- Hetta fekk eg júst nú. Hetta kom við teldupostinum, beint sum eg skuldi fara út gjøgnum hurðina. So eg tók tað bara við.
Óli Jacobsen veittrar við einum pappíri. Telduposturin er frá Adam Hochschild, maðurin sum eitt nú hevur skrivað bókina ”Kong Leopolds Arv” um viðurskiftini í afrikanska landinum Congo undir harðrenda stýrinum hjá belgiska konginum Leopold II fyri meira enn hundrað árum síðani.
Boðini frá Hochschild eru, at hann ætlar at nevna havnamannin Daniel Jacob Danielsen, Dollan, í eini komandi grein hjá sær.
Tá bretski konslin Roger Casement í 1903 fór fyrsta túrin at kanna ræðuleikarnar í Congo, var Dollin við sum hansara fremsti samstarvsfelagi. Og árini hareftir hevði Dollin sín týðandi leiklut í at greiða heiminum frá støðuni í landinum. Eitt arbeiði, sum í 1908 noyddi Leopold frá valdinum.
- Á henda hátt hevði Dollin beinleiðis ávirkan á heimssøguna. Men hóast nógv er skrivað um Congo og Leopold, so er Dollin ikki tikin upp á tungu. Men nú fær eisini hann sítt pláss í heimssøguni, sigur Óli Jacobsen eitt sindur errin.
Hóast lítillátin, so er Óli Jacobsen glaður um, at kanningararbeiðið hjá sær nú fær søgufrøðingar, líka úr Avstralia til USA, at skriva Dollan inn í teirra søgubøkur.
- Ja, onkursvegna haldi eg at hetta er eitt gjøgnumbrot. Eg eri jú ikki søgufrøðingur, men havi bara Gøtu skúla at dúva uppá, leggur Óli Jacobsen smílandi afturat.
Søgan um Dollan – Havnarmannin, sum broytti heimssøguna – er bara ein av mongum søgum úr penninum hjá Óla Jacobsen.
Hóast hann árini frá 1994 til 1998 var løgtingsmaður og eitt skifti eisini landsstýrismaður fyri Verkamannafylkingina, so er Óli Jacobsen kendur fyri síni 36 ár sum formaður í Fiskimannafelagnum, frá 1971 til 2007.
- Mær hevur altíð dámað væl at skriva. Vit byrjaðu FF-blaðið í 1990, og eg trúgvi framvegis uppá, at tað broytti fatanina hjá fólki av fiskimanninum. Í FF-blaðnum byrjaði eg at skriva um gamlar fiskimenn, eg fekk teirra søgu, og mær dámdi væl at fortelja hesar søgurnar, greiðir Óli Jacobsen frá.
Í 2007 bleiv hetta vaksandi ítrivið til eitt fulltíðarstarv.
- Tá sluttaði alt í Fiskimannafelagnum. Eg var 63 ára gamal, og hevði ætlað mær at taka eitt formansskeið afturat. Men tá tað ikki bleiv, so mátti eg finna upp á okkurt annað. Eg fór at skriva burturav.
Óli Jacobsen bleiv knýttur at Sosialinum, og síðan eru Miðvikan og Søgur úr Gamla Kirkjugarði í Havn fastir táttir í blaðnum.
- Okkurt um 300 gravsteinar eru í gamla Kirkjugarði. Fólkini, ið har liggja, umboða í stóran mun Havnina í nítjandu og tjúgundu øld. Sjálvandi við tí sosialu slagsíðu, at her er bara talan um tey, sum høvdu ráð til ein gravstein. Men eg haldi tað vera áhugavert at fortelja teirra søgu, sigur Óli Jacobsen, sum nú hevur steðgað á við at kalla hvørja grøv.
Men har mangla einar tvær ella tríggjar søgur. Og tær skulu eisini skrivast.
Óli Jacobsen hevur ætlanir um at savna saman alt tilfarið úr Gamla Kirkjugarði, antin í bók ella teldutøkt. Men tað liggur eitt sindur longur frammi í tíðini.
Lagnurnar
Lívssøgurnar hjá vanligum fólki fanga lætt áhugan hjá Óla Jacobsen. Men sterkast standa lagnusøgurnar. Søgurnar um menn, ið eru farnir á sjónum, og søgurnar hjá teimum, ið eftir sita.
Sum dømi nevnir Óli Jacobsen árið 1920, tá 60 mans fórust á sjónum.
- Ein kann undrast á, hvussu føroyska samfelagið hevur yvirlivað hesar vanlukkurnar. Mítt ættarlið fatar tað so dánt, og tey ungu fata tað als ikki.
Óli Jacobsen hevur tosað seg heitan.
- Tað hevur týdning at fortelja hesar søgurnar. Ikki minst so at tey ungu kunnu skilja, at teirra luksuslív er ikki nøkur sjálvfylgja.
Hann steðgar á. Tekur fram eitt brot úr einari av mongu vanlukku frásøgnunum. Vanlukkan umborð á Acorn undir Íslandi í 1928, tá sjey menn brendu til deyða.
- Her finst eitt bræv, ið ein maður skrivaði heim til konu sína, har hann greiddi frá um síðstu løtuna hjá 16 ára gamla soni teirra, ið brendi til deyða umborð. Eg fekk loyvi at endurgeva brot úr brævinum. Tað er so kensluborið, at tað rørir meg inn á sálina.
Lagnusøgurnar hava staðið á prenti, summar í FF-blaðnum og aðrar í Sosialinum, og 20 teirra eru savnaðar í bókini ”Havið tók teir”, ið Óli Jacobsen gav út í 2011.
Sjálvur heldur Óli Jacobsen, at føroyska samfelagið ger alt ov lítið fyri at dokumentera sína egnu søgu.
- Eg nevndi einaferð fyri Jógvani á Lakjuni, ið tá var landsstýrismaður í mentamálum, um tað ikki hevði verið eitt hugskot at byrja við ársuppgávunum í miðnámsskúlunum. Um skúlarnir ikki kundu latið kollvelting í Russlandi og kollvelting í Fraklandi ligið í eitt ár, og í staðin sent næmingarnar út at tosa við ommur og abbar. Tað hevur týdning at vit sum samfelag festa søguna á blað. Tí áðrenn vit vita av, eru tey gomlu farin undir grønu torvu, og við teimum ein biti av okkara felags søgu, sigur Óli Jacobsen.
Lívsstílurin
Við árunum er skrivingin blivin ein lívsstílur hjá Óla Jacobsen. Arbeiðið og ítrivið er smeltað saman.
- Eg geri einki annað. Eg dugi heldur einki annað. Eg dugi ikki at mála, smíða ella grava. Men eg skrivi.
Sambært fyrrverandi Fiskimannafelagsformanninum eru tey alsamt fleiri, ið fortelja sær, at tað nú eisini var gott, at hann ikki varð afturvaldur, tá í 2007.
Spurdur, hvørt hann er samdur við teimum, dregur Óli Jacobsen á svarið:
- Eg ætlaði mær eitt skeið afturat, men fekk nakað annað, sum er meiningsfult. Nú kann eg brúka alla mína tíð til nakað, ið mær dámar væl. So jú, eg eri nøgdur, hóast tað var hart tá.
Óli Jacobsen dugir ikki at seta tal á, hvussu nógvar tímar fara við skrivingini hvørja viku. Tað veri seg við at tosa við fólk, granska gomul skjøl ella framman fyri telduna.
Manglandi svarið hevur nakað við lívsstílin at gera, skilst.
Og hóast hann í mong ár hevur trolað eftir søgum, so gerst havið ongantíð tómt. Nøsin fyri góðu søguni er framvegis har.
- Herfyri vóru vit í London. Á veg heim aftur komu vit at bíða í Gatwich. Tá síggi eg ein mann koma leiðandi eina eldri konu. Eg hugsi við mær sjálvum, at hatta má so bestemt vera ein gomul hermannakona. Vit komu í prát, og har var eisini ein søga, greiðir Óli Jacobsen.
Kvinnan var Esther Williamson, fødd Rein, sum er ættað úr Havn. Hon giftist við einum bretskum hermanni og tey búsettust í Bretlandi eftir kríggið. Nú var hon á veg til Føroya saman við soni og verdóttir at halda 90 ára føðingardag saman við føroysku familjuni.
- Soleiðis er tað við søgunum. Nakrar eru reint hepni, meðan aðrar koma burtur úr øðrum kanningararbeiði ella eg fái eitt prei um tær, greiðir Óli Jacobsen frá.
Drívmegin
Óli Jacobsen fyllir 70 ár í dag, mikudagin 21. august. Hann kundi tí valt at tikið sær av løttum sum pensjonistur. Men viljin er til meira.
- Man blívur so nógv klókari sjálvur av hesum. Hevði eg einki skrivað, so fekk eg heldur einki at vita. Hartil havi eg eitt gott minni. So eg fái avgjørt nakað burtur úr við at halda fram, sigur Óli Jacobsen.
Hann hevur lagt seg eftir at skriva til vanliga fólkið, sum hann málber seg.
- Sum áður nevnt, so havi eg bara Gøtu Skúla at dúva uppá. Og tí skrivi eg sum ein, ið er komin úr Gøtu Skúla. Onkur heldur óivað, at tað er ikki so gott ella fínt. Men tað skulu tey eisini hava loyvi til at halda. Skít verið við tí, hevði eg nær sagt.
Eftir okkurt um 4000 síður av siðsøgu er Óli Jacobsen framvegis á veg móti næstu søguni. Heilsan er góð, og hugurin til staðar.
- Eg eri framvegis bæði svangur og forvitin. Eisini havi eg eina unga konu, sum fyllir 58, sama sum eg fylli 70. Men eg bleiv ikki abbi fyrstu ferð, fyrr enn eg var 68, og tað gongur also fram um alt annað, leggur Óli Jacobsen smílandi afturat.
FAKTA - Óli Jacobsen
Føddur í Kalundborg á Sælandi 21. august 1943
Flutti saman við foreldrum og systkjum til Norðragøtu í 1950
Fór til skips við slupp í 1958.
Kom í nevndina í Føroya Fiskimannafelag í 1966
Formaður í FF 1971-2007 við undantaki av einum góðum ári sum landsstýrismaður
Giftur við Kirstin f. Nielsen av Eiði.
Børn:
Linda f. 1982, gift við Palla Skorheim, tey eiga sonin Óla f. 2011
Kári f. 1983
Óli Jákup f. 1987
Tróndur f. 1991
CITAT
”Vores kjære Søn hensov klokken 2 om Dagen (sum vanlukkan hendi um morgunin). Jeg var hos ham til det sidste Aandedrag, og han sagde til mig: ”Gode Fader. Græd ikke, jeg slipper til Gud. Trøst Moder, Gud trøste hende,” bad han, og han bad sit Fadervor med klar Forstand. Gode Kone, nu har han det godt, det er ikke at tænke noget andet. Gud lade os alle samles med ham i de dejlige Boliger hist oppe i de lyse Sale hos Gud i Himmelen.”
Brot úr brævi, sum Fríðrikur Klein sendi heim til konuna, Apoloniu, eftir vanlukkuna umborð á Acorn undir Íslandi í 1928, tá sjey mans brendu til deyðis. – Tað er so kensluborið, at tað rørir meg inn á sálina, sigur Óli Jacobsen, sum skrivaði lagnusøguna og slapp at skriva burtur úr brævinum.