leggur Óli Jacobsen smílandi afturat. Søgan um Dollan – Havnarmannin, sum broytti heimssøguna – er bara ein [...] okkara felags søgu, sigur Óli Jacobsen. Lívsstílurin Við árunum er skrivingin blivin ein lívsstílur hjá Óla Jacobsen. Arbeiðið og ítrivið er smeltað saman. - Eg geri einki annað. Eg dugi heldur einki annað
sum vit fáa stundir at arbeiða meira við tingunum. At tað er júst KÍ, sum vit skulu spæla ímóti, er ikki øðrvísi enn nakað annað, tí hetta er bara aftur ein dystur, har vit noyðast at fara inn at vísa [...] málið tí ongantíð átti at verið viðurkent. – Nei, hatta skuldi ikki verið mál. Eg upplivdi tað soleiðis, at Dánjal var rangstaddur, tá hann fekk hatta málið, og tað søgdu eisini teir, sum stóðu betur fyri [...] vit ikki vóru klárir, kostaði okkum dýrt. Hesum síðsta partinum av frágreiðingini hjá Páll um málið, er Dánjal nú heldur ikki ósamdur í: – Ja, vit fingu fríspark í egnum brotsteigi, meðan Bartal lá uttanfyri
føroyskt kjøt, grind og spik er at síggja umborð á fleiri bátum. Jú, hetta er sanniliga ein dagur, har vit fegnast og eru erpin av, at vit eru føroyingar. Úr yrkingini hjá Poul F “av øllum londum”, lesa vit [...] Góðan dag øll somul, og hjartaliga vælkomin til Eiðis, her regattaðin byrjar. Í dag er ein serstakur dagur. Í dag eru vit øll sjófólk, vit eru øll ein fiskivinnutjóð, og vit eru øll føroyingar. Um eina [...] felagsblóð, og felags minni so mong tú finnur úr tíðarflóð.” Vit eru øll føroyingar ein tílíkan dag. Í dag er eingin, ið krevur av okkum, at vit skulu passa inn í allar normar. Uttan mun til orienteringar og meiningar