Góðan dag øll somul, og hjartaliga vælkomin til Eiðis, her regattaðin byrjar.
Í dag er ein serstakur dagur. Í dag eru vit øll sjófólk, vit eru øll ein fiskivinnutjóð, og vit eru øll føroyingar.
Um eina løtu so fara vit higani og leggja leiðina suður gjøgnum Sundalagið, og seinni í kvøld verða vit stødd í Hósvík eftir at hava notið vøkru føroysku náttúruna.
Í dag kenna vit okkum sum rættar føroyingar: Føroyskur fiskur, føroyskt kjøt, grind og spik er at síggja umborð á fleiri bátum. Jú, hetta er sanniliga ein dagur, har vit fegnast og eru erpin av, at vit eru føroyingar.
Úr yrkingini hjá Poul F “av øllum londum”, lesa vit í trimum ørindum soleiðis:
”Eg elski havið, har frælsi grør
eg elski villan sum stillan fjørð,
og merkur fagrar,
har bylgja akrar
á óðalsjørð.
Tó mest eg elski tað fólk, ið her
sær heimstað fann millum fjøll og sker,
men ferðast víða,
sum fedrar fríu,
har aldan ber.
Vit eru føroyingar, serstøk tjóð
við felags lagnu eitt felagsblóð,
og felags minni
so mong tú finnur
úr tíðarflóð.”
Vit eru øll føroyingar ein tílíkan dag. Í dag er eingin, ið krevur av okkum, at vit skulu passa inn í allar normar. Uttan mun til orienteringar og meiningar um tað sama, so kunnu vit øll í dag kalla okkum føroyingar.
“Føroyingar, serstøk tjóð, við felags lagnu eitt felagsblóð”
Tað er júst henda felagslagna og felagsblóð, ið eftir mínum tykki knýtir okkum saman sum eitt fólk og eina tjóð.
Vit brúka tíverri ofta tíðina uppá at sverta og niðurbróta vælvitandi um, at um vit standa saman og lyfta sum eitt fólk, so eru vit sterk nokk til at bera allar byrðar, ið verða okkum álagdar.
Ein tílíkan dag verður jantelógin skúgvað til viks, og vit byggja upp heldur enn at bróta niður. Vit trúgva tí sama, sum allir stórir undangongumenn, ið hava flutt mørk og flutt lond, hava trúð. Vit trúgva á egnan mátt og egna megi.
Tað er júst tí, at okkum tørvar slík tiltøk. Tiltøk, sum byggja upp og binda okkum saman og minna allar okkara landsmenn á, at vit eru eitt sterkt fólkaslag.
Eg vil takka fyrireikarunum fyri hetta stóra tiltak, sum ár eftir ár verður hildið. Tit gera eitt megnar arbeiði, sum gagnar øllum landinum og er við til at flyta mørk.
Eins og Pompeius tann stóri segði á sinni, tá hann í kolandi stormi gav monnum sínum boð um at sigla úr Afrika til Róm. So sigi eg eisini nú.
Navigare nessesse est.
Tað er neyðugt at sigla.
Góða regatta sigling øll somul.
Takk fyri.










