Mikukvøldið klokkan 19.30 spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti søguliga fyrsta dystin nakrantíð í einum HM-endaspæli.
Í Trier í Týsklandi, skamt frá markinum til Luksemborg spæla Føroyar í innleiðandi bólki D dyst móti Montenegro. Fríggjakvøldið verður Spania mótstøðuliðið, og sunnudagin verður Paraguay mótstøðuliðið í tí sum kann vísa seg at gerast lykladysturin at enda millum 24 tey fremstu liðini.
Oddsini upp á, at Føroyar vinna HM-endaspælið eru heili 401,00 hjá veddingarfyritøkuni, Boylesports.
Noreg er sum ikki einaferð størsti favoritturin. Oddsini upp á, at Noreg vinnur HM eru so lág sum 1,73 og 1,75. Danmark er næststørsti favoritturin og Frakland er triðstørsti favoritturin.
HER eru oddsini upp á øll 32 landsliðini í HM-endaspælinum:
##med2##
##med3##













